Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 40 - 24. februar 2006 Eitt ungur maður, sum vitnaði í rús­ evn­ismálinum í Føroya Rætti í gjár, vildi verða við, at løgreglan hevði fals­ að frágreiðingina hjá honum. Eisini setti maðurin navn á løgreglumannin, ið hann hevði undir illgruna fyri at hava falsað Føroya Rættur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sambandi við eitt stórt rús­ evnismál í Føroya Rætti, sum meiri stendur at lesa um aðrastaðnis á síðuni, var ein ungur maður, sum sjálvur er dømdur fyri brot á lógina um rúsevnir, og vitn­aði í rættinum í gjár. Vitn­isfrágreiðingin gjørdist drúgv, og hon endaði við, at maðurin ákærdi løgregluna fyri skjalafalsan. Undirskrift á frágreiðingini Ein løgreglumaður, sum sjálv­ur hevði avhoyrt vitn­ ið, greiddi í rættinum frá av­hoyringini, og hann kendi eisini frágreiðingina aftur. Eftir at løgreglumaðurin hevði vitnað, var tað ungi maðurin, ið skuldi vitna, og hann kendi ikki frá­ greið­ingina aftur, sjálvt um hansara undirskrift stóð á pappírinum, sum frá­ greiðingin var skrivað á. Í frágreiðingini stóð, at vitnið hevði sagt løgregluni, at hann hevði keypt fimm ecstacytablettir frá ákærda, sum aftur fyri fekk tvey­ túsund krónur, og hetta er maðurin eisini dømdur fyri. Men í rættinum í gjár vildi vitni verða við, at hann undir avhoyring hevði greitt frá, at ecstacytablettirnar vóru eitt slag av trygd, sum hann hevði fingið fyri pengar, ið hann hevði lænt ákærda. Tí skuldsetti vitnið løg­ regl­una fyri at hava falsað frágreiðingina, og hann fór enntá so langt, at hann nevndi navnið á einum ávísum løg­ reglumanni, ið hann hevði undir illgruna fyri at hava falsað frágreiðingina. Ákærin, Linda Hesselberg, vísti vitninum frágreiðingina og spurdi, um tað ikki var hansara undirskrift, ið stóð á hvørjum einstakum pappíri, sum frágreiðingin var skrivað á. Vitnið kendi undirskriftina aftur, men hann segði sam­ stundis, at hann hevði so nógvar undirskriftir, og hann helst fast í, at talan var um skjalafalsan. Kann revsast Bæði ákærin og dómarin greiddu vitninum frá, at um hann rætti falsar skuld­ setingar móti løgregluni og løgreglufólki, kann hann revs­ast fyri hetta við hefti í fleiri mánaðar. Tað skilti vitnið eisini, men hann helt fast í ákærum sínum. Síðani spurdi ákærin, um vitnið vildi geva loyvi til, at serfrøðingar frá løg­ regluni kundu eftirkanna und­irskriftina á frágreiðina og samanbera hana við onn­ur skjøl, ið vitnið hevði undirskrivað, og hetta gav vitnið loyvi til. Tí fór vitnið, tá ið hann var liðugur í rættinum, saman við tveimum løgreglumonnum til húsa, har teir fingu ymisk skjøl við undirskriftini hjá honum, ið kunnu nýtast til eftirkanningina. Málið verður nú eftir­ kannað, og um ákæruvaldið kann prógva, at frágreiðingin ikki er falsað, verður vitnið væntandi skuldsett fyri falsk­ar skuldsetingar móti løgregluni. Ákærdi løgregluna fyri skjalafalsan Skuld­ settur fyri sølu av amfeta­ min og ecstacy Í gjár byrjaði eitt sakarmál móti einum 21 ára gomlum manni í Føroya Rætti. Maðurin er skuldsettur fyri sølu av bæði amfetamin og ecstacytablettum. Rættarmál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Millum annað er maðurin skuldsettur fyri at hava selt ella roynt at selt til­samans 13 gram av amfetamin, og eisini fyri at hava selt ella ligið inni við tilsamans ikki færri enn 71 ecstacytablettir. Har­afturat eru nakrar aðr­ar smærri ákærur móti manninum, so sum at hava givið løgregluni fremstafingur og rópt ósømi­lig orð eftir teim­ um. Noktar seg sekan Tann 21 ára gamli maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum, sum høvdu við sølu av annaðhvørt amfetamin ella ecstacy at gera. Millum annað greiddi hann frá, at tær 45 ecstacytablettirnar, ið hann hevði uppi á sær, tá ið hann varð tik­in í sambandi við Summ­ arfestivalin í fjør, vóru til egna nýtslu, og at tað ikki var óvanligt, at hann tók eini 12 slíkar upp á eitt „ballingarkvøld“, sum hann málbar seg í rættinum. Fleiri vitni vóru av­hoyrd í rættinum í gjár, men av tí at okkurt vitni, ið skal hoyrast í málinum, er burturstadd, var rættarmálið niðurlagt, og tað verður tikið upp aftur í mai mánaða. Høgni Lisberg hevur gjørt útgávusáttmála í Benelux fyri fløguna Morning Dew, ið vann Planet Awards sum besta fløga. Løgini Morning Dew og Just Dig eru at hoyra fleiri ferðir um dagin á stóru belgisku útvarpsrásini Radio 1. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Høgni Lisberg hevur skrivað sáttmála við belgiska book­ ingfelagið Artist Man­ age­ment & Agency, ið síð­ani hevur gjørt avtalu um útbreiðslu við Rough Trade. Rough Trade er eitt stórt útgávufelag sum virkar í øllum Europa. Av­talan hjá Høgna er tó einans galdandi í Hollandi, Belgia og Luksemborg. Hesin sáttmálið varð undir­ skrivaður herfyri, men Høgni hevur gingið stillisliga við hesum tíðindum. Tað er ikki fyrr enn úrslit byrja at síggjast av arbeiðinum hjá bookingfelagnum, at vit hoyra tíðindini í Føroyum. Fleiri ferð um dagin í útvarpinum Løgini Morning Dew og Just Dig eru komin í A-rotatión á stóru belgisku útvarpsstøðini Radio 1. Hetta merkir í vanligari talu, at løgini eru á tí rættiliga stutta listanum av løgum, ið verða spæld fleiri ferð um dagin á hesi útvarpsrás. Vit spurdu Høgna um, hvat hetta merkir fyri hansara royndir at sleppa at liva av tónleiki. Høgni segði, honum líkt, at hann tók tað sera róliga. Hetta nýttist ikki at hava nakran serligan týdning. Men sjálvandi er tað skeg, segði hann. Hann greiddi frá, at orsøkin til at hann ikki hevði tosað so nógv um útgávusáttmálan, var tann, at ein tílíkur hevur sera lítið at siga, um ikki ein eftirspurningur er. Men nú tvey løg vóru komin í A- rotatión, so byrjaði hann at verða eitt sindur spentur. Tí hetta ger, at sera nógv fólk hoyrir tónleikin. Eisini hjálpir hetta í mun til at verða spældur á øðrum út­varpsrásun, tí støðirnar hyggja at listunum hjá hvør øðrum. Belgiskir tónleikarar Hetta kann jú vera við til at skumpa undir eftir­ spurningin. Um eftir­spurn­ igurin kemur, so er eingin ivi um, at Rough Trade er eitt gott útbreiðslufelag. Høgni hevur fyrr spælt í Sveits, men ætlar sær í næstum til Belgia at spæla. Fleiri belgiskir tónleikarar eru við á fløguni, og hetta kann hava hjálpt við at skapa áhugan hjá belgiskum útvarpi. Høgni sigur, at Tom Vanstiphout, ið spælir gittar á fløguni og er singer songwriter sjálvur, eisini hevur okkurt lag í A-rotatión. Hann sigur, at hann ikki hevur tosað við Vanstiphout, men Høgni er als ikki avvísandi fyri hugskotinum, at teir kundu spælt konsertir saman. Skumpar undir konsertferð Høgni sigur við Sosialin, at ætlanin at spæla í Belgia ikki er nýggj, men eingin ivi er um, at hetta kann skumpa undir ætlanirnar, enn er eingin dagfesting sett. Tað er heldur ikki greitt, um talan verður um Høgna sum einstakling ella við bólki, hetta avhongur av áhuganum, sigur Høgni. Eitt vitni í einum rúsevnismáli í Føroya Rætti í gjár skuldsetti løgregluna og ein ávísan løgreglumann fyri at hava falsað frágreiðingina hjá sær. Um skuldsetingarnar vísa seg at verða falsar, kann vitnið vænta sær, at ákæruvaldið fer at skuldseta hann. Mynd: Jens Kr. Vang Morning Dew givin út í Benelux