leygardagur 18. november 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 223 - 18. november 2000
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 223 - 18. november 2000
Birgir Kruse
Sigrun, um gó›ar tvær
vikur letur tú sjálv fimta
upp frams‡ning í New
York. Hvussu kom henda
amerikanska frams‡ningin
av føroyskari list í lag?
Í november í 1997 vóru
vit sum familja í New York
í sambandi vi›, at Tordur,
ma›ur mín, var› eyglei›ari
fyri Føroyar á ST a›al-
fundinum har. Tá møtti eg
Elfi von Kantzow í donsku
Sjómanskirkjuni. Elfi er
svensk, gift danskara, og
tey munnu hava bú› í New
York í eini 50 ár. Hon hev-
ur skipa› fyri nógvum list-
aframs‡ningum, sum kura-
torur fyri American Scand-
inavian Society og er ein
sera áhugaverd kvinna.
Tá i› hon fekk at vita, at
eg var listakvinna, vóru vit
beinanvegin á bylgjulongd,
og práti› fall sjálvsagt á
Føroyar og føroyska list,
og hvussu ta› hev›i veri›
at skipa› fyri einari før-
oyskari frams‡ning í sjálv-
um hjartanum í New York.
Hetta var› so byrjani til
frams‡ningina, sum hin 5.
desember letur upp í New
York. Sí›ani tá havi eg so
havt regluligt samband vi›
Elfi. Hon og ma›urin vóru
og vitja›u okkum í summ-
ar.
Í sambandi vi› ætla›u
frams‡ningina samla›i eg
sí›ani tilfar frá 14 lista-
fólkum, sum var› sent til
metingar hjá Elfi. Úrsliti›
gjørdist so, at vit fimm,
Astri Luihn, Kári
Svensson, Amariel Nor›oy,
Ey›un av Reyni og eg
sjálv vór›u tey, i› komu at
mynda hesa fyrstu fram-
s‡ning í New York. Vón-
andi ver›ur hetta bert ein
byrjan til ví›ari samstarv á
listarliga økinum.
Hvørjar eru umstø›-
urnar, har s‡nast skal
fram?
Nú havi eg ikki veri› og
sæ› T.A.G. Gallery sjálv,
men sambært Elfi eru høl-
ini ljós, gó› og høgt er til
lofti›. Hølini liggja sera
væl fyri, mitt í New York,
beint vi› Fifth Avenue,
tætt vi› tey kendu lista-
søvnini sum Guggenheim,
Metropolitan og Witney.
Eisini eru ein hópur av
matstovum har um vegir.
Hvussu ver›ur farlei›in
hjá tykkum, sum fara úr
Føroyum ,og hvussu skulu
tit búgva í hesum stóra
sta›i, beint uppundir jól?
Fer›in hjá okkum byrjar
fríggjadagin 1.desember, tá
vit flúgva til Reykjavíkar;
ver›a eina nátt á Sjómans-
heiminum Ørkini og ha›-
ani ver›ur so fari› til Kefl-
avíkar vi› bussi. Sí›ani
ver›ur flogi› til New York,
har vit ver›a leygarkvøldi›
um 6 tí›ina. Me›an vit eru
í Reykjavík, fara vit eisini
at vitja á Hafnaborg, har
vit fimm skulu hava eina
frams‡ning í aprílmána›i
næsta ár.
Í New York gista vit á
YMCA. Ta› liggur eisini
sera væl fyri. Beint vi›
Central Park og tætt vi›
T.A.G. Gallery, har vit
s‡na fram.
Grei› mær frá um tey
myndaevni, tú arbei›ir vi›.
Tey eru eitt sindur - ein
heilan deil - annarlei›is
enn hjá ø›rum listafólki í
Føroyum. Hví? Er nøkur
ætlan, ella serligur vilji í
hesum serstaka motiv-vali?
Ein serligur heimur, tú vilt
lata upp fyri?
Mínar myndir eru míni
hjartabørn. Eg havi altí›
vilja haft naka› at givi›
vi› mínum málningum, frá
tí eg minnist. Eisini tá i›
eg gekk á Akademinum,
men tá var eg sera bundin í
mínum myndavali. Ta› er
altí› ein partur av mær,
sum liggur í hvørjari
mynd, tí havi eg sera tor-
ført vi› at sleppa teimum.
Ta› ver›ur so intenst.
Inntil í 1995 mála›i eg
mest naturalistiskt, men so
hendi naka›, sum ávirka›i
meg sera nógv. Dey›in
kom inn í okkara familju,
og aftaná ta› var alt broytt.
Tá var ta› fyrstu fer›, at
symbol komu inn í mínar
myndir, og sí›ani tá havi
eg ikki kunna slept
teimum. Eg veit satt at
siga ikki, hví míni mynda-
evni eru annarlei›is enn
hjá nógvum føroyskum
listafólkum - eg havi einki
svar.
Nú eri eg ein kristin, eg
veit ikki um ta› kann hava
naka› vi› myndavali› at
gera - kanska, men ta›,
sum ein er sannførdur um
kemur jú til sjóndar, í tí
ein ger, antin so ella so, so
kanska er ta› ta›? Eg haldi
ikki, at eg bevíst vil lata
naka› upp, men eg vil vi›
mínari list koma vi› nøkr-
um alternativum, l‡sa, at
Gud ikki er dey›ur, og at
lívi› er vert at liva, hóast
alt.
Kanska er ta› ein av
grundunum? Men at sym-
bolini eru komin inn er
ikki bevíst. Eg havi sett
mær fyri, at einki ella
eingin skal ste›ga mær. Eg
má mála alt ta›, sum ligg-
ur mær á hjarta.
Mær dámar sera væl Dr.
H. R. Rookmaker, profess-
ara í listasøgu, og hansara
sjónarmi›. Hann sigur í
bók sínari.”Art needs no
justification” m. a., at ”ein
kann ikki velja ein stíl sum
best ber til, tí stílurin er
ein partur av innihaldinum,
ta› listarverki› sigur, ligg-
ur í sjálvum forminum. Á
ein hátt hevur listamálarin
ikki ein stíl, sum kann
skiftast út vi› ein annan;
hann er ein stílur. Í stíli-
num vísur hann, hvør i›
hann er”.
Arbei›slagi›, hvussu er
ta›, tá tú málar? Nakrar
serligar arbei›svanar?
Eg eri A-menniskja, so
mær dámar best á morgni.
Vanliga fari eg ein túr om-
an á Møl vi› hundinum.
So fari eg til verka. Tá er
eisini fri›ur í húsinum.
Børnini eru farin í skúla
og ma›urin til arbei›is. Tá
kann eg arbei›a frá umlei›
klokkan 9 til umlei›
klokkan 15. Oftani havi eg
fleiri myndir fyri ísenn, ta›
dámar mær best, og jú
meira eg arbei›i, tess
meira veri› eg inspirera›.
Eg fari at nevna or›ataki›
”Eitt gott listaverk er 95%
arbei›i og 5% inspiratión.”
Ta› er sannuliga naka› at
hugsa um.
Setir tú tær sjálvari nøk-
ur ávís krøv tá tú málar?
Listin vísir hvør tú ert
SYMBOL Inntil 1995 mála›i eg mest naturalistiskt, men so hendi naka›, sum ávirka›i meg sera nógv, sigur
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen av Ei›i. – Dey›in kom inn í okkara familju, og aftaná ta› var alt broytt. Tá
var ta› fyrstu fer›, at symbol komu inn í mínar myndir, og sí›ani tá havi eg ikki kunna slept teimum
Astri Luhin, Kári Svensson, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Amariel Nor›oy og Ey›un av Reyni (Mynd: Jens Kristian Vang)
Sum krav vil eg, at
myndirnar skulu ver›a í
balansu, bæ›i í liti og
skapi. Um ikki, so er ta›
eitt bevíst val. Naka› eg
hugsi sera nógv um nú,
er ta›, at mi›jan skal
ver›a fylt upp, sum ta›
t‡dningarmesta í
myndini.Ta› sentrala —
sjálv lívsnervin, sum alt
gongur út frá.
Eg hugsi altí› nógv í
samband vi› hvørja ein-
astu mynd. Og so dámar
mær sera væl at lurta eft-
ir tónleiki me›an eg
máli.
Hvussu vi› ateliéri,
hevur tú atgongd til ta›?
Eg havi eitt atlier, sum
er umlei› 20 fermetrar til
støddar og vi› gó›um
ljósi.
Tú bú›i eina tí› í
Grønlandi; eg havi varn-
ast, at vali› av mynda-
evnum endurspeglast í
hesum; broytti Grønland
teg sum menniskja og
listafólk — og kann ein
forrestin skilja ímillum
menniskja og listafólk?
Í 1998-1999 vóru vit
sum familja í Eystur-
grønlandi. At vera so
langt burturi og so av-
byrgdur í eitt heilt ár má
seta síni spor. Eg upp-
livdi alt sera intenst. Ta ›
var tungt til tí›ir, men
sera læruríkt. Á fleiri
økjum var ta› sum at fara
40 ár aftur í tí›ina. Men
tú livdi, me›an tú livdi.
Fólkini vóru sera fitt, vit
blivu gó› vi› tey og um-
vent.
Undarligt er lívi›; vit
fingu ein sera gó›an vin,
sum lærdi dreingirnar hjá
okkum alt um fangaralív-
i›. Men sjálvan Páskadag
fór hann út á ísin vi›
familjuni og doy›i har
úti, bert 40 ára gamal.
Ta› tók sera fast hjá okk-
um øllum. Náttúran og
hundarnir - alt gav mær
naka›, sum ikki kann
forklárast.
Og ikki at forgloyma
ljósi›, sum ávirka›i meg
sera nógv. Eisini henda
stórsligna tøgnin, sum tú
merkti, tá tú vart úti á ísi-
num á hundasle›u. Ikki
eitt lot ella ljó›, uttan
bara su›i› fra skinnaru-
num á hundasle›uni. Ta ›
var eitt veldugt upplivilsi.
Tú vart eitt vi› náttúr-
una! Ta› var, sum komst
tú tí æviga nærri, kenslan
av Guds nærveru. Ta ›
sæst aftur í málningum
mínum, alt anna› er heilt
ógjørligt.
So listarliga mentist eg
jú uttan iva, eisini tí, at
listin og menniskjan kann
jú ikki skiljast sundur.
Listin vísur, hvør tú ert
sum menniskja og um-
vent.
Listamálarin Niels
Kruse var abbi tín.
Hvussu minnist tú hann?
Abba mín minnist eg
ikki, eg var bert 3 ára
gomul, tá i› hann doy›i.
Ta› sum eg veit, havi eg
fingi› fortalt. Hann var
ein sera dámligur ma›ur,
kenslubor›in og gó›ur
vi› børn. Mála›i hvønn
einasta dag og hev›i
leingi um hvørja mynd.
Tá mamma og mostur
hildu, at nú var málning-
urin li›ugur, fór abbi
rættuliga í gongd.
Í me›an børnini vóru
smá høvdu omma og
abbi postin. Eisini plagdi
abbi at skera út og mála
navnamerki til bátar, og
var doktarin burtur, so
heittu tey á abba. Tá var
hann áliti›, so hann hev›i
nógvar ymiskar uppgávur
her nor›uri. Málningarnir
vóru ikki d‡rir tá — 25
krónur fyri hvønn. So ta›
var mangan smáligt hjá
teimum, men tey høvdu
ta› gott. Hev›i hann ikki
havt so gó›a konu, so
hev›i ta› nokk ikki ging-
i›. Abba dámdi sera væl,
tá i› onkur kom inn á
gólvi›, sum hev›i skil
fyri list.
Tá bleiv hann so upp-
lyftur og gla›ur; Ás-
mundur Poulsen spurdi
abba einafer›, um hann
ikki kundi læra seg at
mála. Tá svara›i abbi, at
ta› kundi hann ikki. Ta ›
mátti ein ver›a føddur
vi›. Mamma sigur frá
Ingálvi av Reyni, at abbi
var sera livandi og
hjartaligur, tá hann vísti
sínar myndir fram.
Hvat heldur tú um
málningar hansara; nakra
favoritt-mynd?
Málningar hansara
dámar mær sera væl .
Teir eru á sera høgum
listarligum stø›i, haldi
eg. Einki merkt av tilvild,
alt væl gjøgnumhugsa›.
Hann var sera vælger›in.
Sjálv eigi eg ein lítlan
málning frá 1921, sum eg
eri ómetaliga gla› fyri.
Ein sonn perla frá abbasa
hond.
Sum tann einasta í
familjuni, i› fór tann list-
arliga vegin, gjørdi
omma av, at eg skuldi
arva málarakassan og
staffeli›i›. Ta› eri eg
framvegis sera gla› og
stolt av, og ta› ver›ur
nógv brúkt.
Takk fyri práti›, gó›a
eydnu og ikki minst gó›a
fer› til New York!
Takk fyri ta›.
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen (f. 1950) á Ei›i var
næmingur á tekniskúlanum
hjá Askou-Jensen á Glypto-
tekinum í Keypmannahavn
1971-72, sí›an á mál-
araskúlanum og gra-
fikkskúlanum á lista-
akademinum hjá Wilhelm
Freddie, Dan Sterup-
Hansen, Freddie A. Lerche
og Sven Dalsgaard 1973-80.
Í mong ár sóust av og á
landslagsmálningar frá
hennara hond, og l‡singar av
útró›rarmonnum umbor› á
bátum sínum. Men tey sein-
astu fimm árini hevur hon
fingi› høvi til at hugsavna
seg um myndlistina, og hon
hevur funni› seg sjálva í
einum ímyndandi stíli, har
hennara trúarliga sinni fær
andarúm. Í symbol-løddum
l‡singum, i› hava surrealist-
iskan dám, ver›ur stø›-
utakan til tilverunar stóru
spurningar — fø›ing, dey›a
og uppreisn í páradísi — av
fullum huga bo›a›.
(úr ”Myndlist í Føroyum” Bár›ur Ják-
upsson, Sprotin 2000)
»From The Atlantic Edge«
frams‡ningin vi› teim fimm
føroysku listafólkunum
ver›ur í T.A.G. Gallery, 24
West 57th Street, 3rd floor,
New York City. Lati› ver›ur
upp t‡sdagin 5. desember
17:30, tá danski sendiharrin
Michael Mørch tekur ímóti,
Ey›un Andreasen sigur frá
um Føroyar og Edvard
Nyholm Debes og Stamen
Stantchev spæla n‡ggjan
føroyskan tónleik. Frams‡n-
ingin er opin t‡sdag-
leygardag 10-17 fram til hin
23. desember.
- Vónandi ver›ur frams‡ningin hjá okkum fimm í New
York bert ein byrjan til ví›ari samstarv á listarliga
økinum. Astri Luhin pakkar
– Sum tann einasta í fam-
iljuni, i› fór tann listarliga
vegin, gjørdi omma av, at
eg skuldi arva málarakass-
an og staffeli›i›. Ta› eri eg
framvegis sera gla› og stolt
av og ta› ver›ur nógv
brúkt.
Abbi Sigrun, Niels Kruse
(1871-1953), sæst á
myndini undur bowlar-
hatti, til vinstru fyri dura-
opninginum. Myndina
hevur skotski myndama›-
urin Mr. Norrie tiki› í
túninum hjá Kruse og
teimum í 1894