fríggjadagur 24. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 24. februar 2006
11
Hóast einki stórvegis
rok var í býnum í nátt,
hevur løgreglan ikki
sitið hendur í favn.
Tíðliga í morgun fór
bilur av vegnum í
Mattalág, ein maður
varð tikin fyri rús
drekkakoyring á Landa
vegnum og ein kvinna
koyrd heim at sova rús
av í Klaksvík
Løgreglutíðindi
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tíðliga í morgun, kl. 4.15.,
vórðu boð send eftir løgregl
uni, tí ein bilur var farin av
vegnum í Mattalág. Bilførarin
koyrdi vestureftir Jóannesar
Paturssonar gøtu og út móti
Mattalág, men tá hann kom
til svingið, helt bilurin heldur
beint áfram, fór av vegnum og
niður í ánna.
Á løgreglustøðini verður
sagt, at illgruni er um, at
maðurin var ávirkaður av
rúsdrekka. Men bilførarin,
ið var einsamallur í bilun
um, fekk ongan mein av
tilburðinum. Og í morgun
kom bilur frá Brandstøðini á
Oyggjarvegnum og tók meiðsl
aða bilin upp úr ánni.
Hóast vegirnir kring land
ið hava verið heldur hálir í
morgun, hava fólk ansa væl
eftir. Og bert okkurt smá
vegis hevur verið boðað løg
regluni.
Annars hevur náttin eis
ini verið avbæra friðarlig
á løgreglustøðunum um
landið. Ein maður varð tik
in fyri rúsdrekkakoyring
á Landavegnum kl. 2.18.
í Havn, eftir at hava koyrt
heldur óstøðugt á vegnum.
Maðurin varð steðgaður, síð
an handtikin fyri rúsdrekka
koyring og tikin við á støðina
til blóðroynd. Og í Klaksvík
hjálpti løgreglan eini kvinnu
heim at sova rús av.
Ferðsluóhapp í vesturbýnum í Havn
Sum vit síggja, er bilurin rættiliga illa farin av tilburðinum - báðir stoytkoddarnir eru t.d. komnir út
Fuglarnir syngja,
blómurnar spretta
og sólin skínur. Ein
kundi trúð, at eg
skrivi um julimánað,
men hetta er veru
leikin beint nú uttan
fyri vindeygað – í
februar mánaði
Veðrið
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hevur
veðrið verið sera gott. Sólin
hevur skinið næstan hvønn
dag, og lítið og onki regn
hevur verið.
Petur Skeel Jacobsen, veð
urfrøðingur, sigur at hetta
ikki er óvanligt fyri februar
mánað.
– Ì fjør komu bara 65 milli
metur av avfallið, higartil í
februar eru 70 millimetrar
komnir. Normalt fyri februar
eru 114 millimetrar, sigur
Petur Skeel Jacobsen.
Tað er eitt hátryst, sum
hevur ligið omanfyri Føroyar
seinastu tíðina, sum hevur
gjørt at veðrið hevur verið
so fagurt.
– Komandi dagarnar verð
ur kaldari, og í næstu viku
ferð hitin allan vegin niður
í 5 minusstig. Væntandi kem
ur eisini eitt sindur av kava,
sigur Petur Skeel Jacobsen.
Annars hevur alt árið verið
ógvuliga lýtt, og tí hava
blómur verið at sæð nógva
staðni. Hesar fáa sær nokk
ein dyggan smeit í næstu
viku, tá kuldin kemur.
Summarveður verður
kavaveður í næstu viku
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur nýtur av tí fagra veðrinum