fríggjadagur 24. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 40 - 24. februar 2006
Tilfeingi
Tilfeingi fevnir her um
landsins tilfeingi, ið skal
gagnnýtast soleiðis, at tað
gevur stórst avkast, umframt
framburð og vælferð.
Tilfeingi kann bara verða
gagnnýtt við loyvi frá
landsins myndugleikum. Tey,
sum fáa loyvi at nýta landsins
tilfeingi vinnuliga, skulu
fylgja almennum treytum
um gjøld og burðardygga
gagnnýtslu.
Almennu karmarnir skulu
tryggja støðugt grundarlag
undir vinnuligum framburði
og búskaparligum vøkstri
við atliti at samfelagsliga
rættvísum býti av vinningi og
burðadyggari gagnnýtslu.
Visjónin um tilfeingi skal
fevna um:
• Fiskastovnarnar
• Alifirðir
• Kolvetni
• Landsjørð
Allýsingin hjá teimum 12 bólkunum
Sjálvstýri
Sjálvstýri fevnir í hesum
høpi um at leggja til rættis
eina skipaða tilgongd í
Føroyum, ið hevur við sær, at
føroyski búskapurin verður
sjálvberandi, og at Føroya
fólk verður sjálvstýrandi.
Leisturin fyri sjálvstýris-
tilgongdini skal gerast
við langtíðaráhugamálum
Føroya fólks í huga.
Visjónin um sjálvstýri skal
fevna um:
•
Stjórnarskipan
fyri
Føroyar
• Yvirtøkur av málum og
málsøkjum
• Stigvísa minking í
heildarveitingini
Íverksetan
Tað er avgerandi fyri
búskaparligu menningina
av einum samfelag, at
íverksetarar hava góðar
umstøður,
soleiðis
at
vinnuliga virksemið veksur
og gerst meiri fjølbroytt.
Íverksetan er tann dynamiska
tilgongdin, ið er at finna
búskaparligar møguleikar,
og á hesum grundarlagi at
menna, framleiða og selja
vørur og tænastur.
Visjónin um íverksetan skal
fevna um:
• Íverksetanarhugburð
• Íverksetaraskipanir
• Fíggingarmøguleikar
• Skattlig viðurskifti
• Greiðar lógarkarmar og
reglur
•
Smidliga
almenna
fyrisiting
Samfelagsbygnaður
Samfelagsbygnaður fevnir
um býtið millum alment og
privat, býtið millum land og
kommunur, skattaskipanir
og
marknaðarbrek
so
sum serskipanir og ávísar
stuðulsskipanir.
Visjónin um samfelags-
bygnaðin skal fevna um:
• Býtið millum alment og privat
(eingskiljingartilgongd)
• Býtið millum land og
kommunur (kommunur-
eformur, íroknað broyting í
skattaskipan)
• Kapitalmarknað (t.e.
fíggingar-, tryggingar- og
virðisbrævamarknaður)
• Skatta- og avgjalds-
politikk
• Studningsskipan
Kunningar- og
samskiftistøkni
Nýtslan av kunningar- og
samskiftistøkni (KST) í
einum samfelagi hevur stóran
týdning fyri framleidnið í
búskapinum og sostatt eisini
fyri búskaparvøksturin.
Ein økt KST-nýtsla í
samfelagnum sum heild
hevur positivar avleiðingar
á KT-vinnuna, og tað ræður
um at føroysk KT-virki skulu
hava møguleika at bjóða seg
fram, tá ið landið spyr eftir
KT-tænastum.
Visjónin um kunningar- og
samskiftistøkni skal fevna
um:
• KST-undirstøðukervið
• KST-ætlan fyri útbúgvingar-
verkið
• KST-ætlan fyri almenna
fyrisiting
• KST-ætlan fyri samskiftið
millum tað almenna og
borgararnar
Gransking, menning
og nýskapan
Gransking fevnir um at
betra vitanarstøðið í síni
heild, at stimbra nýhugsan
og nýmenning, umfamt
at styrkja kappingarførið.
Tað er tað grundleggjandi
virksemi, ið skal stimbra
hugskotsmenning, so at
nýggir vinnumøguleikar
verða skaptir.
Visjónin um gransking skal
fevna um:
• Fíggjarligar karmar – privat
og alment
• Útbúgvingarmøguleikar
heima og uttanlands
• Lokkandi granskingar-
umhvørvi fyri føroyingar
og útlendingar
• Vælferðartænastur til ungar
familjur
• Skattlig viðurskifti
• Ágrýtið og fjølbroytt
vinnulív
• Gransking í samfelags-
bygnaðarligum høpi
• Tryggja formlig altjóða-
viðurskifti innan gransking
Umhvørvi
Umhvørvi fevnir um jørðina,
havið, luftina og vatnið,
umframt tey virði og tað
tilfeingi, ið har finst frá
náttúrunnar hond.
Almennu karmarnir skulu/
eiga at tryggja, at menningin
av samfelagnum verður
skipað við virðing og
fyriliti fyri umhvørvinum,
soleiðis at komandi ættarlið
áhaldandi hava góðar treytir
at virka undir.
Visjónin um umhvørvi skal
fevna um:
• Góðskukrøv til jørð, hav,
luft og vatn
• Vinnu og útlát
• Orku og veðurlags-
broytingar
• Lendisskipan og lendis-
nýtslu
• Fjølbroytta náttúru
• Frítíð og náttúru
• Tilfeingi og nýtslu
• Agenda 21, upplýsing og
hugburð
• Umhvørvið og umheimin
• Fyrisiting og avgjøld
Alheimsgerð
Alheimsgerð fevnir í hesum
sambandi um at taka burtur
forðingar fyri at flyta
vørur, tænastur, kapital og
arbeiðsmegi millum lond
og at stimbra, at Føroyar
og føroyingar í allar mátar
verða virkin og hollur partur
í altjóðaligum høpi.
Visjónin um alheimsgerð
skal fevna um:
• Økt politiskt samstarv við
umheimin
• Luttøku í norðurlendskum
samstarvi
• Limaskap í EFTA
• Sáttmála um tey fýra
frælsini við ES
• Styrkta føroyska umboðan
í ES
• Føroyska sendiumboðan í
fleiri londum
• Samstarv við viðkomandi
partar av ST-kervinum
• Limaskap í altjóða
felagsskapum
• Fríhandilssáttmálar
• Skattasáttmálar
• Útbúgvingar- og gransk-
ingarsamstarv
• Neyð- og menningar-
arbeiði
Mentan
Mentan fevnir í hesum
høpi um, at vit hava ein
greiðan mentanarpolitikk
og góðar umstøður, soleiðis
at mentanarlívið mennist
og gerst fjølbroytt, til
gagns fyri tjóðarmentanina,
samfelagsmenningina og
samfelagstrivnaðin sum
heild.
Visjónin um mentan skal
fevna um:
• Byggja út og dagføra
arbeiðið
“Mentan
og
menning 2002-2006”
• Gera ætlan fyri at varðveita
og styrkja mentanararvin
• Allýsa leiklutin hjá politiska
myndugleikanum
•
Samstarv
millum
land og kommunu um
mentanarátøk
• Mentanarráð
• Samstarv millum mentan
og vinnu
•
Karmar
viðvíkjandi
skapandi list
Útbúgving
Fremsta
endamál
við
útbúgvingarpolitikkinum er
at styrkja og menna okkara
samleika sum tjóð og at
menna okkara mál.
Undirvísingin skal mennast,
so at allir føroyingar í størri
mun enn í dag fáa holla
útbúgving, soleiðis at ein
størri partur av føroyingum
fer undir framhaldandi og
hægri útbúgving.
Útbúgvingarskipanin skal
fyrireika næmingar og
lesandi til ein alsamt meira
altjóðagjørdan heim, har tað
er ein fortreyt, at ein dugir at
samskifta við fólk frá øðrum
mentanum og við øðrum
tungumálum.
Visjónin um útbúgving skal
fevna um:
• Fólkaskúlan
Miðnámsskúlaútbúgvingar
• Hægri útbúgvingar
• Vaksnamannaútbúgvingar
Arbeiðsmarknaður
Tað er av alstórum týdningi
fyri hin einstaka og fyri
vinnuna
• at arbeiðsmegin er flytfør
• at hin einstaki hevur ella
kann fáa sær eftirspurdar
førleikar
• at friður valdar á arbeiðs-
marknaðinum
• at tað eru skipanir, sum
gagna hinum einstaka
Visjónin
um
arbeiðs-
marknaðin skal fevna um:
• Smidligar skipanir fyri
útvegan av arbeiðsmegi
•
Førleikamenning
av
arbeiðsmegi
• framhaldandi eftirút-
búgvingarskipanir
• Skipanir at forða fyri og at
loysa trætumál skjótt
• Persónligar eftirlønar-
skipanir, sum samvirka
við
fólkapensión
og
samhaldsføstu
arbeiðs-
marknaðarskipanin
Infrakervi
Eitt gott infrakervi í Føroyum
og millum Føroyar og
útheimin er týdningamikil
fortreyt fyri trivnaði hjá
borgarum og vinnulívi og
fyri at javnstilla ymsu økini
í landinum.
Infrakervi, ella íløgur í
infrakervi, fevnir í hesum
sambandi um tær íløgur,
sum gera tað lættari, skjótari
ella bíligari at ferðast, og
sum økja um flytførið og
samskiftið.
Tað er umráðandi at rað-
festa íløgur í infrakervið í
Føroyum rætt.
Visjónin um infrakervi skal
fevna um:
• Eina samferðsluætlan
fyri skip, vegir, havnir og
flogvøllir
• Fígging av samferðslu-
kervinum
Visjónin er, at Føroyar í
2015 vera millum bestu
lond at virka og liva í. Vit
ynskja, at Føroyar skulu
verða samfelag við sterkum
búskapi, har arbeiði er til allar
hendur, og har dygdargóðar,
sosialar skipanir tryggja
øllum eitt virðiligt lív.
Skulu vit røkka hesum máli,
er neyðugt við greiðum og
framsóknum ætlanum. Tað
er tað, vit vilja við Visjón
2015. Og vit ynskja, at hvør
einstakur gevur sítt íkast.
Føroyar standa á einum
vegamóti.
Hetta krevur, at stórar
avgerðir verða tiknar. Tað eru
avgerðirnar, vit taka nú, sum
skulu vísa, um vit megna at
tillaga okkum treytirnar
í einum alheimsgjørdum
búskapi.
Tað var í hesum anda, at
landsstýrið um ársskiftið
setti sær fyri at gera eina
heildarætlan - eina strategi -
fyri samfelagið. Eina ætlan,
sum røkkur nógv longri enn
hetta valskeiðið.
Visjónin byggir á 12
grundarsteinar.
Men
endamálið er hin 13.
grundarsteinurin - nevniliga
vælferðin. Tað er vælferðin
hjá hvørjum einasta borgara
í landi okkara, sum vit vilja
tryggja.
Visjón 2015 er ikki ein
fjarur dreymur. Visjón 2015
er tað, vit seta í verk nú.
Tær leiðir, vit í felag velja
at ganga í dag.”
Løgmaður:
– Hví Visjón 2015?
Visjónstorgið
At arbeiða við visjónsætlanini eru settir 12 strategibólkar.
Hesir fara at arbeiða við evnunum, ella grundarsteinunum, su
m landsstýri† hevur ásett. Uppgávan hjá bólkunum verður at
seta mál fyri hvørt øki sær. Teir skulu staðfesta umráðandi
trupulleikar og avbjóðingar, og teir skulu orða eina ætlan
fyri, hvussu vit røkka málunum.
Í hesum sambandi er ætlanin at hava eitt visjónstorg.
Endamálið hjá hesum visjónstorgi er at gera viðmerkingar
til ávegisfrágreiðingar, sum strategibólkarnir orða um
grundarsteinarnar.
FAKTA