fríggjadagur 24. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 40 - 24. februar 2006
Leingi hevur verið hoyrt um visión 2015, og mong hava
havt á orði, at landsstýrið átti heldur at brúkt sína orku til
gerandisdagin her í 2006. Men sum løgmaður gjørdi vart
við í síni framløgu, so eru Føroyar á einum vegamóti og
hetta krevur, at vit nú taka nakrar álvarsamar avgerðir.
Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit
megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørd
um búskapi. Landsstýrið heldur, at skulu vit røkka hesum
máli, er neyðugt við greiðum ætlanum. Tað er hetta
Visjón 2015 m.a. snýr seg um. Endamálið við øllum
hesum er at tryggja framtíðar vælferðina. Við hesum
hevur samgongan so staðfest, at vælferðarsamfelagið
verður ikki slept – heldur er tað tvørturímóti, at tað skal
mennast og styrkjast.
Í gjár tann 23. februar varð so sjálv arbeiðsætlanin
fyri Visjón 2015 løgd fram. Landsstýrið hevur valt at
byggja visjónina á 12 grundarsteinar, sum skulu skapa
grundarlagið undir at menna Føroyar til eitt av heimsins
bestu vælferðarsamfeløgum. Tað mest áhugaverda er,
at spurningurin um vælferðarsamfelagið verður skipað
sum serstakt øki í visjónsætlanini. Á fundinum greiddi
løgmaður frá sínum hugsanum um Visjón 2015. Hann
greiddi frá, at visjónin um vælferð er grundað á hesi
aðalmið, at okkara fremstu almanna- og heilsupolitisku
mál eru, at fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í
okkara landi.
Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur
umstøðar fyri góðum livikorum í einum vælskipaðum
vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum
borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið
millum øll verður sett í hásæti. ætlanir fram í tíðina. Hetta
er sera áhugavert, tí seinastu mongu árini hevur tað verið
vanligt at hoyra, at tíðin við vælferðarsamfelagnum er
farin – vit hava ikki ráð til at varðveita tað. Visjónin er,
sum ofta nevnt, at Føroyar í 2015 skulu verða millum
bestu lond at virka og liva í. Hetta krevur, at Føroyar
skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði
er til allar hendur, og har dygdargóðar, sosialar skipanir
tryggja øllum eitt virðiligt og gott lív. Hetta er so aftur
orsøkin til, at grundarsteinurin um vælferð er í eini
serstøðu í visjónsætlanini, boðar landsstýrið frá í síni
framløgu.
Tað verður áhugavert at síggja, hvussu tilgongdin verð
ur frá nú av. Talan er um ein heilt nýggjan form fyri
at reka politikk. Hetta sæst millum annað av, at borg
ararnir fáa høvi til á heimasíðu at taka lut í orðaskift
inum um, hvat slag av samfelag, vit skulu hava um
tíggju ár. Men vandaleyst er hetta ikki, tí meðan vit
flyta okkum fram ímóti 2015 eru stór og tung mál í
dagsins samfelag, sum mugu avgreiðast og sum ikki
kunnu bíða til 2015. Vit kunnu nevna pensiónsmálið,
miðnámsámsútbúgvingarnar, bústaðartrupulleikarnar,
læknatrotið, barnansingin og mong onnur. Hinvegin ber
ikki til í einum altjóðagjørdum heimi at sita hendur í
favn og bíða eftir, at onnur skulu leggja framtíðina til
rættis fyri okkum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Framtíð í altjóðagjørdum
heimi
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Meta fólkafloks- og mið
flokkapolitikarar, at vit menn
iskju eru ein fiskastovnur
sum krevur stovnsrøkt ella
hvat?
Nú hoyrdi eg tíverri ikki alt,
Útvarpið nevndi viðvíkjandi
einligum forsyrgjarum í
kvøld í tíðindasendingini,
men eg hoyrdi Anfinn Kalls
berg, tingmann hjá Fólka
flokkinum, og eg hoyrdi
hvussu nógv betri einligir
forsyrgjarar hava tað í lond
unum uttan um okkum og
sum vit javnan sammeta okk
um við.
Eg veit tað, tí eg havi
sjálvur búð niðri í nøkur ár,
so eg veit júst, hvussu nógv
betri umstøðurnar eru eitt nú
í Danmark.
Pengar halda hjúnum
saman
At vit mugu ikki gera umstøð
urnar betri hjá einligum for
syrgjarum í Føroyum eitt
nú við barnafadráttinum, tí
vit vilja verja hjúnarbandið,
nakað soleiðis hoyrdi eg
at Miðflokkurin og Fólka
flokkurin høvdu sagt! Hetta
var teirra argumentatión,
at barnafrádrátturin for at
syndra eitt hjúnarband!
Tað kemur spekulatión í
hetta, um vit gera umstøð
urnar betri hjá einligum for
syrgjarum!
Altso tað sum Fólka
flokkurin og Miðflokkurin
óttast er, at gera vit umstøð
urnar hjá einligum for
syrgjarum betri við eitt nú
barnafrádráttinum, so verður
talið av hjúnaðarskilnaðum
hægri enn tað er í dag!
Tað vil siga talan er um eitt
slag av stovnsrøkt, sum hesir
báðir flokkar vilja hava!
Og tað eru pengarnir sum
gera, at Miðflokkamenn og
Fólkafloksmenn eru giftir
menn í dag!
Hugstoytt
Tað er ótrúliga hugstoytt
og so ómenniskjansligt at
hoyra slíkt frá politikarum
sum siga seg verða kristnir
menn og sum siga seg at
liva í einum kristnum landi
og aftur og aftur hevja seg
í hesum kristiliga, at alt
sum ikki hevur sama inn
tøkugrundarlag og sama
familjumynsur sum teir
sjálvir hava er spekulatión
og súgving av tí almenna
júgrinum, og slíkt illgresið
skal hungrast og pínast,
tí tað er ikki annað enn til
fortreð!
Ella er tað gamla og sanna
orðatakið sum vit eiga: Tjóv
ur trýr øll stjala!
Vit liva í einum framkom
num landi, og vit hava júst
í dag sett kósina móti, at
Føroyar skulu verða eitt av
bestu londunum at búgva í
um ikki so mong ár, og vit
eru sámiligir borgarar her,
sum royna at fáa alt at hanga
saman bæði á ein og annan
hátt, eisini vit sum eru einlig
ir forsyrgjarar, so tað átti ikki
at verið eitt sovorðið orðalag
á so fjákutun støði og við so
tápuligari argumentatión!
Tí eru tað pengarnir sum
gera allan munin, jamen so
høvdu tey einligu ikki verið
einlig men høvdu livað sam
an við einum sum hevði eitt
gott og vællønt starv!
Og halda tit, at tað eru
pengarnir sum halda einum
hjúnalagi saman, hvussu ber
tað so til at tað eru hjún sum
skiljast í dag – nú meðan
umstøðurnar hjá einligum
forsyrgjarum eru sum tær
eru!
Kristin fundamentalisma
Tað er ikki torført at finna
fram til, hvussu nógv ein ein
ligur forsyrgjari fær! Tað er
heldur ikki torført at finna
fram til, hvussu viðkomandi
býr her í Føroyum! Eftirlitið
er so gott, samfelagið er so
lítið og øll vita alt um øll, so
at vit fáa dansk-muslimskar
tilstandir her, tað er púra
óhugsandi!
Men slík agrumentatión
sigur mær sjálvandi eisini,
at tá ikki skott er millum
kristindóm og politikk so verð
ur orðalagið ein vavgreytur
– kristin fundamentalisma
ílatin politiskan ham!
Vónandi er nýggja før
oyska samfelagið – eftir 2015
– ikki bara eitt samfelag við
fólkafloksmonnum og mið
flokkamonnum, men eitt
samfelag sum er eitt rikt
samfelag og sum eisini tolir
at hava einligar forsyrgjarar,
sum av eini ella aðari orsøk
komu út í hesa støðu.
Og lat meg eisini skunda
mær at siga og geva tí ein
social politiskan dám, sum
bæði Fólkaflokkurin og Mið
flokkurin kundu tikið meiri
av í teirra politisku skrá, at
vónandi verða tað heldur
ikki so nógvir pengar í at
verða einligur forsyrgjari, at
hetta verður familjan anno
2015!
Tað er ikki tað eg hugsi
um!
Ótrúlig argumentatión
Ólavur í
Beiti
Í døgunum 13. til 24. februar
hvønn seinnapart frá kl. 13
til 16 hevur verið skipað
fyri skeiði kallað »Rúmd«
á dagdeildini Varðanum,
á Psykiatriska deplinum.
Skeiðið hevur verið skipað
sum verk-staðararbeiði,
einsæris og í felag. Á skeið
num hevur verið arbeitt
við at menna egin hugskot
bæði í myndlistarligum og
tónleikaligum høpi. Skeiðið
hevur verið úrslitavent fyri
at menna sjálvsvirðið hjá
brúkarum, ið hava samband
við psykiatriska depilin, við
at stuðla teimum í at geva
sínum myndandi evnum
skap og sýna fram úrslitið
av hesum arbeiði í Miðlahús
inum.
Framsýning og framførsla
verða leygardagin 25. februar
kl. 15 til 17 í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, sigur Dagdeildin
Varðin á Psykiatriski depilin
á Landssjúkrahúsinum.
Framsýning í Miðlahúsinum