Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 40 - 24. februar 2006 Tað var ein ótespilig sjón hjá Finnboga Joensen í Vestmanna, tá hann seinasta leygardag skuldi geva dunnunum í Viðarlundini - allar dunnurnar vóru sundurskræddar av leysgangandi hundum Umhvørvi Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Við Finnboga Joensen á odda hevur Vestmanna seinastu árini verið eitt fyridømi inn­ an umhvørvisvernd og endur­ nýtslu av burturkasti. Tað var eisini Finnbogi, ið kom við hugskotinum um viðarlundina í Vestmanna, sum er ætlað sum ein frí­stað­ ur fyri børn og vaksin. Viðarlundin í Vestmanna er ein sjálvsognarstovnur við eini nevnd, har Finnbogi Joensen er formaður, sum umsitur økið. Alt arbeiði, ið verður gjørt í viðarlundini, er sjálvboðið. Síðan 1990 hava skúla­ børn­ini í bygdini plantað eitt træ í part í viðarlundini, og so hvørt sum nýggir flokkar koma afturat, planta tey eis­ ini nýggj trø. Økið, ið er 20.000 fer­ metrar til støddar og er inni­ gyrt við hegni. Har eru gøtur og beinkir til fólk at sita og hvíla seg á. Seinastu 12 árini hava umleið 30-40 dunnur hildið til í lagdini, har Gjógv­ará rennur gjøgnum viðarlundina. Børn frá útbarnagarðinum koma javnan í viðarlundina at hugna sær og geva dunn­ unum. Nú sær tað út til at hugnin í viðarlundini er heilt burt­ ur, allastaðni liggja sundur­ skræddar dunnur, sum leys­ gangandi hundar í bygdini hava gjørt seg inn á. Finnbogi Joensen er sera harmur um tað, sum er hent. Hann sigur, at málið er meldað til politiið í Vág­ um, sum hava ábyrgdina av Vestmanna. Teir lovaðu at taka málið upp. Hetta er eitt mál sum bygdaráðið og politiiið má taka sær av, sigur Finnbogi. Um hundaeigararnr høvdu tikið ábyrgd av sínum egnu hundum, var eingin trupul­ leiki. Hundarnir hava als ikki loyvi at ganga leysir, sigur Finnbogi, sum kundi hugsað sær eisini at havt t.d. hønur, kalkunir og ann­an flogfenað, men sum umstøðurnar eru nú, ber ikki til at hava nakað sum helst, alt verður skrætt sundur og dripið. Finnbogi vónar, at lógin verður hondhevað, og avvarð­ andi myndugleikar taka sær av málinum, soleiðis at viðar­lundin aftur verður eitt hugnaligt stað hjá bæði børnum og vaksnum. Viðarlundin í Vestmanna: Dunnurnar sundurskræddar av leysgangandi hundum Tað var ein ótespilig sjón hjá Finnboga Joensen í Vestmanna, tá hann seinasta leygardag skuldi geva dunnunum í Viðarlundini Mynd: Jens Kristian Vang Allar dunnurnar vóru sundurskræddar av leysgangandi hundum Myndir: Jens Kristian Vang