Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 23. februar 2006 11 VIÐMERKINGAR Fram eru komnar ymsar krypt­ iskar gitingar og munnligar frágreiðingar í Útvarpi Før­ oya um eitt byggimál, har Tórshavnar býráð skal hava goldið um 100.000 kr. fyri eitt byggimál, ella sleppa burturúr tí, og har annar av blaðstjórunum í Sosialinum, Eirikur Lindenskov, skal hava sent formanninum og hinum nevndarlimunum í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býrað eitt so­kall­ að hóttanarbræv. Sum eg skilji ella misskilji bræv hansara umvegis út­ varps­tíð­ind­ini, snýr tað seg um hans­ara egna byggi­mál, sum hann ikki hevði fingið svar uppá eftir at hava bíðað í 15-16 mánaðir, og um bý­ráð­ið ikki makkaði rætt, so skuldi hann nokk fara blað­ið hjá sær, Sosialin, við máli­n­um. Og so fekk hann 12 dagar seinni byggiloyvi. Úti á Reyni. Á dú, á dú. Hvussu allur hesin hurli­ vasin í Byggi- og býar­skip­ anarnevndini og málið hjá Eirki Lindenskov hongur sam­an, nær, hvar og hví, er heilt ógjørligt hjá okk­um øðrum og restini av borg­ar­­un­ um í Tórshavnar kommunu at skilja. Eftir sum gjøgnumskygni stendur fremst hjá sitandi bý­ráðssamgongu, hevði tað verið gott, um for­mað­ ur­in í Byggi- og býar­skip­ anarnevndini, Jógvan Arge, varaborgarstjóri, ella Heðin Mortensen, borgarstjóri, kom við eini frágreiðing um, hvussu málið hongur saman. Soleiðis at øll skilja tað. Eg fari tí við hesum at heita á Jógvan Arge um at koma við eini almennari frá­ greiðing í fjølmiðlunum um tað, sum tvídrátturin í hesum byggimálum snýr seg um. Tað plagar at vera skil í tí, sum hann sigur. Gott hevði somuleiðis ver­ ið at fingið eina almenna frá­ greiðing í fjølmiðlarnar frá Eiriki Lindenskov, um hann hevði stundir til tess í eini lítlari fríløtu undir øllum fund­arvirkseminum, sum har á blaðnum fer fram í løtuni sam­bært útvarpstíðindunum týs­kvøldið. Í 2006 er kravið, at loft­ miðl­arnir er óheftir og ikki politiskt litaðir. Ikki kann sigast annað, enn at Út­varpið og Sjónvarpið hava ein stóran trupulleika, tá tað snýr seg um at verða polit­ iskt óheftur. Jógvan Arge, er vara­ borg­arstjóri í Tórshavnar Komm­unu, valdur á tjóð­veld­ islistanum og hevur sitið á tingi fyri tjóveldisflokkin. Leivur Hansen er fyrverandi borgarstjóri, valdur á tjóð­ veldislistanum og núverandi býráðslimur. Báðir hesir arbeiða ávika­ vist í Útvarpinum og Sjón­ varpinum, og so kunnu fólk sjálv gera sær sína hugsan, um tað er rætt ella skeivt, og um tíðindaflutningurin er óheftur politiskt ella ikki. Vit, hyggjarar og lurtarar, hava ilt við at finna útav, nær sjónvarpsmaðurin tosar sum SEV-stýrislimur ella sjón­ varpsvertur. Hetta er bert eitt dømi av mongum. Ella nær útvarpmaðurin úttalar seg sum varaborgar­ stjóri ella formaður í byggi- og býðarskipanarnevndini. Ella um hann umboðar tjóð­ veld­isflokkin ella er út­varps­ vertur. Tað vísir seg, at alt ber til hjá ávísum politikarum og ávísum politiskum flokki. Mín áskoðan er púra greið, at skulu vit hava óheftan tíð­ indaflutning, so skuldu báð­ ir fingið boð um at farið í farloyvi frá sínum størvum í ávikavist Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tá høvdu lurt­arar og hyggjarar havt virðing fyri stovnunum, og harvið mett teir sum óheftar og álítandi stovnar. Hvar er kringvarpstjórin ella leiðslan í hesum stovn­ um? Ella er nøkur leiðsla? Kanska situr leiðslan á heilt øðrum stað? Mín uppfatan er púra greið, at vit hava eitt høvuðleyst útvarp og sjón­varp, vavt inn í ávísan politiskan flokk. Soleiðis kann ein al­menn­ ur og óheftur stovnur (tað skal Kringvarpið eitast at vera) verða brúktur ella mis­ brúktur til fyrimuns fyri ein politiskan flokk, nevnliga tjóð­veldisflokkin. Tað er upp á hægstu tíð, at vit fáa eina fjølmiðla­ ábyrgdarlóg. Og vil eg her­ við spyrja Jógvan á Lakj­uni, lands­stýris­mann í menta­ málum, hvat verður av hesi fjøðmiðlaábyrdarlógini. Ella skulu vit yvirhøvur vænta okk­um at fáa eina slíka lóg? Byggimálshurlivasin í Tórshavnar kommunu býráðslimur í Havn Beate L. Samuelsen Annfinn Brekkstein Fór heimanífrá í góðari tíð og valdi í góðveðrinum túrin eftir Oyggjarvegnum, skuldi jú niðan á Hotel Føroyar á umboðsnevndarfund hjá SEV. Skráin til fundin var sera áhugaverd, og nú skuldi frið­ ur fáast í lag, eftir alt rumblið í seinastuni. Komin inn í móttøkuna á hotellinum sóust menn standa í smáum bólkum í ymsu krókinum, helst løgdu teir saman ráð, helt eg, men vísti hettar seg seinri, at so var nokk ikki. Allar avtalur vóru langt síðani komnar upp á pláss. Tað er jú ikki óvanligt at so er í politikki, og má ein taka hattin av fyri Leivi og hans­ ara monnum fyri tað góða heimaarbeiði, teir høvdu lagt fyri dagin. So væl arbeiðir (dyrgir) bert ein royndur politikari. Fjølmiðlarnir vóru væl um­boðaðir, undraðist á, hví teir hava til vana at fáa fatur á øllum tilfari viðvíkjandi SEV óansæð, um fundirnir eru opnir ella ei. Kanska skuldu Justinussenararnir kanna, um mikrofonir er goymd­ar á hotellinum, minni­ lutin við Leivi á odda hevur skrivað til allar 70 um­boðs­ nevndarlimirnar, at teir hava ikki almannakunngjørt eitt einasta skjal, men tað er onk­ ur annar?????? So til sjálvan fundin. Um­boðs­nevnd­arfor­mað­ur­ in legði fyri við bjóða væl­ komin og læs skránna fyri fundin. Minni­luta­stýris­formað­ur­ in (Leivur Hansen) dámdi als ikki raðfylgina av málinum í skránni, men vildi hava, at skráin, ið nýtast skuldi, var tann skrá, ið minnilutin hevði kallað inn eftir, men umboðsráðsformaðurin stóð við sítt og der med basta. Nú eftir fundin skilji eg ikki, hví Leivur ressaðist so bragdligur av hesum, hann visti jú, at A C E samgongan hevði reinan meiriluta við teim 37 atkvøðunum, so tað kundi verða líkamikið í hvørjari raðfylgju málini komu fyri, eingin spurdi hvat hvørt mál snúði seg um, men atkvøddu bert í blind­um so sum avtala var frammanundan. Fari varð síðani til ymsu málini, og so hvørt sum tað bleiv atkvøtt og upptalt, sást greitt, at A C E samgongan stóð saman sum ein maður, og tað skula teir hava rós fyri, ein avtala er ein avtala, sjálvt um tað sá út sum minni­ luta­stýris­formaðurin fór at ivast tá valið av stýrislimi í Tórshavn var fyri. Meir um hettar seinri. Eg veit ikki, hvussu hini upplivdu tað, men sjálv­ur hevði eg tað sera skemti­ ligt, at sita á fundi og hoyra fólkafloksmenn við polit­isku kempunum Bjarka Mohr og Jan Christianssen á odda stand í kø at reisast at verja tjóðveldis­mann­in Leiv Han­ sen og hansara sjónarmið, havandi í huga at Bjarki sjálv­ur royndi at vinna sessin hjá Leivi fyri bert góðum ári síðani, ja nær kemur ein at uppliva slíkt aftur. Leivur, hettar mást tú taka sum eina persón­liga álitis­váttan frá Fólka­flokk­ in­um í Tórshavn (Kals­berg sigur seg ikki verða uppí­ blandaðan). Ups eg var um at gloymt javnaðarprinsessuna, sum valdi at stuðla einum tjóðveldiðsvalevni heldur enn einum úr egnum flokki, so her fekst tú aftur eina váttan upp á títt góða nevnd­ ar­arbeiði. Tað at fólkafloksmenn valdu at vísa tær sín stuðul er eyðsýnt, teir fingu bæði í posa og sekk, men hvat Javn­aðarflokkurin dugi er enn ikki at fáa eyga á, tað vil tíðin nokk vísa. Vóni bara at tit ikki gloyma, at SEV er stovnur, ið skal framleiða streym, og ikki ein stovnur, ið eigur at verða nýttur til politisk­ ar býtis­handlar, men tað er kanska ov seint nú. Sat á fundinum og undr­að­ ist á, at seks av sjey stýris­ limum sótu við eitt borð í niðaru síðu og tann sjeyndi sat fyri seg sjálvan við annað borð í ovaru síðu, ikki tí teir kunnu sita har teir vilja fyri mær, men tað var bara gott tað sama tí av hesi grund fekk eg enn eina skemtiliga uppliving. Tá uppteljingin av at­kvøð­ unum til stýrislimin í Tórs­ havn fór fram, sat eg í góðari støðu og eygleiddi valevni hjá ACE samgonguni. Tað gekk leingi stavn um stavn millum bæði valevnini, og helt eg meg síggja onkran sveittadropa pipra fram ov­ar­laga á tinningunum á Leivi, tá so 54 av 70 vóru upp­taldar, og tað stóð á jøvn­ um 27-27 var eg ikki í iva longur, nú stóð á gomlum nøglum, kundi ímynda mær tankarnar hjá Leivi, hava fólka­floks- og javnaðarfólk nú vent mær baki? Ella standa teir fastir? Her sá út til, at Leivur ivaðist í ACE, men har hevði hann nokk gloymt at teir høvdu brúk fyri tjóðveldisatkvøðunum til umboðs­­nevndar­­for­mans­ valið, so har var eingin grund at stúra, og tað bleiv eis­ini staðfest tá liðugt var telja, eingin var hoppaður frá. 37, ella var tað 38? Ettir á skránni var bert val av umboðsnevndarformanni, og stóðst eitt sindur av rumbli av hesum, fleiri buðu seg fram sum valevnir, og ivamál var um valbæri hjá onkrum av valevninum, og endin var at viðkomandi trekti seg, tað var nokk líka­ mikið, tí viðkomandi hevði ongan kjans, tær obliga­ torisku 37 atk. fóru til val­ evni hjá ACE. Nú var liðugt fundast, og sum altíð bíðaði ein góð mál­ tíð. Lagið var sum heild gott á fólki, onkur hevði vunnið, annar tapt, soleiðis er tað nú einaferð í leiki. Mettur og væl settur settist eg í bilin og var hervið á heimleið, nú var nokk við SEV fyri í dag, helt eg, men eg bleiv klókari. Komin í Sundalagið var Dan Klein at hoyra á Rás 2 og mín sann um ikki evni var SEV. Gestirnir hjá Dan vóru heldur fámæltir, eftir mínum tykki í øllum føri, kanska vóru teir sum eg sjálvur, eis­ ini troyttir av SEV fyri í dag. Veðri var av tí besta, og eg sat bert og lurtaði við einum oyra til, knappliga, tá Dan hálar fram eina kvittan upp á ein flogseðil, sum møguliga er goldin í heimildarloysi, og goldin júst tí persóni, sum fyri bert tveimum tímum síð­ ani bleiv valdur hægsta starv hjá SEV. Hvat er tað eg havi verði við til hugsaði eg, havi eg framt nakað lógarbrot, ella havt. Gott at ferðin bert var um 50 km/h, var júst kom­in úr rundkoyringini við Norð­ skálatunnilin og helt beina leið inn á tað stóra steðgi­ plássið. Hvat var hetta fyri nakað. Men bara ró­lig­ur Svenn, tí betur, ný­valdi stýr­ is­for­mað­ur­in, ella var tað stjórin, greiðir frá, at við­kom­ andi sum tá var stýrislimur, møguliga er kallaður heim til henda fund. Jú so jú so. Her er nakað hjá stjóranum at arbeiða við, tað er ikki góður starvsfólkapolitikkur, soleiðis at kalla fólk heim úr feriu, ein skal virða frí­ tíðina hjá fólki. Men ok er tað neyðugt, ja so er tað neyð­ugt, men um til ber eigur vara­limurin sum býr í Norð­oyggjunum at vera inn­ kallaður, hettar hevði helst eisini verði bíligari Tá ringastu skelvingarnar høvdu lagt seg, helt eg leið­ ina fram móti Gøtu, og vón­ aði at ein køld bjór var at finna heima í køliskápinum. Ein slíkur skelkur er ikki nakað, sum leggur seg eftir bert nøkrum minuttum, og tá er ofta gott við einari kaldari frá Einar Waag, men bert eina. Soleiðis kann ein fund­ ar­dagur hjá SEV ganga, og ymiskt er, sum fólk fáa burtur úr, sjálvur hevði eg tað sera skemtiligt, undir liðini sat funningsfjarðamaður og var hesin í góðum hýri, og tá er lagamanni at verða í CIRKUS. Álitið er fokið á Útvarpið og Sjónvarpið Upplivingar hjá SEV umboðsnevndarlimi Umboðsnevndar­limur Svenn Olsen