Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 39 - 23. februar 2006 Næsta leygardag verð­ur skipað fyri hugnaligari flogbóltskapping fyri motionistar á Tvøroyri Hugnalig samvera Leygardagin 4. mars skipar Tvøroyrar Bótlfelag fyri al­mennum hugna-flogbólti í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Talan er um eina kapping fyri blandað lið og byrjað verður klokkan 13. Tað skulu vera seks leikarar á vøllinum í senn og minst helvtin av teimum skulu vera konufólk. Leikararnir skulu verða minst 30 ára gamlir, men kortini er loyvt at hava ein leikara við, sum er minst 25 ár. Annars er eisini loyvt at hava seks eykaleikarar á hvørjum liðið, so at hvørt liðið kann verða mannað við 12 spælarum. Men av tí, at hetta er ein hugnakapping, sum mest er ætlað motion­ ist­um, er ikki loyvt at hava spælarar við, sum hava spælt í landskappingini seinastu trý árini. Hvørt lið kemur at spæla minst fýra dystir. Luttøkugjaldið verður 400 krónur fyri, men tá fæst eisini okkurt til matna og okkurt leskiligt at drekka á eini hugnaløtu, sum verður leygarkvøldið klokkan 21.00, ella har á leið. Tey, sum hava hug at vera við, kunnu siga frá hjá Chris N.Petersen á telefon 22 19 34 í seinasta lagi nú leygarkvøldið. -Áki- Sunnudagin fer Dávur í Tjørnuvík at siga frá einum longum og livandi lívi í gamla kongliga handlinum á Tvøroyri Frásøgn Sunnudagin fær gamli kong­ ligi handilin á Tvøroyri forvitnisliga vitjan. Tá fer Dávur í Tjørnuvík at siga frá einum longum, hendingaríkum og livandi lívi í handlinum hjá Thom­ sen á Tvøroyri, sum nú er pubb og kafé. Hesa seinastu tíðina hev­ ur hann verið á rundferð kring landið og sagt frá. Hetta er ein rundferð, sum gongur undir heitinum Dáv­ ur á ferð og sunnudagin klokkan 14 fer hann at siga frá í Thomsen-handlinum á Tvøroyri. Dávur í Tjørnuvík er 94 ára gamalur og hann hevur sera gott minni. Har, hann higartil hevur verið og sagt frá, hevur nógv fólk verið og lurtað og tað er ikki so løgið, tí Dávur er er ein meistari at siga frá og hann livir seg av fullum huga inn í sínar frásagnir og fólk sita sum undir lestri, tá ið hann foldar seg út. Og í einum longum og hendingaríkum lívi, hevur Dávur upplivað mangt, bæði á sjógvi og landi so evnini at práta um, tróta ikki. Í fjør skrivaði Sveinur Ís­heim Tummasson bók, har hann letur Dáva siga frá um síni barnaár og fyrstu manndómsár. -Áki- Dávur foldar seg út á Tvøroyri Í Hvalba fara tey at halda føstulávint hetta vikuskiftið, bæði fyri vaksnum og børnum og leygarkvøldið spælir sera vælumtókta orkestrið, Laga­ menn, til dans Føstulávintshald Í Hvala plaga tey at gera eitt sindur burturúr føstulávint og tað fara tey at geraaftur í ár. Sostatt verður føstulá­ vints­hald í Hvalba hetta viku­skiftið, bæði fyri børn­ um og vaksnum Tað er Bóltfelgið Royn, sum skipar fyri og lagt verð­ ur til brots longu leyg­ar­dagin kl. 15, táið tey vaksnu sláa tunnu í Roynhøllini. Klokkan átta um kvøldið verður veitsla, har okkurt verður til matna og tá slær konufólkið tunnu. Eftir veitsluna er almenn­ ur dansur alla náttina, har seravælumtókta dansi­ orkestrið, Lagamenn, spæla tl dans. Mánadagin verður so tiltak í Ronhøllini fyri børn­ um, har tey slá bæði pott og tunnu, alt eftir aldri Tiltakið leygardagin kost­ar 200 krónur fyri tunnu­sláttur og dans, men atgongmerkið til almenna dansin aftaná kostar 120 krónur -Áki- Føstulávintshald í Hvalba Sunnudagin sleppa tvørabørn umborð á verjuskipið at sláa tunnu. Katta­kong­ arnir fáa stórfingnan og forkunnugan vinning Tunnusláttur Tvørafólk og danska sjó­ verj­an hava leingi havt eitt heilt serligt tilknýti. Til­ knýtið hevur verið so tætt, at Tvøroyrar kommuna enn­tá ættleddi verjuskipið Veðrin, tað tíð tað var. Ein partur av hesum fel­ ags tilknýti hevur verið, at onkrir fastir siðir hava tikið seg upp. Ein av hesum siðum er, at á føstulávint liggur verjuskipi inni á Tvør­ oyri og tá verður skip­að fyri tunnusláttri umborð. Og tað verður tað aftur í ár. Sostatt bjóðar manningin á verjuskipunum børnum á Tvøroyri umborð at sláa tunnu sunnudagin kl. 14. Tað plaga at vera nógv børn umborð og sláa tunnu og nógv av teimum hava verið stuttliga ílatin í føstulávintsklæðum av alskyns slagi og tað vænta tey eisini í ár. Og sambært kunningar­ stovuni á Tvøroyri kunnu kattakongarnir vænta sær stórfingna og forkunnuga virðisløn. - Kattakongarnir sleppa ein túr við tyrluni hjá sjó­ verjuni og tað er ikki eiti á vinningi, heldur Kunningar­ stovan. -Áki- Tvørabørn sláa tunnu hjá donsku sjóverjuni Hugna-flogbóltur á Tvøroyri Djóralæknarnir í Føroyum stóðu fyri skotum í Løg­ tinginum miku­ dag­in tá ið teir vórðu skuldsettir fyri at misbrúka støðuna viðvíkjandi fuglakrími til at kroysta pengar burt­ urúr tí almenna Tilbúgving Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Føroyskir djóralæknar eru bæði ómoralskir og ósosialir og teir seta trygdina hjá sam­ felagnum í vanda. Hetta var skoðsmálið, sum djóraæknarnir fingu frá fólkafloksmonnum á løg­tingi mkudagin. Tað var Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, sum vildi hava Bjarna Djurholm, landsstýrismann, at greiða frá, hvussu gekst við roynd­unum at semjast um eina vaktarskipan fyri djóralæknarnir, so at teir altíð kundu vera tilbúnir í sambandi við djórasjúkur av ymsum slagi, eitt nú fuglakrím, men tað kundi eisini vera í sambandi við ILA ella aðrar sjúkur. Hetta fekk tveir fólka­floks­ menn at skjóta við skørpum eftir djóralæknunum og teir skuldsettu djóralæknarnir bæði fyri at seta trygdina hjá samfelagnum í vanda og fyri at misbrúka støðuna viðvíkjandi fuglakrími til at royna at kroysta pengar burturúr tí almenna niður í engar lummar. Poul Michelsen helt, at tað hóvaði honum sera illa, at djóralæknar ikki kundi traðka til, tá ið brúk var fyri tí, uttan at skula hava penagar afturfyri. Hann helt, at tað var heilt ótrúligt, at djóralæknarnir skuldu fáa seg til at seta samfelagsins trygd ívanda við at nokta fyri at bjóða seg fram, tá ið brúk var fyri tí, uttan at teir skuldu hava pengar afturfyri. Men var Poul Michelsen harður í orðum, var parta­­maður hansara, Óli Breckmann, enn meiri hvass­orðaður og eirinda­ leysur í sínum dómi yvir djóra­ læknarnar. Men hann kallaði fram­ ferðina hjá djóralæknunum fyri beinleiðleiðis penga­ kúging, sum vit lesa um í kriminalbókum og síggja í filmum. – Hetta er ómoralskt av hund­unum til og ósosialt ímóti teimum, sum altíð mugu vera klára at fara til arbeiðis fyri onga løn, tá ið á stendur, eitt nú bjargingarfeløgini. Men tað, sum hann helt vera ringasta av øllum, er at fuglakrím er eitt “manna­ skapt fantasiprojekt av einum dómadags-scenarii”. – Fuglakrím er líka sansaleyst sum hetta tvætlið um at vit skulu brenna upp av ozonlagnum, sum brádliga hvørvur, halda vit ikki uppat at brúka spraydósir undir armin og hetta møsnið um at hita jørðina, halda vit ikki uppat at koyra í bili. – Ørskapur, alt sum tað er, skoytti Óli Breckmann upp í. Tó helt, at vit sjálvandi skulu vera til reiðar til eina heimsfarsótt, men hann mælti kortini til, at vit ikki missa fótafestið, men ansa eftir, hvussu vit brúka pengarnar. Finnur Helmsdal ávaraði teir báðar ímóti at leggja ein heilan samfelagsbólk undir at nassa og at misbrúka støð­ una til egnan fyrimun. Hann sipaði til, hvat apotek­arar og læknar og onnur fingu, fyri sama slag vaktarskipanir, men mnurin var, at tey vóru limir í donsk­um fakfeløgum, ella høvdu professionellar dan­ ir at samráðast fyri seg, men tey, sum vóru í før­ oyskum fakfeløgum, fingu durafjórðingin. Hann vísti annars til, at lógim áleggur at hava eftirlit við øllum livandi djórum í sambandi við djórasjúkur, men hetta eftirlitið klára vit ikki, tí vit ikki unna før­ oyskum fakfeløgum teirra rættindi. Bjarni Djurholm helt, at tað er neyðugt hetta at fáa avgreitt, tí missir ES álitið á okkum í hesum sambandi, tí vit ikki hva eina nøktandi tilbúgving, er tað eitt álvarsmál. Annars hevur landsdjóra­ læknin átikið sær av hava hesar vaktirnar, hóast tað hoyrir undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Tað hevði verið ein van­ lukka fyri Føroyar, skoytti Finnur Helmsdal upp í, tí tað kann enda við, at vit ikki sleppa at útflyta fisk til ES. Skutu við skørpum eftir føroyskum djóralæknum Bæði Óli Breckmann og Poul Michelsen løgdu eftir føroysku djóralæknunum í tinginum mkudagin. Djóralæknarnir eru ómoralskir og ósosialir og teir seta landsins trygd í vanda, er niðurstøðan hjá teimum báðum fólkafloksmonunum