hósdagur 23. februar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kvinnurnar hjá
Drátti kundi tikið
ein týðandi stig
ímóti gullinum í
meistaradeildini í
flogbólti, men liðið
tapti púra óvæntað
ímóti botnliðnum
KÍF í gjárkvøldið
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dráttur hevur verið suverent
lið í meistaradeildini hjá
kvinnum í flogbólti. Liðið
liggur langt á odda, og tað
hevur bara verið spurningur
um dagar, áðrenn liðið tryggj
aði sær FM-heitið.
Mikukvøldið kundi liðið
taka eitt avgerandi stig fram
ímóti FM-heitinum, men
Dráttur snávaði í dystinum
ímóti KÍF.
Kvinnurnar úr Kollafirði
vunnu nevniliga dystin í Hoy
víkshøllini 3-1. KÍF vann
fyrsta sett 25-21, og síðani
vann Dráttur 25-18. Men tey,
sum hildu at oddaliðið hevði
vent dystinum fóru skeiv, tí
KÍF vann næstu settini 27-
25 og 25-12.
Ein feril av spenningi
Nú má Dráttur útseta vissuna
um FM-heitið. Dráttur er
seks stig frammanfyri TB,
men TB hevur spælt ein dyst
færri, og vinna kvinnurnar
av Tvøroyri hendan dystin,
kunnu tær minka um mun
in niður í fýra stig áðrenn
tríggjar teir seinastu dystir
nar.
Tað skal framvegis nógv
til at koppa Drátti, men við
óvæntaða úrslitinum miku
kvøldið er eitt lítið vet av
spenningi komið í kapping
ina aftur.
Nr. 39 • hósdagur • 23. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
VÍF-Tjaldur
23-24 (9-14):
Næsti
sigurin
á rað
Tjaldur kom
seint ígongd við
endaspurtin. Eftir
at tær ongan dyst
vunnu í tvey ár,
vunnu tær báðar
teir seinastu dyst
irnar hetta kapp
ingarárið. Men
niðurflytingin er
kortini veruleiki
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Niðurflytingin var longu
veruleiki hjá báðum lið
unum báðum, áðrenn far
ið varð undir dystin. Men
við nývunna sigrinum á
StÍF seinasta vikuskifti,
hevði Tjaldur kanska
størri sjálvsálit hesaferð.
Gjøgnum fyrra hálv
leik togaðu tær seg eisini
væl framum, men eftir
steðgin kom stígur í.
Tjaldur skeyt bara eitt mál
fyrsta korterið av seinna
hálvleiki, og hetta brúkti
VÍF til at leggja seg greitt
á odda. Seinasta korterið
av kappingarárinum hjá
teimum báðum liðun
um koppaði tó aftur hin
vegin. Hetta korterið
vann Tjaldur 8-4, og við
seinasta málinum frá
Maju Hecimovic, megn
aðu tær fyri aðru ferð
á rað at fáa tvey stig til
høldar.
VÍF-Tjaldur
23-24 (9-14)
Málskjúttar
VÍF: Jacklin Durhuus
10(2), Bjørg Patursson
4, Tórgunn Johannesen
4(1), Heidi Joensen 3,
Finngerð Jensen 2
Tjaldur: Maja Hecimo
vic 6(1), Jacoba Lang
gaard 4, Heidi Sevdal 3,
Beinta Joensen 2, Mona
Langgaard 2, Elinbjørg
Hammer 2, Marian
Isaksen 2, Jasmina
Devovic 2(1), Kristine
Ellingsgaard 1
Brotskøst: VÍF 4,
Tjaldur 7
Útvísingar: VÍF 2,
Tjaldur 2
Diskvalifikatión: VÍF 1
(Beinleiðis reytt)
Dómarar: Andreas
F. Hansen & Eyðun
Samuelsen
Fakta um dystin
Dráttur snávaði ímóti KÍF
Oddaliðið Dráttur tapti mikukvøldið dystin ímóti botnliðnum KÍF
Hóast tað ikki var í
tráð við leikgongdina,
kom Lynn University
á odda í fyrra hálv
leiki. Í seinna hálv
leiki vendi Føroyar
dystinum og vunnu
3-1
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikudagin spældu Føroyar
fyrsta venjingardyst á venj
ingarleguni í Florida. Dyst
urin var ímóti Lynn Uni
versity, og tað endaði við
føroyskum sigri.
Føroyar byrjaðu dystin
væl, men so við og við
dovnaði spælið nakað, og
nakað fyri hálvleik legði
Lynn University seg fram
um 1-0.
Í hálvleikinum vórðu
nógvar skiftingar gjørdar,
og í seinna hálvleiki gekk
spælið betur.
Rasmus Nolsøe javnaði,
tá ið hann skoraði beinleiðis
upp á hornaspark. Rógvi
Jacobsen legði Føroyar fram
um, tá ið hann stútaði horna
í málið. Og so var tað nýggi
landsliðsspælarin Hanus
Thorleifsson, sum kundi seta
punktum við triðja føroyska
málinum. í dystinum.
Føroyar
vendu
dystinum
Venjingardystur, 22. februar 2006
Lynn University-Føroyar 1-3 (1-0)
1-0:
1-1: Rasmus Nolsøe
1-2: Rógvi Jacobsen
1-3: Hanus Thorleifsson
Føroyar: Jákup Mikkelsen (Bárður Johannesen, 46.) – Mortan í Hørg (Jann
Ingi Petersen, 46.), Óli Johannesen (Hans Pauli Samuelsen, 75.), Atli Danielsen
(Rasmus Nolsøe, 46.), Heðin á Lakjuni (Janus Joensen, 46.) – Christian Høgni
Jacobsen (Hjalgrím Elttør, 60.), Jákup á Borg (Rógvi Jacobsen, 46.), Pauli Hansen
(Kári Nielsen, 46.), Fróði Benjaminsen (Hanus Thorleifsson, 60.), Símun Samuelsen
(Bergur Midjord, 46.) – Andrew av Fløtum (Jonhard Frederiksberg, 46.)
FAKTA
Rógvi Jacobsen skeyt næsta av føroysku málunum