Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 24. februar 2006 5 Hósvík: Tekur bygdaráðið í Sunda kommunu undir við uppskotinum hjá teirra egnu Trivnaðarnevnd, so fer nýggi dagstovnurin í Hósvík hereftir at eita ”Dagstovnurin á Fløtu”. Mánakvøldið verður nevniliga bygdaráðsfundur, og tá er hetta eitt av mál­un­ um á skránni. Trivnaðarnevndin mælir bygdaráðnum til at halda fast við samtyktina hjá Trivn­aðarnevndini um, at staðarnavn sum er tilknýtt staðnum, har stovnurin er, skal brúkast. Til samtyktar verður tí hetta uppskotið um at fylgja hesum tilmælinum. sb. Dagstovnurin fær navn Nýggi dagstovnurin í Hósvík hevur nú fingið navn Vestmanna: Teir fót­ bóltshugaðu vest­menn­ ing­arnir fáa nú eitt gott høvi at kunna spæla bólt í frítíðini. Bygdarráðið hevur nevni­liga samtykt, at ein sonevndur sparkivøllur skal gerast á staðnum, tey kalla Í Flatabø. Ætlanin verður gjørd sum ein partur av eini stuð­ulsætlan hjá Fótbólts­ sam­bandinum, har hetta sambandið stuðlar verk­ ætlanini ígjøgnum UEFA við 60.000 krónum. Goldið verður somuleiðis fyri at veita og leggja graslíkið á.  – Tað er einki spælipláss í økinum, og hetta er eitt sera áhugavert tiltak at fáa framt. Væntandi verður hetta eitt vælumtókt tiltak hjá ungum og vaksnum, verður sagt úr Vestmanna kommunu. Øll verkætlanin fer vænt­ andi at liggja um 200.000 kr. sb. Sparkivøllur í Flatabø Skúvoy: Tað verður einki gjørt fyri at kyrra um hjá bátunum í ár, í øllum førum. Í løtuni er prosjekteringin í gongd í eini ætlan at gera ábøtur á bátahylin í Skúvoy, soleiðis at hann kann gerast kyrrari. Samstundis við hetta verður arbeitt við at finna eina framtíðarloysn, har ein atløgusíða verður gjørd til størri bátar, t.d. til strandfaraskipið Sildberan, ið røkir farleiðina millum Sand og Skúvoy. Landsverk upplýsir, at for­ kanningarnar eru gjørdar og at prosjekteringin verð­ ur liðug í desember mán­ aði. Eftir tað kann arbeiðið bjóðast út. Prosjektið er mett at kosta 23 mió kr. sb. Havnin í Skúvoy ein góðveðursdag. Ætlanin er tó at gera hana enn tryggari Mynd: Landsverk Mugu bíða við tolni eftir kyrrum bátahyli Ert tú í íbúðarneyð og hevur pening tøkan, so eru kanska raðhúsini hjá Domus í Klaksvík ein hent loysn. Umframt íbúðina fær ein eisini eitt avbera gott útsýni við í keypinum Sethús Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Teir standa so ídnir og arbeiða uttandura henda kalda januardagin. Kuldin bítur og ein krevur heit klæði fyri bara at halda kropshitan. Men hesir dugnaligu hand­verkararnir her uppi í Helnabrekku sansa neyv­ an kuldan og æling­in ella umboðið fyri tíðinda­tæn­ astuna. Hjá teimum er bert eitt í huganum: at fáa hesi fyrstu raðhúsini liðug til tíðina. Teir fyrstu keypararnir bíða við spenningi eftir degnum, nær tey kunnu flyta inn higar. Og tað verður ikki so leingi aftrat. Um fáar vikur skal nevniliga arbeiðið við hesum fyrstu íbúðarblokkunum verða liðugt. Stórur eftirspurningur Skal ein ganga út frá eftir­ spurn­inginum og undirtøkuni fyri hesi serstøku raðhúsini í Klaksvík, so verða hesi neyv­ an tey seinastu í røðini. Ætlanin er at byggja enn fleiri, á økinum sum liggur beint sunnanfyri hesar fyrstu blokkarnar. – Eftirspurningurin hevur verið sera stórur, sigur Jan Nielsen, sum er ein av monnunum aftanfyri Domus-ætlanina. – Fólk hava víst hesum íbúð­unum stóran ans og áhuga. Og tey venda sær í heilum til okkum við ym­iskum fyrispurningum. Ein høvuðsorsøk til stóra áhugan er í hvussu so er hon, at hesar íbúðirnar eru bygdar á ein øðrvísi hátt enn aðrar. Uttan iva hevur vakra út­sýnið yvir Klaksvík, víkina, fjørðin og grannaoyggjarnar eitt stórt orð at siga hjá fólki. Tríggjar støddir Í hvørjum byggistigi eru íalt níggju íbúðir. Seinast vit frættu vóru tær allar farnar. Tá var spurn­ ingurin um søluni av teirri einu. Íbúðirnar eru í trimum ym­iskum støddum – og prís­ um sjálvandi. Seks teirra eru 61 fer­ metrar og tvær eru uppá 78 fermetrar, meðan tann størsta er uppá 108 fermetrar. Íbúðir við tí besta útsýninum Arkitekturin Jan Nielsen (vm.) og Petur Ove Eliasen, arbeiðsformaður kunnu fegnast um, at arbeiðinum líður almikið Mynd: Snorri Brend Samkoman Oasan hev­ur fingið so góðar umstøður, at tey í ár bjóða til páskastevnu í tí nýggja bygninginum í Hoyvík Samkoma Snorri Brend Hoyvík: Tað er ikki á hvørjum degi, at høvið verður at hoyra ein talara sum er komin higar allan vegin úr Suðurafrika. Hetta høvið býðst kortini, tá samkoman Oasan skipar fyri páskastevnu síni í apríl mánaði. Til hesa stevnuna hevur tað eydnast samkomuni at fáa Wilson Goeda hendavegin sum høvuðstalara. Hann arbeiðir í dag sum ovasti leiðarin í ”Youth with a Mission” í Suðurafrika. Hann hevur ferðast kring allan heimin og verður altso nú at hoyra í Føroyum. – Vit síggja við spenningi fram til hesar dagarnar. Hvat kann verða betri enn tað at koma saman um Jesus hesa høgtíðina fyri at tiðbiðja hann! – Vit trúgva, at hesin suð­ ur­afrikanarin hevur nógv at geva okkum, verður sagt úr samkomuni. Endurreisn Wilson Goeda hevur í meiri enn 10 ár undirvíst út frá Bíbliuni víða hvar í heiminum. Hann er uppvaksin í afrik­anskari mentan undir teirri fyrrverandi apartheid- skipanini. Út frá hesum verður tí mett, at hann hevur góðar fortreytir fyri at kunna geva menniskjum ein boðskap um endurreisn og grøðing fyri tað innara menniskjað. – Hansara skemtingarsama og glaða lyndi, tvinnað sam­an við eginleikanum at brenna fyri at boða Guds orð, er nakað sum eyðkennir Wilson. – Tí hevur hann serstøk evni at fáa fólk at lurta eftir hansara boðskapi, verður sagt. Wilson Goeda hevur har­ aftrat ein brennandi áhuga fyri øllum tjóðum, fyri ung­ dóminum og fyri semju millum fólkasløgini. Páskastevna við talara úr Suðurafrika