hósdagur 23. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 39 - 23. februar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Úr havsbrúnni
rísa penslastrok
um oyggjar og fjøll -
í morgun - og kvøldroða -
í sólarljósi,
í brimi og doðaveðri
um Vágalandið
og Mykines.
Litir renna
í havbláum sjónum
av oljurivnum,
marinbláum litkornum,
ið liva í runi
um svartar tangabroddar -
í hulisligum út- og innsúði -
í stórum gjáum,
við gráan klett
og um flúr og sker
í litríkari heimaverð.
Í skýlofti høgum
er ljóst, blágrønt endurskin -
har ein skapandi mannahond
hevur fest seg í ein ælaboga,
ið berjist við
hav og himmal
í sjógrønum skúmvatni,
sum dettur av
gjarvaksnari fjørurond
í landbrimi –
um tæraskógv
við sjóvarklett.
Í smædnum inniljósi
liggja deyð fólk í kistum
og hyggja inn í
eina tómoygda verð
í myrkum strokum.
Úr lítlum gluggakarmi,
kínir endurskin
livandi, døkklittar kroppar
úr berligum brósti –
í dimmgrønum
svørtum, fálittum
endurskinið
um eygnahvarm
og deyðmøddar,
slitnar, samanlagdar mannahendur.
Her eru eygu Mikinesar –
hansara sál og ond
í penslastrokum
um fólk og havsins rendur –
í dimmbláari havvond,
ið speglast aftur
undir eygnahvarmum
í manslýsingum
av kvinnum og monnum.
Grønar og gular torvur
liggja og hálsfevnast
í brøttum líðum og skorðum
og teska vág
til kriahvít havskýggj
í einari endurføðing
undan hansara penslabørnum,
sum rista út farvukorn á
avsettan teig.
Turra, litfagra oljugrasið
verður borið inn í mannagluggar,
barnaeygu og víðu verøld –
rakað saman av penslarívum Mikinesar
til ævigar tíðir.
Frits
Sámal J. Mikines
Tíðindaskriv
Fuglafjarðar Heimavirkis
felag og Kunningarstovan
í Fuglafirði bjóða til
pallborðsfund í Ribarhúsi
týskvøldið 28. februar 2006
kl. 19.00, har evnið “Mentan
og Vinnulív møtast” verður
tikið upp til kjak.
Jóhanna á Bergi, søluleið
ari hjá J.F.K. leggur fyri. Við
pallborðið sita: Helgi Fossadal,
stjóri á Listasavni Føroya,
Jógvan Ósá, sjónleikari,
Jóhan E. Simonsen, stjóri
á Faroe Jet, Peter S. Holm,
stjóri á Kaupthing, Randi í
Jógvanstovu, arbeiðskvinna,
og Uni Næs, prestur.
Umframt kjak verður eisini
tónleikur, listaframsýning,
kaffi og vaflur.
Í løtuni hanga hugvekj
andi málningar hjá Hilmari
Højgaard á hvítu brettunum.
Húsið er opið frá kl.
18.30.
Ribarhús og Piddasahandil
er ein livandi varði frá farnari
tíð. Ein miðdepil, har handlar,
vinnulív og peningastovnar
eru næstu grannar, og har
vit gera okkum hugsanir um
framtíðina.
Mentan og vinnulív møtast í Ribarhúsi
Gunnvá Zachariasen
vøddamýkjari í
Havn bjóðar seg
í hesum døgum
fram við at koma
út á arbeiðspláss og
dagsstovnar sum
vøddamýkjari
Vøddamýking
Í dagsins samfelagi eru tað
nógv, sum t.d. stríðast við
strongd, spenningshøvuðpínu,
troyttleika, veika immunverju,
spenningar í kroppinum, høgt
blóðtrýst og aðrar smásjúkur,
sum mangan hópa seg upp og
gerast veruligar sjúkur.
Hetta eru mangan smá
skavankir, sum arbeiðs
plássið kann vera orsøk
til, eitt nú við langum
arbeiðstíðum, tíðartrýsti,
statiskum arbeiði framman
fyri telduni, músaskaðar,
langtíðar belastningar o.s.fr
Fyritøkan noyðist at gjalda
við avloysarum og mangan
útbrendum starvsfólkum.
Nógvar av hesum sjúkum
kunnu við vøddaviðgerð
fækkast ella fáast heilt burtur,
sigur Gunnvá Zachariasen
vøddamýkjari.
Starvsfólkarøkt
Kanningar og royndir vísa,
at talið á sjúkradøgum
minkar, um hond verður
tikið um hesar trupulleikar í
góðari tíð. At hugsað verður
fyribyrgjandi, bæði til gleði
fyri leiðsluna og starvsfólkið.
Fyrimunir av vøddamýking
á arbeiðsplássinum verða
m.a. minni strongd í dagliga
arbeiðnum, færri sjúkradagar,
færri vøddaspenningar og
vøddapína, minni spenn
ingshøvuðpína,
meira
yvirskot, meira effektiva
arbeiðsmegi, og ikki minst glað
og nøgd arbeiðsfólk, og eitt
positivt arbeiðsumhvørvi.
Hetta
kemur
undir
starvsfólkarøkt, og vísir
at arbeiðsplássið brýggjar
seg um heilsuna hjá starvs
fólkunum. Nakað, sum
bæði leiðsla og arbeiðsfólki
fáa gleði av, og upp á longri
sikt skapar hetta størri
fíggarligan vinning fyri
fyritøkuna, sigur Gunnvá,
sum skraddaraseymar eina
samstarvsavtalu við fyri
tøkurnar.
Gunnvá
hevur
tikið
vøddamýkjaraútbúgving
(massør) á Axelsons Institut í
Keypmannahavn, ið er størsti
og elsti vøddamýkjaraskúlin
í Norðurlondum.
Hetta slagi av vøddamýk
ing kallast vanliga klass
isk fysiurgisk massaga og
lýkur allar treytir frá mynd
ugleikum í Danmark um
tímatal í teori og praktik.
Axelsons er limur í SAB
(Sammenslutningen for
Alternative Behandlere).
Hon endaði sína útbúgving
við próvtøku í anatomi, fysio
logi og viðgerð, við lækna
sum próvdómara.
Harumframt hevur hon fýra
ára sjónleikaraútbúgving frá
Statens Teaterskole í Keyp
mannahavn: Seinastu fimm
árini hevur hon arbeitt sum
freelance yrkissjónleikari,
umframt at hon mangan
hevur hildið skeið í rødd,
rørslu og drama og hevur
royndir við at arbeiða við
fólki. Gunnvá var eisini
við í teimum fyrstu Pipar
& Salt sendingunum hjá
sjónvarpinum og sjón
leikinum Ginu Søgur.
Meira fæst at vita við at
venda sær til: gunnvaz@
gmail.com.
Gunnvá Zachariasen, vøddamýkjari:
Eitt tilboð til fyribyrging og trivna
Gunnvá Zachariasen, vøddamýkjari:
Mynd: Jens Kristian Vang