hósdagur 23. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 23. februar 2006
19
UTTAN ÚR HEIMI
Í gjár var val í Uganda,
og fyri fyrstu ferð høvdu
veljararnir høvi at velja
ímillum valevni úr fleiri
flokkum.
Eygleiðarar halda kort
ini, at gamli forsetin,
Yoweri Musuveni, fer at
fáa meiri enn 50 prosent
av atkvøðunum, so hann
sleppur undan einum val
umfari afturat. Hann hevur
sitið við valdið í Uganda
seinastu 20 árini, og herfyri
skipaði hann so fyri, at
grundlógin bleiv broytt,
so hann slapp at stilla upp
eina ferð afturat.
Hóast valið verður kall
að demokratiskt, hevur
andstøðan ikki havt tær
bestu umstøðurnar upp
undir valið. Í november í
fjør bleiv andstøðuleiðarin,
Kizza Besigye, tikin og
skuldsettur fyri neyðtøku
og landasvik. Hann var júst
komin aftur til Uganda eftir
at hava verið í útlegd síðani
valið í 2001, tá hann mátti
lúta fyri Musuveni.
Herfyri segði Musuveni,
at hann heldur seg hava
stýrt Uganda væl seinastu
20 árini, sjálvt um upp
reistrarherurin Harrans
Mótstøðuherur hevur rikið
hálva aðru millión fólk frá
húsi og heimi har norðuri
í landinum. Uppreistrar
herurin er kendur fyri sín
óhugnaliga harðskap og
hevur millum annað burtur
flutt nógv túsund børn og
brúkt tey til hermenn ella
trælir.
Demokratiskt
val í Uganda
80 prosent av teimum, sum
eru virkin á danska arbeiðs
marknaðinum, atbeiða
meiri enn teir ásettu 37
tímarnar um vikuna, og ein
kanning vísir, at tey fáa ann
aðhvørt frídagar ella peng
ar afturfyri.
Kanningin, sum fakfelag
ið HK hevur gjørt, vísir, at
20 prosent arbeiða yvirtíð
hvørja viku, onnur 20
prosent arbeiða ofta yvir
tíð, og 40 prosent siga,
at tey arbeiða yvirtíð av
og á. Bara tey seinastu 20
prosentini siga, at tey hava
ongantíð yvirtíð.
HK heldur ikki, at
tað er nakar trupulleiki,
at so nógv fólk arbeiða
meiri enn ta sáttmálasettu
arbeiðstíðina.
Felagið
vísir á, at tað hevur sjálvt
gjørt sáttmálar, sum loyva
yvirtíð, og tí er tað sjálvandi
í lagi, at hesin møguleikin
verður brúktur.
Nógv arbeiða yvirtíð
Dómsvaldið í Fraklandi
hevur dømt tríggjat fransk
ar myndamenn fyri at hava
tikið myndir av Dianu prin
sessu og unnusta hennara,
Dodi Al Fayed, áðrenn
og aftan á bilvanlukkuna,
sum kostaði teimum og bil
førara teirra lívið í august
í 1997.
Myndamenninir vórðu
dømdir fyri at hava gjørt seg
inn á privatlívið hjá fólki,
sigur BBC. Teir tríggir
vórðu fríkendir í einum
øðrum rætti í París í 2003
og 2004, men eftir trýsti
frá pápa Dodi Al Fayed,
Mohamed Al Fayed, gjørdi
dómsvaldið av at taka málið
uppaftur. Hesaferð fingu
myndamenninir bót.
Teir tríggir myndamenn
inir tóku fyrst myndir av
Dianu of Dodi Al Fayed, tá
tey fóru úr Riz-hotellinum.
Seinni tóku teir eisini mynd
ir av teimum báðum, meðan
tey sótu føst í bilinum í
Alma-tunlinum.
Myndamenn dømdir
Ein sjey ára gomul genta
har eysturi í India varð nú
um dagarnar gift við einum
hundi, tí ættarfólk hennara
vilja vera við, at á tann hátt
kann ættin sleppa undan
einari bannlýsing, sum
plágar ættina.
Avgerðin at lata gentuna
giftast einum hundi bleiv
tikin, tí tað vísti seg, at
tenninar í yvirmunninum
hjá gentuni komu undan,
áðrenn nakað sást til tenn
inar í undirmunninum,
skrivar AP. Gentan og for
eldur hennara eru úr ættar
bólkinum Santhal, og har
halda tey, at tað boðar frá
vanlagnu, um tenninar í
yvirmunninum koma fyrst,
og at tann einasta loysnin
er, at gentan verður gift ein
um hundi.
Sambært AP stóð brúd
leypið í tríggjar dagar eftir
gomul siði hjá Santhal-fólk
inum. Pápi gentuna sigur
tó, at tað stendur gentuni
frítt at gifta seg aftur seinni
og tá við einum manni, vil
hon tað.
Genta gift við hundi
Sum er líða 11 milli
ónir fólk hungur í
Eysturafrika orsakað
av turki, men serfrøð
ingar bera ótta fyri,
at um fá ár fara 100
milliónir fólk at
svølta
Hungur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í Kenya orka húsdjórini
ikki at standa á beinunum,
tí tey hava einki at eta, og
bøndurnir fáa lítið og einki
fyri tey deyðu djórini, tí
tey eru at kalla bara skinn
og bein. Í Somalia doyggja
fólk av vætutroti á veg til
brunnarnar, og sum altíð eru
tað børnini, sum líða mest.
ST hevur sett sær fyri at, at
í 2015 skal talið á svøltandi
fólki verða helvtina minni
enn í dag, men serfrøðingar
bera ótta fyri, at tað fer at
ganga tann øvugta vegin,
og at talið heldur verður
fleirfaldað tey næstu níggju
árini.
Matvørustovnurin hjá
ST, WFP, bað longu í heyst
altjóða samfelagið hjálpa
teimum nógvu svøltandi í
Eritrea, Djibouti, Somalia
og Kenya, tí at 6,2 milliónir
fólk har høvdu hjálp fyri
neyðini. Nú sigur WFP, at
talið er 11 milliónir, og at tað
veksur dag frá degi.
Hjálparfelagsskapurin
Oxfam kunngjørdi fyri
stuttum eina frágreiðing
um støðuna í Somalia. Har
verður millum annað sagt,
at fleiri hundraðtúsund fólk
fáa bara trý gløs av vatni um
samdøgrið, og tað skulu tey
brúka til matgerð, reingerð
og til at drekka. Mong
royna at ragga sær til keldur
og brunnar eftir vatni, men
fleiri og serliga børn doyggja
á vegnum av vætutroti.
– Eingin kann liva við
trimum gløsum av vatni í 40
stiga hita, sigur Mohamed
Elmi, sum er deildarleiðari
hjá Oxfam, við Reuters.
Danin Per Pinstrup-And
erson, sum er stjóri á al
tjóða matvørugranskingar
stovninum IFPRI, segði á
einari ráðstevnu herfyri, at
við verandi gongd hevur
altjóða altjóða samfelagið
ongan møguleika at røkka
málinum um at skerja talið á
teimum svøltandi eina helvt
innan 2015. Tvørturímóti
helt hann, at vit fara at hava
umleið 100 milliónir svølt
andi um níggju ár, verður
einki munagott gjørt. Tað
fer at fáa avleiðingar.
– Hetta er sera harmiligt
og fer at gera heimin til eitt
vandamikið stað. Fleiri verða
eggjað til at fremja yvirgang
fyri at vísa sína misnøgd við
tann altsamt veksandi munin
á ríkum og fátækum, segði
Per Pinstrup Anderson.
Tað er væl hugsandi,
at serbisku myndug
leikarnir hava funnið
Ratko Mladic, sjálvt
um hann ikki er tikin
enn
Serbia
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Tað áliggur serbisku
stjórnini at handtaka Ratko
Mladic og at útflýggja hann
til rættarsókn í Haag.
Tað var viðmerkingin hjá
høvuðsákæpranum í Haag,
Carla del Ponte, tá serbiskir
fjølmiðlar fyrradagin hildu
uppá, at generalurin var tik
in. Seinni avsannaði stjórn
in í Beograd tíðindini í fjøl
miðlunum, og tað gjørdi
Carla del Ponte eisini.
Men eygleiðarar halda, at
tað er væl hugsandi, at serb
iska stjórnin hevur fingið
samband við generalin, men
at hon roynir at fáa hann at
geva seg yvir, so hon kann
sleppa undan at taka hann
við makt og at noyða hann
til Haag.
Eygleiðararnir vísa á, at
serbiski forsætisráðharrin,
Vojislav Kostunica, var ímóti
avgerðini hjá undanmanni
sínum at senda Slobodan
Milosevic til Haag ímóti
hansara vilja. Tí kann hann
ikki útflýggja Mladic, utt
an so at hesin játtar at fara
sjálvboðin, siga eygleiðar
arnir.
Ein ónevnd kelda í serb
isku tryugdartænastuni segði
við AP í gjár, at stjórnin
í Beograd kann væl hava
fingið samband við Ratko
Mladic, uttan at hon hevur
sagt dómstólinum í Haag
frá.
Norski Balkan-serfrøðing
urin Svein Mønnesland tekur
undir við hesum sjónarmiði.
Hann vísir á, at 15 serbar,
sum eru undir illgruna fyri
krígsbrotsverk, hava givið
seg yvir til myndugleikarnar,
síðani Kostunica tók við.
Eingin veit, hví teir valdu
at geva seg yvir, men tað er
ikki óhugsandi, at pengar
eru uppií, ella at aðrir hava
fingið grið afturfyri, sig
ur Mønnesland við Aften
posten.
– Tað er ikki óhugsandi, at
stjórnin í Beograd er til reiðar
at lata Mladic fleiri milliónir
krónur afturfyri, at hann
gevur seg yvir, sigur norski
Balkan-serfrøðingurin.
Vandi fyri at 100 milliónir
fara at líða hungur
Verður einki munagott gjørt, fara 100 milliónir fólk at líða hungur um fá ár
Mynd: Reuter
Loyniligar samráðingar um Ratko Mladic