Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 24. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lis Knudsen, Glyvrar, andaðist hósdagin 23. februar á Syd Vest Jysk Sygehus í Esbjerg, 64 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Mánadagin 27. februar verð­ur Schwartz Jacobsen í Norðragøtu 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 25. februar frá klokkan 18 í Filedelfia í Gøtu. Schwartz vaks upp í Norðragøtu. Foreldrini vóru Nicolina og Amaliel Ja­cob­ sen. Hon var úr Norðragøtu, og hann var av Skipanesi. Tey búsettust á Barkhellu. Schwartz palar at taka til, hvussu lívligt tað var har í grannalagnum. Í teimum trimum húsunum hjá Amalieli, Eliesari og Hellu Meinhardi vóru tilsaman 38 børn! Nicolina og Amaliel fingu tólv børn. Otto, sum størsta partin av lívinum búði í Boston í USA, var elstur, Sofus, Frederik, Piddi og Hanna búsettust í Klaksvík, har Schwartz eisini búði í um­leið eina fjórðingsøld, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum flutti aftur til Gøtu. Jenny býr í Havnini, Arna búði á Sandi, Jóhannes býr í Saltangará, so kom Mart­in, ið doyði sum tólv ára gamalur, Lina býr í Runavík, og Selma býr í Leirvík. Otto doyði í 1992, Sofus doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, og Arna doyði í fjør. Schwartz fór stutt eftir krígg­ið til Havnar, har hann eitt skifti smíðaði hjá Herlufi hjá Vága Heina. Tað var tor­ ført at fáa gott timbur eftir kríggið, og eftir at Schwartz hevði verið eitt ár í Havnini, flutti hann til Klaksvíkar, har hann fór í læru á snikk­ araverkstaðnum, sum Kjøl­ bro hevði á Varpinum. Fyrstu tíðina var Hans Joseph­sen ella Hans í Mið­ vági, sum hann varð nevndur í Klaksvík, meistari. Eftir at hann var farin fyri seg sjálvan, var Karl Hansen ella Tofta Karl meistari. Kjølbro hevði eisini snikkaraverkstað á Vágsheygnum. Áðrenn Karl fór fyri seg sjálvan og bygdi verkstað úti í Klaksvík, var hann á Vágsheygnum. Schwartz varð meistari á Varpinum inntil fyrst í sjeyti árunum, og har arbeiddi hann væl saman við eitt nú Eli hjá Mikkjal Peturi, Jóhannesi í Dali og Doriusi í Árnafirði. Hesir hugnaligu og fryntligu menninir eru allir farnir. So fór Schwartz undir fyri­­reikingar at fara und­ir fram­leiðslu av plast­vind­ eyg­um. Fyrstu royndirnar vórðu á Gerðareiði í Klaks­­ vík. Miðskeiðis í sjeyti árunum flutti hann í Gøtu­ dal, har verkstaður og set­ hús vórðu bygd. Virkið hjá Schwartz vaks skjótt. Nógv fólk varð í arbeiði hjá hon­um, verkstaðurin varð fleiri ferðir víðkaður, og hurðar og vindeygu frá AluPlast gjørdust kend um alt landið. Schwartz giftist í 1954 við Noomi. Foreldur hennara vóru Sanna og Richard Joen­sen, sum høvdu bygt á Heyg­um. Richard, sum átti tveir beiggjar - Jakku á Geilini og Hugo Gardar - doyði heilt tíðliga av sjúku, og Sanna var konubrot, sum stríddist við at fáa tey sjey børnini undan. Noomi, sum er fødd á Ólavsøku í 1930, var nummar fimm í røðini. Noomi og Schwartz bú­sett­ust á Gerðareiði í góð­ um grannalagi, sum mið­ skeið­is í fimmti árunum og nógvu tey næstu árini var rættuliga barnaríkt. Noomi og Schwartz fingu tríggjar dreingir. Richard føddur í 1955 er giftur Annu Kjærbo í Havn. Tey búgva í Havnini. Amaliel føddur í 1958 er giftur Lenny Dalbø úr Syðrugøtu. Tey búgva í Norðagøtu. Súni føddur í 1963 er giftur Anitu Sol­ munde úr Søldarfirði. Tey búgva á Argjum. Noomi og Schwartz eiga níggju barna­ børn. Tað gjørdist serliga væl mill­um húsini hjá okkum, og tað man vera mangur saman við okkum, sum minnist aft­ ur á góðar løtur saman við teimum og í heiminum hjá Noomi og Schwartz. Tey hava verið fyrikomandi og gestablíð, og hjá teimum hev­ ur valdað friður og Guds ótti. Schwartz hevði ofta eitt stutt og beinrakið orð á møtunum í Betesda, har hann eitt skifti fyrst í sjeyti árunum plagdi at vera saman við teimum ungu, sum savnaðust hós­ kvøld­arnar. Eftir at tey vóru flutt til Gøtu, hevði Schwartz í nógv ár stóra ábyrgd í Filadelfia, har 80 ára føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið. Vit heilsa Noomi og Schwartz, takka fyri gott vin­arlag í meiri enn hálva øld og fegnast um, at tað leygarkvøldið ber til at heilsa upp á Schwartz, nú hann held­ur rundan føðingardag. Jóannes Schwartz Jacobsen 80 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Maria á Lakjuni Fuglafirði andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur itl trúboðaravirksemi. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum og Hvíldarheiminum. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun Dagurin í morgin 25. Februar. Victorinus, deyður umleið ár 250. Halgi­ søgurnar eru ymiskar á máli. Summar siga, at hann varð tikin av døgum í Júdea, aðrar í Egyptalandi og uppaftur aðrar í Róm. Sama navnið sum Victor: sigurharri. Johan Henrik Schrøder varð føddur hendan dagin í 1771.   26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um. Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann av guðinum Ing varda. Janus Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1881. 27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur. Tøkk Øll tykkum, ið fylgdu og annars vístu samhuga tá kæra móður, vermóður, omma, langomma og olduromma okkara Johanna Jacobina Holm doyði og fór til gravar suðuri í Vági, takka vit hjartaliga. Ein serlig tøkk til tykkum, sum høvdu bøn og andakt í Bethel, og ikki minst tykkum, ið fyrireikaðu og stóðu fyri ervinum. Ein hjartans tøkk. Fyri tey avvarðandi Páll, Kári og Turið Tíðindaskriv Føroyski trúboðarafelags­ skapurin ”Samverkamenn” skipar fyri eini lista­fram­ sýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn í døgunum 7.-11. apríl 2006. Á framsýningini vera máln­ingar, ið ymiskir lista­ málarar hava latið ”Sam­ verka­monnum”. Peningurin, ið inn kemur, fer til ein lærisveinaskúla í Pakistan, sum felagsskapurin fyri­ reikar og skipar fyri. Um listafólk hava hug at geva ein málning, ella onkur eigur ein málning og ynskir at lata hann til framsýningina, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Samverkmenn við at skriva til teldupost: janus@samverkamenn.org ella at ringja til tlf. 211567. Samverkamenn: Listaframsýning í Smiðjuni í apríl