Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 223 - 18. november 2000 17 gult cyan magenta svart 16 Sosialurin Nr. 223 - 18. november 2000 Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Bla›stjórn: Eirikur Lindenskov Ta› er ikki loyvt at roykja á almennum stovnum, tí royking elvir til krabbamein. Omaná hevur Strand- fer›slan kunngjørt, at royking annars elvir til vanligan skitt og lort eisini, og tí er slutt vi› at festa sær í inni. ÚT vi› roykjarum, allasta›ni uttan í Atlantsflog. Nú er ta› so, at eg royki sjálvur, men eg havi kortini hug at taka hattin av fyri teimum, sum hava strí›st fyri hesum, tí ta› ER prógva›, at royking er ska›ilig, og so gera tey okkurt vi› ta›. Slíkt kann mann so aldri vera keddur um. Men eftir mínum tykki er kortini ikki meira enn hálvrógvi› enn, tí ta› er sanniliga anna› ska›iligt virksemi enn royking, um ikki upp aftur ska›iligari. Tak bara slaturin. Hetta ó- láta›a svassi› um, hvat næsti okkara er og ger. Um hann sn‡tur í skatti, um hansara fínu manérir, um hann kanska klandrast vi› onkran - og so ta› saft- igasta - um hansara seksuellu vanar og serliga óvanar. Stutt sagt, um at vit sjálvi eru somiki› fitt og hampulig, at vit eiga eina beinlei›is billett inn í himmiríki›. Hugsi, at hetta vánaliga og pínliga undirhald er einki anna› enn ein roynd at káva útyvir, at slatrivætti eru so væl- signa› ósjarmerandi og óstuttlig! Og eftir mínum tykki er slatur nemliga eins ska›iligur og b‡ttur sum royking. Ta› er longu prógva›, at roykur kann ver›a næsta okkara at meini. Ta› er longu prógva›, at roykjarar kunnu elva honum hetta mein. Og vit vita, at næsti okkara er harmur um ta›. Tí hava fólk strí›st fyri at basa royking, og rós fái tey. Hinvegin er ta› ikki prógva› – men vit vita óluksáliga væl, at slatur kann vera næsta okkara at meini. Vit vita óluksáliga væl, at slatrivætti elva honum hetta mein. Og vit vita óluksáliga væl, at næsti okkara er keddur um ta›. Lat okkum tí á saman hátt strí›ast ímóti slatrinum, tí ta› hev›i veri› eitt vir›iligt strí›. Taktikkurin er faktiskt nokkso líkatil, ta› er bara at brúka sama modell sum vi› roykingini – at gera vart vi› ta›! Upp vi› fremstafingri, ávaringar um ska›ilig árin og skelti upp á veggin, har vart ver›ur gjørt vi›, at ta› ber til at slatra púra vilt, bara ikki um onnur. Á summum stovnum eru tey so fitt vi› roykjarar, at tey geva teimum eina royk- stovu, har teir kunnu gassa, sum teir vilja. Ta› ber eisini til at vera beinasamur vi› slatrivætti og geva teimum sína tilsvarandi smettustovu. Eitt fitt líti› rúm úr glasi, har øll kunnu síggja tey dyrka sítt ósjarmerandi undirhald. Ella stutt og greitt - ÚT! EG MEINI TA ‹ Út Sjúr›ur Gullbein skrivar: Birgir Kruse Evropeiskt málár. Ein knortlut yvirskrift. Og so sn‡r hon seg júst um mál og máliskur. So vit lesa einafer› afturat: evrope- iskt málár. Tí næsta ár, ár 2001, er l‡st at ver›a evr- opeiskt málár. Ári› har vit sum búgva í Evropa, skulu geva øllum málunum í heimsparti okkara ans. Ta › hava rá›harrarnir í undir- vísingarmálum samtykt á einum evropeiskum rá›- harrafundi hin 8. juni í ár. Evropeiska málári› ver›ur fyriskipa› av Evro- pakommissiónini í tøttum samstarvi vi› Evropará›i› og UNESCO, sum er deildin undir ST, i› fæst vi› skúla og undirvísing. Meginsjónarmi›i› aftan fyri avger›ina at halda eitt evropeiskt málár er eitt ynski um at gera fólk var- ug vi› vir›ini, sum eru í tí málsliga margfeldi vit hava í Evropa. Harafturat ynskja fyrireikararnir at gera vart vi› ta› henta í at duga fleiri mál, at eggja vanliga fólkinum at læra mál og sí›ani at savna vit- an um fremmandmálsliga undirvísing og læru á øki- num ví›ahvar í Evropa. Í ymsu evropeisku lond- unum ver›ur alt ári› skip- a› fyri tiltøkum, har máli› ver›ur evni›. Mentamála- rá›harrin nevndi í sam- rø›u her í bla›num, at ym- iskt fer at ver›a fyriskipa› herheima. Í Danmark er ta› undirvísingarmálará›- i›, i› skipar fyri ymsu til- tøkunum har í landinum. Á heimasí›uni www.europasprog.dk ber til at fylgja vi› og kunna› seg nærri um tey tiltøk danir ætla at seta í verk. Frá hesari heimasí›u ber eisini til at fylgja sló›um út um alt Evropa. Danska felagi› fyri lær- arar, sum undirvísa í fremmandamálum, Sprog- lærerforeningen, er um- bo›a› í donsku fyrireik- ingarnevdini. Í kunnger› í bla›num SprogLæreren siga tey, at vika 40 er vald at ver›a vikan, har arbeitt ver›ur burturav vi› evrop- eiskum málum í danska skúlanum. Danska mállær- arafelagi› fer eisini at skipa fyri eini kapping hesa vikuna, sum meiri kann lesast um í umrødda bla›i. Evropeiskt málár UNDIRVÍSING Næsta ár ver›ur evropeiskt málár og í viku 40 ver›ur arbeitt burturav vi › evropeisku málunum Ta› eru tey, i› siga at Nor›urlandará›i› og fund- ir tess eru ikki anna› enn kaffi. Ein kaffiklubbur. Men eftir drúgvu fundir- nar í Reykjavík í sí›stu viku hittust teir tríggir, føroyski mentamálará›- harrin Tórbjørn Jacobsen, íslendski starvsbró›ur hansara Björn Björnsson og sangarin Bubbi Morthens á Hótel Borg í mi›um b‡i. Á skránni stó› kaffi og mentaprát. Íslendski mentamálará›- harrin hev›i fest seg vi›, at føroyski starvsbró›urin hev›i alstóran tokka til sangirnar hjá Bubba. Í talu í Nor›urlandará›num hin 7. november hev›i Tór- bjørn Jacobsen nevniliga lagt fyri vi› at sitera Bubba Morthens, sum í einum sangi sigur ”fieir sem enga hugsjón hafa, halda kannski a›, ham- ingjan sé fólgin í, a› hreyfast ekki úr sta›.” Tey sum onga hugsjón hava, halda kanska, at eydnan er at finna, har alt stendur í sta›. Hósdagin eftir rø›una var ta›, at íslendski ment- amálará›harrin fekk rætt- an útnor›ur kaffi-fund í lag millum føroyska Tobba og íslendska Bubba. Teir skiftu or› um tónleik og samstarv londini millum, m. a. var› komandi Lista- stevnan umrødd. Mentan og kaffi Bubbi Morthens, Björn Björnsson og Tórbjørn Jacobsen yvir kaffibolla á Hótel Borg í Reykjavík hósdagin í farnu viku VANDALEYST Í Sosiali- num sí›sta vikuskifti skrivar Jógvan Hugo Gar- dar teldupostin. Jógvan Hugo er klaksvíkingur, men arbei›ir sum bla›- ma›ur í Oslo. Evni hann tekur upp í teldupostinum er Nor›urlandará›i› og fundurin, sum júst hevur veri› í Reykjavík. Eins og a›rir føroyingar, so var hann á sta›num. Jógvan Hugo heldur at Nor›ur- landará›i› trey›ugt vil grípa í egnan barm; vil bara tosa um vi›urskifti í ES, Baltikum o.s.fr. Vi›ur- skifti sum eru fjar og ikki nær. Vandaleys vi›urskifti. "Hetta er bara ein kaffi- klubbur" hevur hann lyndi at siga. Vit hava hitt Dan Reinert Petersen á máli: Er Nor›urlandará›i› eitt "vandaleyst rá›", sum Jógvan Hugo hann sigur í yvirskriftini í telduposti- num sí›sta vikuskifti og er ynski um, at Nor›urlanda- rá›i› skal ver›a eitt "vandaleyst" rá›? Nor›urlandará›i› er fyrst og fremst ta› norrøna parlamenti›, har felags mál og trupuleikar ver›a vi›gjørdir og - um gjørligt - loystir. Nor›urlandará›i› er eisini ein paraplyorgani- satión av feløgum og stu›- ulsgrunnum. Men Rá›i› er so sanniliga eisini ein kaff- iklubbur, og ta› skal ikki undirmetast. Ta› er á rest- aurantum, í gongdunum, vi› døgur›abor›i› og vi› reseptiónirnar, at fólk hitt- ast, skifta or› og gera av- talur. Ta› er her “lobby- isman” fer fram. “Lobbyis- man” er ta› t‡dningar- miklasta, tá i› lond, poli- tikarar og forrætningsfólk vilja hava mál framd og onkusvegna vilja hava á- virkan á gongdina. Um Nor›urlandará›i› er eitt “vandaleyst rá›”, kann ein og hvør meta um. Fólk eru høvisk, og klandursmál hava ikki veri› vi›gjørd í mínari tí›. Tú ert lærari, hevur eis- ini roynt teg sum sjómann, hvussu leingi hevur tú ver- i› Nor›urlandará›slimur? Eg siti nú í Nor›urlanda- rá›num á tri›ja ári. Hesa tí›ina hava veri› tríggir ársfundir ella “sessiónir”. Í Oslo, Stokkholm og nú í Reykjavík. Umframt ta› so hava veri› einir 15 nevnd- arfundir og hoyringar, har ávís evni hava veri› vi›gjørd. Hesir fundir hava skift millum øll Nor›ur- lond uttan Grønland, men hann ver›ur næsta summ- ar. Ein fundur hevur veri› í Føroyum og ein í Álandi. Ein fundur var forrestin í Vilnius í Litavia. Hvussu er føroyska um- bo›anin í Nor›urlanda- rá›num skipa›? Lat meg fyrst grei›a eitt sindur frá, hvussu sjálvt rá›i› er sett saman. Norra, Svøríki, Finland og Dan- mark eiga hvør sínar 20 limir, og Ísland eigur 7. So í rá›num sita 87 parla- mentarikarar. Av sínum 20 letur Finland Álandi 2 limir og Danmark letur Føroyum og Grønlandi hvør sínar 2 limir. Rá›i› er ikki uppb‡tt eftir teimum nationalu sendinevndum, men ta› er b‡tt partapolit- iskt. Har er ein konserva- tivur flokkur, har Jógvan vi› Keldu er limur. Mi›- flokkarnir t.d. Kristiligt fólkapartí og Centrums- demokratarnir sita í bólki saman. Sosialdemokratar hava sín bólk, har siti eg sjálvandi. Hetta er nógv tann stórsti bólkurin. Vinstrasosialistarnir hava sín bólk og so eru einir 2-3 leysgangarar. Í rá›num eru tríggjar nevndir: Europa- nevndin, sum vi›ger mál vi›víkjandi EU. Nær- nevndin, i› vi›ger relati- ónir til grannalond. Og so Nor›urnevndin, i› arbei›ir vi› innlendismálum, her- undir mentan. Í henni sita Jógvan vi› Keldu og eg. Hvønn t‡dning heldur tú, at henda føroyska lut- tøka hevur? Ta› er kanska ikki so lætt at seta or› á t‡dning- in, men hann er stórur. Her hava føroyskir politikar høvi at gera vart vi› síni sjónarmi›. Eg haldi eisini, at vit læra nógv. Og sí›ani er ta› tann á›urnevnda paraplyorganisatiónin vi› felagsskapum og grunnum, i› føroyingar njóta gott av t.d. “Nomus”, “Nordbok”, “Nordplus” og ikki minst tann stóri mentunargrunn- urin. Føroyar eydna›ust á Nor›urlandrá›sfundinum í Reykjavík at fáa fastan sess í stóra Norrøna Ment- unargrunninum. - Fer ta› at hava t‡dning framyvir? Heilt givi›. Ikki tí, nógvir føroyingar hava noti› gott av hesum ment- anargrunninum. Men sita vit eisini í nevndini fyri grunnin, koma vit at hava ávirkan á, hvørjir umsøkj- arar fáa stu›ul. Annars havi eg hoyrt frá føroya- vininum Søren Hansen, formanni fyri grunnin, at eitt yvirlit yvir játtanir vís- ir, at lutfallsliga eru smá- londini ríkiliga stu›la gjøgnum árini. Eg kann skoyta uppí, at føroyskur kunstur stendur høgt í met- um hjá listahuga›um í Nor›urlondum. Serliga er ta› málningalistin í Før- oyum, i› er væl dámd og ver›ur mett millum ta› besta í Nor›urlondum. Men eisini føroyskar bók- mentir, tær i› eru atkomi- ligar hjá nor›búgvum, eru væl dámdar. Tey i› kenna myndahøggaran Hans P. Olsen og hansara listaverk, hálova hansara avrikum. Útnor›ur hoyrist ov illa, ver›ur ofta sagt. - Ert tú samdur vi› hesum pá- standi? Ta› er væl møguligt, at Útnor›ur hoyrist ov illa. Orsøkirnar eru fleiri. Ein orsøkin er helst, at vit 11 parlamentarikar í Før- oyum, Íslandi og Grøn- landi muna líti› móti teim 76 í tí skandinaviska blokkinum . Ein onnur or- søk er, at rá›i› arbei›ir ikki regionalt, men polit- iskt. Eitt anna› er eisini, ta› er, at okkara seráhuga- mál rúgva líti› móti fel- agsmálum hjá teim stóru londunum. Tó má sigast, at nógvir politikar í Nor›ur- landará›num hava stóra vitan um Føroyar og áhuga fyri føroyiskum vi›ur- skriftum. Ein máti at bøta um áhugan fyri Útnor›ri er, at vit sjálvi eru aktiv og sjónlig. Formalisera›i vi›- urskifti millum Útnor›ur- rá›i› og Nor›urlandará›i› skuldi eisini hjálpt mun- andi. Nógv hevur veri› tosa› um mál, landspartamál og ríkismál, í seinastuni. Út frá teimum royndum tú hevur í nor›urlendskum sambandi, hvussu metir tú at føroyingar eru fyri málsliga - sæ› í mun til a›rar nor›búgvar? Málsliga eru føroyingar suverenir. Málini, i› tosa› ver›a, eru norskt, svenskt og danskt. Nakrir finnar tosa svenskt, a›rir tosa sítt mó›urmál, sum so ver›ur tolka› til svenskt og sent yvir oyratelefonir til lut- takararnar. Men eg havi var›hugan av, at stundum knípir forstáilsi millum t.d. danir og svenskarar. Men vit føroyingar vi› okkara norrøna máloyra og vi› gøtudonskum føla okkum sum fiskur í sjónum. Er naka› mál frammi í norrønum høpi, sum hevur tín stóra áhuga, beint nú, ella komandi? Í løtuni er vísmannara- pportin “Oppet för värl- dens vindar” aktuell. Og eg skilji, at hon eisini kemur til a›alor›askifti á Tingi í heyst ella í vetur. Tit sum eru føroysk um- bo› í Nor›urlandará›num, arbei›a tit vi› nøkrum ser- støkum uppskoti - uppá styttri ella longri sikt? Tá i› Jógvan vi› Keldu og eg vóru n‡valdir, løgdu vit uppskot fyri Nor›ur- landará›i› um, at rá›i› stu›la›i or›abókager› í og úr føroyskum, íslendskum og grønlendskum. Ta › eydna›ist at fáa eina fasta játtan á fíggjarlógina hjá Rá›num uppá kr. 800.000. Hesa játtan umsitir “Nord- isk språkråd”, har Jógvan í Lon er nevndarlimur. Í løt- uni arbei›i eg vi› einum uppskoti um demokrati og politiskt medvit. Út frá hesum helt eg mína talu í Nor›urlandará›num í Reykjavík. Men Sosialurin hevur ikki havt áhuga at sett taluna í bla›i›. Nor›urlandahúsi› er helst mest ítøkiliga úrsliti› av norrønum samstarvi. Me›an nor›anlond rinda meiri enn 90% av hesum stovni so rinda vit - føroy- ingar - bara nøkur fá pro- sent. Kann hetta fíggjar- mystur hugsast at ver›a n‡tt aftur? Kann hugsast, at nakar annar nor›ur- lendskur stovnur fæst til Føroya? Ella er vandi fyri, at eitt sovori› fíggingar- mynstur kann blíva ein koddi? So leingi Nor›urlanda- rá›i› eigur húsi› og hevur ábyrgdina av tí, so vænti eg, at hetta fíggingar- mynstur heldur fram. Eg haldi alt ikki, at hetta er nakar koddi, men ein trygd. Vi› tí ivasama vilja, føroyskir politikar hava fyri at stu›la mentan, eri eg bangin fyri, at Nor›ur- landahúsi› hev›i dotti› ni›ur fyri, um vit einsa- mallir skuldu goldi›. Tá fingu vit eitt føroyskt hús ísta›in fyri eitt Nor›ur- landahús. Og so var ætl- anin vi› húsinum burtur. Ta› er væl hugsandi, at sama fíggingarmynstur kann n‡tast í ø›rum høpi. Kanska til ein norrønan háskúla ella granskingar- stovn. Men hetta eru bara leysir tankar, sum eg taki úr egnum brósti. Sum politikari og limur í Nor›urlandará›num, hvussu ert tú nøgdur vi› ta› virksemi, sum hevur veri› í Nor›urlandahúsi- num í skjótt tjúgu ár? Hev- ur tú havt nakra løtu, sum hevur veri› serliga framúr, í hesum húsi? Nor›urlandahúsi› hevur havt ómetaliga stóran t‡dning: Ta› er okkara mentunarvindeyga úteftir. Ta› hevur fingi› kunstnar- ar til Føroya, sum annars ikki vóru komnir: musikar- ar, sjónleikarar høvundar, myndlistafólk og onnur. Ta› er eisini karmur um eitt ríkt føroyskt mentunar- lív, sum ikki kundi veri› húsi› fyriuttan. Eg vil ikki draga naka› tiltak fram um naka› anna› fyri ikki at forsmáa nakran. Men tá i› Føroya Synfoniorkestur hevur sína n‡árskonsert, so hevur man kensluna av, at vit eisini eiga ein “Albert Hall”. Og ta› eiga vit at vera stolt av og gla› fyri. Meira kaffi? Jú takk. Svart, uttan sukur. Útnor›urkaffi Føroysku nor›urlandará›slimirnir, Jógvan vi› Keldu og Dan R. Petersen framman fyri finska ríkisdagsbygningin, Edskunta ÚTNOR‹UR Ta› er væl møguligt, at Útnor›ur hoyrist ov illa. Ein orsøkin er helst, at vit 11 parlamentarikarar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi muna líti› móti teim 76 í tí skandinaviska blokkinum, sigur Dan R. Petersen. - Og vi› tí ivasama vilja, føroyskir politikar hava fyri at stu›la mentan, eri eg bangin fyri, at Nor›urlandahúsi› hev›i dotti› ni›ur fyri, um vit einsamallir skuldu goldi›