Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 23. februar 2006 Sosialurin 13 NOVN Í VIKUNI Hanna Joensen 75 ár Fríggjadagin 24. februar verður Hanna Joensen, betur kend sum Hanna í Joto, í Havn, 75 ár. Hanna hevur altíð verið lívsglað, og er hon eitt spennandi og fjolbroytt menniskja, sum als íkki hevur latið seg seta í bás. Hanna er úr Havn. For- eldrini vóru Anna, f. Rein, úr Havn, og Ola Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík. Ola Jákup Jensen var ein kendur skipari, vinnulívsmaður og reiðari. Eisini var hann logtingsmaður (1943-45) og landsstýrismaður (1957-58) umboðandi Fólkaflokkin. Anna og Ola Jákup fingu fimm born: Hanna, Tordis, Niels, vanliga nevndur Volle, sáli, Andrass og Hákun. I 1960 unum stovnaði Hanna mótahandilin „Joto 7“, ið var tann fyrsti av sín- um slagi í Havnini, og hon Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi(ðsosialurin.fo gjordist tá kend sum „Hanna í Joto.“ Tá Hanna í árunum frá 1966 fram til 1984 fekst við mótaklæði, make-up og annað sansiligt prýði, var hon samstundis sera eldhugað innan samfelagsviðurskifti. Henni dámdi at tosa við fólk og at lurta. Hon hevur altíð havt ein greiðan hugburð um, hvussu eitt frítt og rættvíst samfelag átti at vera, serliga innan tað kvinnupolitiska okið. Hon var bæði for- kvinna í kvinnufelagnum í Havn og eitt tíðarskeið í Kvinnusamskipan Foroya. Frá 1984 og fram til pensiónsaldurin starvaðist Hanna í Foroya Landsstýri. Tá Hanna gavst við at handla, yvirtók systirin, Tord- is, sum hevði grannahandilin „Joto 9“ handilin, og legði teir saman til tann handilin sum er í N. Finsensgotu í dag. Frá 1986-94 var Hanna forkvinna í Javnstoðunevnd- ini, og metir hon sjálv. at storsta avrik hennara reint politisk var tá ið javn- staðulógin varð sett í gildi. Eftir pensiónsaldur fekk Hannanýttstarvsumumsetari hjá Ríkisumboðnum, eitt starv sum hon hevur verið glað fyri og hóskar júst til hennara royndir, samstundis sum hon fekk storri fríheit við at kunna arbeiða heim- anifrá. Hanna hevur verið sjúk seinastu tíðina og fer tí ikki at halda foðingardagin. Tvær nýggjar frímerkjaútgávur 13. februar kom Frímerkja- deildin hjá Postverki Foroya við tveimum nýggjum frímerkjaútgávum. Talan erum raðina Djúphavsfiskar við 10 frímerkjum við djúp- havsfiskum sum myndevni, og ein rød við trimum fri- merkjum við bygdum í Eysturoy sum myndevni. Frímerkini eru prentað í Eysturríki, og sum nakað nýtt eru frímerkini við djúphavsfiskunum gjord við eini nýggjari effekt, ið kallast „Iriodin“, hetta gevur ein serligan glans til vokru litirnar á fiskunum. Virði á frímerkjunum við djúphavsfiskunum er kr. 5,50 og tey við bygdunum í Eysturoy eru ávikavist 7, 12 og 20 krónur. Astrid Andreasen hevur sniðgivið myndirnar við Djúhavvsfiskunum, og myndirnar av bygdunum í Eysturoy hevur Jákup A. Arge tikið. Sig tína meining í Sosialinum Em Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar faðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát og jarðarferðir Jakku Hansen, vanliga neyndur skómakarin við Gotugjógv, fer til gravar úr Filadelfia í Gøtu, hósdagin, 23. februar, kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jakku, kunnu lata Zarepta eina peningagávu. Dagurin í morgin 24. februar. Leypársmessa. Fjórða hvort ár varð ein dagur taldur afturat í februar mánaði, so at hann fekk 29 dagar. Hetta var ein fyriskipan í tíðarrokning okkara, sum skuldi fáa ár og dagar at samsvara við gongd sólarinnar. Hann var vanliga hildin 24. februar, men 25. februar, tá ið leypár var. Niels Winther doyði hendan dagin í 1892. MYNDIR AV NÝFÐDDUM BÖRNUM Hvænn leygardag ynskir Sosialurin foreldrum tillukku við nýfadda barninum við at bjóða teimum at seta mynd av barninum í blaðið. Foreldur kunnu senda mynd og tekst til teldupost: posiEsosialurin.fo ella í brævbjálva til: Sosialurin, box 76 FR-100 Tórshavn merktur "Nýfadda barn" Skriva avsendara, navn og adressu, og vit senda myndina aftur sum skjótast. Tað er ókeypis hjá foreldrum at fáa mynd og tekst í hendan teigin. Um foreldur ynskja tað, kemur myndafólk á faðideildina at taka mynd. Ringið tel 341800 Sosialurin