Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 24. februar 2006 9 Eru koblaðir av Visjón 2015 Høgni Hoydal og Jenis av Rana kenna seg settar til viks, í samband við Visjón 2015 Visión 2015 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað eru tveir, ikki sørt vónbrotnir andstøðuleiðarar, sum siga sína hugsan um Visjón 2015. Sambært Visjónsfram- løguni hjá løgmanni á Hotel Føroyum hósmorgunin, er ætlanin, at allir føroyingar, samgonga, andstøða og landsstýrið, skulu lyfta í felag, um málið við Visjón 2015 skal røkkast. Og Høgni Hoydal og Jenis av Rana greiða frá, at teir vita lítið og einki um Visjón 2015. ­– Um landsstýrið ætlar at fáa anstøðuna við, áttu vit í minsta lagi at verið bodnir til framløguna á Hotel Føroyum hósdagin, siga teir, og greiða frá, at tað, sum teir vita um Visjón 2015, hava teir hoyrt í fjølmiðlunum. Eru í Visjónstorginum Spurdir, um teir eru vitandi um, at øll andstøðan er í einum sonevndum Visjónstorgi, sum hevur rættiliga stóran týdning fyri Visjónstilgongdina, siga teir við ein munn, at teir ongantíð hava hoyrt um hugtakið. – Í løtuni vita vit snøgt sagt ikki, hvat hetta snýr seg um, ella um vit eru við í arbeiðinum. Fyrradagin, meðan tingfundur var, spurdi løgmaður, um vit vildu luttaka í einum bólki, sum skal arbeiða við sjálvstýrismálinum, greiða teir frá. – Eg segði við løgmann, at ein slíkur bólkur situr frammandundan, og at eg ikki dugdi at síggja endamálið við bólkinum, sigur Jenis av Rana. Vóru við í byrjanini Fyri knøppum ári síðani fóru Visjónsætlanir landsstýrisins av bakkastokki, og tá vóru andstøðuflokkarnir bodnir at koma við sínum íkasti til ætlanirnar. – Vit hava onki hoyrt aftur síðani tá, sigur Høgni Hoydal. Og Jenis av Rana greiðir frá, at tá Miðflokkurin kom á fundin fyri einum ári síðani, og teir vórðu spurdir, hvat teir hildu verða týdningarmikið fyri, at Føroyar gerst millum heimsins bestu vælferðarsamfeløg, handaðu teir løgmanni eina Bíbliu. – Men tað varð tikið illa upp av løgmanni, at vit vístu á okkara leið, sigur Jenis av Rana, sum eisini sigur seg einki hava hoyrt aftur til Visjón síðani tá. Vit hava longu visjónir Men ynskja teir báðir ikki at hava visjónir fyri Føroya framtíð? – Vit í Tjóðveldisflokkinum hava ongar trupulleikar við visjónum, vit hava okkara stevnumið, og mær tykir, at samgongan nú hevur sitið í 2 ár og onki er komið burturúr. Nú skulu vit brúka í minsta lagi eitt ár til at orða stevnumið fyri landsstýrið, og klók fólk skulu orða og ráðgeva landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal, sum sigur seg ikki skilja endamálið við hesum. – Eru tað ikki júst visjónir og stevnumið, sum gera, at fólk velja at gerast politikarar, spyr Høgni Hoydal, sum samstundis ávarar um, at Visjón 2015 kann gerast eitt spinndoktaraprojekt, sum skal káva út yvir, at samgongan hevur ongar visjónir. Og Jenis av Rana sigur, at tey altíð vilja samstarva um visjónir, sum kunnu gera Føroyar til heimsins besta vælferðarsamfelag, men at Miðflokkurin, sum øllum kunnugt, longu hevur eina visjón. Heimsins størsta parkeringspláss – Eg fari at mæla samgonguni til, at ansa eftir, at hetta ikki verður heimsins størsta parkeringspláss, soleiðis at skilja, at tað frá nú av ikki fer at bera til at koma við politiskum ætlanum, tí ein bólkur situr og arbeiðir við málinum, sigur Høgni Hoydal. Og hann vísir á visjónstiltøk í útlondum, eitt nú í ES, við Lissabonavtaluni, og í Danmark, har alt orðaskiftið um vælferð, verður skúgvað yvir til vælferðarkommisiónina, sum situr og arbeiðir. – Higartil tykir mær, at Visjón 2015 er bara heit luft. Men eg fari sjálvsagt at lata ivan koma landsstýrinum til góða, sigur Høgni Hoydal, at enda. Høgni Hoydal og Jenis av Rana eru vónbrotnir av, at teir vera kunna›ir um Visjón 2015 gjøgnum fjølmi›larnar. – Eri væl nøgdur Triði andstøðuleiðarin, Kari P. Høggaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, sigur seg ikki kenna seg settan til viks í Visjón 2015. Hann er nøgdur við, at vera tikin við upp á ráð tá tilgongdin byrjaði fyri einum knøppum ári síðani, og hann varð eisini boðin til framløguna hjá løgmanni á Hotel Føroyum hósdagin. Hann sigur, at fortreytin fyri, at visjónin skal eydnast, er, at eingin kennir seg settan til viks. Kari P. Høggaard, formaður Sjálvstýrisfloksins Tað stendur ikki á hjá tí almenna at betala, fyr at bøndur altíð kunnu fáa fatur á djóralækna til eina sjúka kúgv, men nú fuglakrím hóttir, er kassin stongdur Tilbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo –Hetta var eitt ótrúliga groft álop á teir føroysku djóralæknarnar. Tað heldur Bjarni Mikkelsen, formaður í Magistarafelag Føroya, sum djóralæknarnir eru limir í. Tað, hann sipar til, eru tey óvanliga grovu høggini, sum fullu niðuryvir føroysku djóralæknarnar á sálvum Føroya Løgtingi mikudagin. Tað hevur gingið strilti at semjast um eina vaktar- skipan, so at djóralæknarnir kundu ganga vakt og altíð verið til reiðar, skuldi bráðneyðugur tørvur verið á teimum uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eitt nú í sambandi við fiskasjúkur ella tað hóttandi fuglakrími. Tað fekk teir báðar fólkafloksmenninar, Poul Michelsen og Óla Breck- mann at løða hart og at skjóta við skørpum eftir djóralæknunum. Av tingsins røðarapalli skuldsettu teir djóralæknarnar fyri at seta samfelagsins trygd í vanda. Djóralæknarnir vóru eisini skuldsettir fyri at royna at misbrúka støðuna viðvíkandi fuglakrími til at kroysta pengar burturúr tí almenna niður í egnar lummar og teir vóru enntá kallaðir bæði ómoralskir og ósosialir av hundunum. Kassin stongdur – Hatta er ótrúliga groft, tí eg kenni ongan í hesum landinum, sum fer til arbeiðis uttanfyri vanligaarbeiðstíð, uttan at fáa eina samsýning afturfyri, sigur formaðurin í Magistarafelagnum. Fòlkafloksmenninir hildu, at djóralæknarnri áttu at spegla sær í teimum, sum manna bjargingarfeløgini og sum altíð eru til reiðar, tá ið brúk er fyri teimum –Vit samanbera okkum ikki við bjargingarfeløgini. Vit hava eina høga útbúgving við okkum og vit samanbera okkum við apotekarar og læknar. Tað er ongin munur á einum lækna og einum djóralækna, heldur hann. Bjarni Mikkelsen vísir á, at privatu djóralæknarnir hava eina vaktarskipan. Tað er ein skipan, sum bøndur hava fingið ígjøgnum so at seyður og neyt kunnu fáa djóralæknahjálp eftir vanliga arbeiðstíð. Eisini apotekarar hava eina vaktarskipan. – Hetta eru vaktarskipanir, sum vit hava fingið at vita, kosta eina hálva millión um árið. Formaðurin í Magistara- felagnum leggur dent á, at tað einasta, sum Magistara- felagið hevur biðið um, er, at djórlæknarnir, sum skulu ganga í vakt í sambandi við fiskasjúkur og fuglakrím, o.s.fr., fáa eina vaktarskipan sum líkist skipanini, sum apotekarir, hjálparlæknar og privatu djóralæknarnir hava í samband við landbúnaðin. –Vit eru skuldsettir fyri at hava kravt fimm ferðir so nógv, sum apotekarar og djóralæknarnir í sambandi við jarðarbrúk, fáa. Men tað er heilt burturvið, tí vit biðja bara um tað sama. Men tað einasta, sum higartil líkist einum tilboði frá Fíggjarmálaráðnum til okkum, er, at landið kann betala 10.000 krónur um mánaðin fyri eina slíka skipan og tað er bara ein brotpartur av tí,sum apotekerar og djóralæknarnir fáa fyri at tryggja bóndrunum hjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. –Tað, sum vit annars fáa at vita frá landsins myndugleikum, er, at gjaldið fyri eina vaktarskipan er við í vanligu lønini. Men tað er heilt burturvið, tí tað er ikki galdandi fyri nakran annan starvsbólk, sum vit kunnu samanbera okkum við. Av tingsins røðarapalli var tað hildið at vera grovt, at djóralæknarnir ikki kundu ganga við eini fartelefon í reyvalummanum sum næstan ongantíð ringdi uttan at fáa stóra samsýning afturfyri Bjarni Mikkelsen heldur, at tað tann, sum segði hetta, hevur ikki skilt eitt petti av tí, hvat ein vaktarskipan er. –Tann, sum hevur vakt, kann skal vera til reiðar innanfyri eina hálvan tíma, tá ið boð eru eftir honum. Tað merkir, at hann kann ikki fara á fjall og hann kann ikki fara á flot. Hann kann heldur ikki hann fara at ferðast og hann kann ikki fara í veitslu hjá einum vinmanni og fáa sær eina kenning ella á Svangaskarð at hyggja eftir fótbólti. Tann, sum hevur vakt, er bundin og tað ber ikki til at binda fólk, uttan at geva teimum samsýning aftur fyri og tað er bara tað Og tað er bara tað, vit vilja hava. Formaðurin í Magistara- felagnum nevnir brand- støðina í Havn, sum eitt dømi –Har eru eisini fólk á vakt. Tíbetur arbeiða tey ikki so nógv, men tey eru bundin av arbeiðnum, tí endamálið við vaktarskipanini er, at tað er onkur at ringja til, tá ið brúk er fyri tí og tað. Og tað hetta, sum ein samsýning er fyri. – Men at vit skulu útnytta støðuna við fuglakrími til at trýsta eina eina lønarhækking ígjøgnum er heilt burturvið. – Annars er hetta málið eldri enn so, men tað er bara ongantið komið longri. Og Bjarni Mikkelsen ásannar, at enn er ongin semja í eygjón, tí tað er rættiliga langt ímillum partarnar. Enn er ongin semja í eygsjón, so at djóralæknarnir kunnu fáa eina vaktarskipan í sambandi við fuglakrím og aðrar sjúkur og tað er langt ímillum partarnar. Djóralæknarnir hava ongan skund, men tað sær tað heldur ikki út til, at Fíggjarmálaráðið hevur, sigur formaðurin í Magistarafelagnum Óvanliga groft álop á føroyskar djóralæknar Høgni Hoydal og Jenis av Rana eru vónbrotnir av, at teir vera kunnaðir um Visjón 2015 gjøgnum fjølmiðlarnar.