Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 23. februar 2006 21 Flest fólk vita, at royking er skaðilig. Tað vit ikki vita líka væl er, at ein gerst ljótur av at roykja. Húðin, hárið, tennirnar og neglirnar ávirkast nógv av roykining Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo So at siga hvønn dag verður ein kunnaður um royking og hvørji árin standast av hesum. Tú hoyrir í útvarpi, sært í sjónvarpi, lesur í fjølmiðlum og hoyrir tosan um royking – og felagsboðskapurin fyri hesa kunning er heilt greiður – at roykja er heilsuskaðiligt fyri roykjaran og tey, ið eru rundanum. Eftirsum tað allíkavæl eru fleiri ung, ið byrja at roykja og fleiri, ið halda áfram at roykja eru myndugleikarnir í millum annað Kanada og Stóra Bretlandi farnir at finna nýggjar vegir at royna at fyribyrgja royking. – Royking fær teg at síggja 20 ár eldri út! Ljóðar eitt av boðskapinum. Í Daily Mail sum er ein avís í Stóra Bretlandi, skrivar Sir Liam Donaldson, landsins hægsti læknaráðgevi, at tað er upp á tíðina at tey ungu læra seg hvat royking ger við útsjóndina. – Vakurleiki handlar um tað, sum er uttan á okk­um. Sjálvur roykurin og tey kemisku evnini í sigarett­ royki gera stóran skaða á húð­ina, sigur hann. Hann vil eisini ávara tey ungu um at ikki hyggja at fotomodellum og sjón­leik­ arum sum roykja og halda seg verða sexut. – Tað einasta sum hendir við teimum, er at tey gerast rukkut og grá, meinar hann. Daily Mail skrivar eisini, at roykjarir sum eru um 40 ára aldur hava líka nógvar rukkur sum ein ikki roykjari hevur tá hann er 60 ár. Hárstráðini hjá einum roykj­ara eru veikari, og hárið slítist lættari eftirsum tey ikki fáa nóg nógv føðsluevni til røtirnar. Gay Sutherland, sum er lækni á Maudsley sjúkra­ hús­inum í London sigur, at »sigarettroykur hevur 4000 ymisk kemisk evni og gassir – summi av hesum eru deyði­ lig. Roykurin ger, at kykn­ irnar verða hemmaðar í at bera tey evni runt í kropp­ inum sum millum annað hár og húð hava bruk fyri. Hetta ger, at húðin sær grálig og slitin út, og at hárið er tunt og slitið.« Sigarettroykurin í sær sjálv­um ger eisini, at húðin gerst turr. Kjálkarnir hjá roykj­­arum gerast meiri inn­­holaðir av tí áhaldandi súgv­andi rørsluni, og húð­ sjúk­dómurin psoreasis er van­ligari millum roykjarir enn onnur. Skrekkátøk Í Singapore, Kanada og Brasilia hava myndug­leik­ arnir valt at verða harðir móti roykjarum. Har eru myndir av rotn­ um tonnum, einum krabba­ raktum lunga og einum deyð­ um pinkubarni á sigarett­ pakkanum, skrivar CNN. Og tað hevur sett skrekk í mong. 58 prosent av roykj­ arunum í Kanada siga, at tey hava hugsað meira um teir negativu virkningarnar av royking aftan á at átakið fór av bakkastokki. 44 prosent siga, at tey gjarna vilja gevast at roykja, 27 prosent roykja minni heima, 17 prosent goymdu sigarettpakkan, so onnur ikki sóðu myndirnar, og heili 24 prosent fluttu siga­rettirnar til ein annan pakka. Kanska eitt hugskot til teir Føroysku mynduleikarnar! Keldur: Daily Mail, CNN, Aftonbladet, Apotek.fo Roykjarar síggja 20 ár eldri út Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Tað sum er gleðiligt er, at tað altíð kann loysa seg at leggja av at roykja. Tað er ongantíð ov seint at leggja av, og fyrimunirnir eru fleiri. Men hvussu kann ein so bera seg at við at leggja av at roykja og hvøjir fyrimunir eru? Fyrireikingar til at leggja av • Flytið alt, ið hevur við royk­ing at gera; sigarettir, øskubikør, svávulpinnar, o. s. fr. burtur úr øllum rúm­­um og bilum! • Hav ikki sigarettir uppi á tykkum!  • Tosið við aðrar roykjarar í húsinum um at avmarka royking til eitt rúm, har onn­ur ikki verða ávirk­að! Roykihungurin kann koma í herðindum. Tá er gott at gera sær eina sokallaða »dráli­­ætlan«, har ið ein fæst við okkurt annað, ímeðan royki­hungurin er størstur. Tað ljóðar einfalt; men tað virk­ar. Hyggið bert eftir klokk­uni og bíðið tveir ella tríggj­ar minuttir. Vanligt er, at roykihungurin tá er horv­ in. Hvønn dag verður longri ímillum trongdina, og so er hon eisini styttri. Gerið ein lista yvir dráli­ætl­ anina, t. d. • Drekkið eitt glas av vatni • Tyggið sukurfrítt ella nikotin tyggigummi • Andið djúpt venjingar • Pussið brillurnar • Bustið tenn eftir hvørja máltíð • Gerið ein lista yvir egnu ómakslønir tykkara Aðrar dráliætlanir: • Minnið tykkum sjálvi á, at tit leggja av • Andið djúpt: Andið inn, spakuliga og djúpt. Haldið ondina inni og teljið upp í fimm. • Andið (spakuliga) líðandi út. Gerið hetta fimm ferð­ ir. • Drekkið vatn: Vatn stillar tørvin at taka okkurt upp í munnin – og tað er gott fyri tykkum. • Koyrið (ella lati) eina sitrón- ella appelsinflís útí vatnið. Brúkið súgvirør. Hugspjaðing: • Gerið okkurt annað enn tað, ið tit høvdust at, tá hungurin kom á tykkum. Sita tit, so reisist og far­ ið til gongu. Ganga tit, so sessist. Finnið onkr­ an at tosa við; lesið eina blaðgrein; skrúvið út­varp­ ið frá; fáið tykkum eitt tyggigummi afturat; etið eina gularót. • Latið ikki negativa hugsan stýra heila tykkara - dettið ikki undir sjálvdømi. • Skuldi tykkum t. d. komið til hugs, at »ein guvur fer ikki at skaða« skúgvið so ta hugsan frá tykkum. Gerið tykkum greitt, at tit hava lagt av (at roykja). Kelda: Apotek.fo Gerst vakrari – legg av! Feril av ørilsi – Farið hóv­ligari fram, verðið ikki ov brá; gerið einki brádligt við­bragd. Erkvisni – Gongutúrar; heitt brúsubað; djúpar anda­ dráttar-venjingar; nikotin­tyggigummi. Høvuðpínu – Djúpar anda­drátt­arvenjingar; høvuð­pínu­ tablett. Møði – Síggið til, at tit eru fullsvøvnt; hvílið tykkum, tá ið tit kunnu, sleppið tykk­um undan strongd; nikotin­ tyggigummi. Andvekur – Sleppið tykk­um undan kaffievni, tá ið klokk­ an er farin av 6 á kvøldi; djúpar andadráttarvenjingar, hvíldarteknikkur. Hosti, slím ella turrur háls­ur – Drekkið nógva vætu; takið hostasevju. Vantandi evni til hug­savning – Skipið arbeiðs­byrði tykkara; komið tykkum ikki í ov stóra strongd í nakrar vikur. Sodningarlagsbroyting­ar, harður opningur – Drekk­ ið nógva vætu; etið frukt, grønmeti og fullkorn(knúst korn) afturvið. Svongd – Drekkið vatn ella ófitandi løg; hav­ið ein ófitandi matar­bita (breyð­bita) við tykkum. Longsul eftir einari sigarett – Bíðið, til longsulin fer. Hann fer at hasa av. Havið í huga, at hesi eyðkenni standa ikki við. Tey eiga at hvørva um nakrar fáar dagar ella vikur. Hjá summum fána eyðkennini burtur – hjá øðrum kunnu knappligar broyt­ingar koma, ið kunnu vera bæði góðar og ringar. Kelda: Apotek.fo Hvussu tú vinnur á frá­venjingar­eyðkennum (abstinensum)? Nøkur ráð: Myndir av rotnum tonnum hava verið prentaðar á sigarettpakkum. Royking ger teg ikki bara sjúkan – tað ger teg ljótan eisini