Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 40 - 24. februar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kristin Johansen í Vest­ manna fekk ein hemara við Kirkjubønes mikudagin 22. februar. Hann vigaði 150 kg og var 245 cm langur. Við hesari vektini liggur hann á øðrum plássi í hem­ arakappingini, sum endar 1. mars 2006. Teir høvdu roynt við hælin á Hesti í umleið ein tíma. Har var eydnan ikki við teimum, hóast tað er góð hemara leið. Síðan gekk leiðin móti kirkjubønesi. Tað bleiv kasta út við bø boðarnar. Og tá teir høvdu dyrgt í ein tíma var fast í einum hemara. Tað gingu 2 tímar og 10 minuttir, áðrenn teir høvdu hemaran at borðinum og fingu lívið av honum. Føðingar Tann 8. februar 2006 fingu Evi Egholm og Hallur Gilstón Thorsteinsson, Frederiksberg, ein son. Hann vigaði 2900 gr. og var 49 cm. 16. februar fingu Paula Ólavsdóttir og Albin Johannessen í Klaksvík eina dóttur, hon var 53 cm lang og vigaði 4050 gram. 22. februar fingu Kristbjørg og Jóanes Brøðraberg, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3300 gr.j 14. februar fingu Beinta Ejdesgaard og Magnus Dam, Keypmannahavn, ein son. hann var 51 cm. langur og vigaði 3320 gr. 17. februar fingu Gunnvá og Edvard í Miðvági, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr. 17. februar fingu Armgarð Eikhólm og Dan André Rasmussen, Hvalvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3450 gr. 17. februar fingu Maud og Arngrím Hansen, Syðrugøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3910 gr. 18. februar fingu Elin Jacobsen og Hjalmar Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2900 gr. 20. februar fingu Evi og Faber Isaksen, Søldarfjørður eina dóttur, ið eitur Eyð. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 21. februar fingu Anna-Elisabeth og Johnny Petersen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3435 gr. 21. februar fingu Annika Højgaard og Eyðun Matras, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3550 gr. 22. februar fingu Annika og Ingi Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3250 gr. 101 ára føðingardagur Mánadagin 27. februar fyllir Karl Jacob Sigvardsen við Gjógv 101 ár. Karl Jacob er á ellisheiminum í Runavík. Gullbrúdleyp Sunnudagin 26. februar hava Jónhild og Heini Gaard, Oyndarfjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kjallaranum hjá Eivind frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hemarakappingin: Kristin Johansen á øðrum plássi Kristin Johansen við hemaranum, sum vigaði 150 kg og var 245 cm langur Frá 1. mars er Steinbjørn Hardlei á Argum settur í starv sum starvsfólkaleiðari hjá Atlantic Airways. Stóri vøksturin hjá felag­ num seinastu árini hevur við­ ført at tørvur er á at seta eyka orku inn á at samskipa, savna og menna menniskjaligu ork­ una í felagnum enn betri. Uppgávan hjá starvs­fólka­ leiðaranum verður í tøttum samstarvi við stjórn og deild­­ arleiðarar at tryggja at fe­­lag­ ið og tess starvsfólk eru best møguliga útborin, inspireraði og motiveraði til at røkja felagsins áhugamál. Starvsfólkaleiðarin virkar í eini stápsfunktión og vísir beinleiðis til stjórnina. Steinbjørn Hardlei tók prógv í virkisbúskapi sum ba.oecon við Århus Uni­ versi­tet í 1994. Eftir hetta hevur hann royndir sum m.a. kredittráðgevi og starvs­fólkaleiðari í Føroya Sparikassa. Hann hevur harumframt tikið eina 1 ára altjóða ser­ útbúgving í broytingarleiðslu á Professional Development Institute í Belgia í 2003. Síðani hevur Steinbjørn Hardlei lisið kandidatlesnað í virkisbúskapi, cand.oecon., sum fjarlesandi við Århus Universitet. Sam­stund­is hev­ur hann rikið ráð­gev­ing­ arfyritøkuna Hugin spf., ið m.a. hevur fingist við at hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum á HR-økinum. Steinbjørn Hardlei kem­ ur úr einum starvi sum hr-mennari í Føroya Spari­ kassa. Steinbjørn Hardlei, Argir: Starvsfólkaleiðari hjá Atlantic Airways Frá 1. mars er Steinbjørn Hardlei settur í starv sum starvsfólkaleiðari hjá Atlantic Airways Mánakvøldið verður stórur grýludansur í VB húsium, har Ein Blanding spælir og grýlur fáa virðisløn Grýludansur Føstulávintsmánakvøld verð­­ur stórur dansur í VB hús­­inum. Vágbingar halda fast við dans føstu­lávints­ mánakvøld og hesaferð spæl­ ir Ein Blanding til dansin. Talan verður um bæði eldri og yngri tónar, eisini heilt nýggjar, ið eru frammi júst nú. Vanligt er at møta grýlu­ klæddur til dansin. Vakrasta, stuttligasta og ljótasta grýla skulu finnast. Grýludansur í VB húsinum