Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 40 - 24. februar 2006 23. februar hevði Mikines verið hundrað ár. Í hesum sambandi eru børnini hjá honum, Lizzie Joensen og Kári Mikines, í Føroyum, her tey hava vitjað ofta áður. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá pápanum, sum var vertskapsmaður burturav, sum ikki helt tað søma seg, at menn trillaðu barnavogn, og sum ongantíð varð hin sami eftir vanlukku á sjónum MIKINES 100 ÁR Theodor E. D. Olsen Myndir: Jens Kr. Vang Listaskálin var á tremur í gjárkvøldið, tá føroyingar hátíðarhildu sjálvan 100 ára dagin hjá málaranum Mikines. Hevði tú ikki vitað betur, hevði tú hildið, at landsdystur varð spældur í Gundadali, so nógvir bilar stóðu aftan fyri skýlið í Gundadali. Børnini hjá Mikines, Kári J. Mikines og Lizzie Joensen, vóru eisini komin til Føroya at halda føðingardagin, og ikki kann sigast annað, enn at tey enn kunnu staðfesta, at áhugin fyri listini hjá pápanum er stórur. Umframt at íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson í løtuni leggur seinastu hond á nýggja bók um Mikines – sum er tann triðja bókin um Mikines – so merkja systkini enn, at fólk koma til tey og spyrja um pápan og senda teimum fotomyndir av málningum, sum hann hevur málað. Kári nevndi eisini sum dømi á kvøldsetuni í Listaskálanum, at ein málningur av einum donskum jóansøkubáli, ið varð endaður á donsku sendistovuni í New York, var tikin heimaftur til Keypmannahavnar av Uffa Ellemann-Jensen, tá hann var uttanríkisráharri. – Sum lækni hitti eg eini 10-15 fólk um dagin, og tað gongur neyvan ein vika, at fólk ikki spyrja, um eg havi okkurt tilknýti til ”ham maleren Mikines”, greiðir Kári frá, tá Sosialurin hitti tey bæði í Listaskálanum í gjár stutt eftir at tey vóru komin til Havnar. Tey vórðu annars komin til Vágar kvøldið fyri. Anekdotur og myndir Seinni um kvøldið skuldi Kári greiða frá Mikines undir yvirskriftini ”Anekdotur og myndir”, og tað var heldur ikki so løgið. Mikines var nevniliga eisini í fluttari merking ein sera litríkur persónur, og ein feril av hesum kæti kunnu fólk eisini sanna, sum hava sæð filmin um hann, sum gongur í Listaskálanum í hesum døgum, har hann flennandi sigur, at tá hann er farin hiðani kann bara flenna at í øllum ”oppe i Gudfaders tronhimmel”. - Pápi kundi í vertskapi halda fólk í síni ”hulu” hond, greiðir Kári frá, og sigur, at pápin hevði sera gott minni, og tí uttan nakran trupulleika kundi endurgeva fólk, hann hevði hitt og fortelja stuttligar og livandi søgur, sum bergtóku fólk. Einaferð Mikines var inni í atelierinum saman við einum vinmanni og starvsfelaga, hoyrdust róp og mikið orðabrask. Hvat, ið var á vási, visti eingin, men gangurin var nógvur. Tað endaði við, at vinmaðurin fekk ein knív í lærið, og fólk óttaðust, um talan var um jalousidrama ella okkurt líknandi. Tað var tó ikki verri enn so enn at Mikines hevði roynt at fortalt honum um grindadráp, og hevði hevði verið áhaldsin. Meira hendi ikki í tí førinum. Málaði abstrakt sum 8 ára gamal Sjálvur sigur Kári við einum skálkabrosi, at sjálvur málaði hann, til hann var 8 ára gamal. Kári fortelur við gleði um ta ferðina, hann rættiliga var sloppin at royna seg við einoljumálningi, sum kundi kallast heldur abstraktur. Málningurin kom í eina flotta rammu. Ein dagin kom ein listaseljari á vitjan, og sá verkið hjá piltinum, sum stóð millum tey hjá pápanum. Tá læt knappliga í listasølumanninum, sum vísti hesum stórum áhuga: – Eg visti ikki, at tú átti ein vaksnan son. Tá mátti pápin svara, at tað gjørdi hann heldur ikki, men at tað var tann lítli, sum var meistarin. Málningurin varð ikki keyptur, men hongur enn heima hjá Kára. Umboð fyri Føroyar Hóast Lizzie og Kári eru uppvaksin í Danmark, hava tey ongantíð verið í iva um, at Føroyar hava verið ein fastur partur av teirra tilveru. Tey siga, at pápin var sera tjóðskaparliga tilvitaður, og helt tey føroysku bløðini og fekk javnan pakkar við føroyskum mati sendar niður frá systkjunum, umframt at hann leitaði sær aftur til Føroya á hvørjum sumri, haðani hann javnan skrivaði teimum brøv. Ein list, sum kanska er við at doyggja út, snú samskiftismøguleikarnir eru blivnir so fjølbroyttir og talgildir, heldur Kári. Eisini minnast tey á eina hending í sekstiárunum, tá pápin saman við øðrum noktaði at sýna fram á einum savni, av tí at Merkið ikki slapp at veittra uttanfyri. Lizzie búði tó eitt stutt skifti í Føroyum sum barn og gekk eisini í skúla í Mykinesi. Hinvegin var Kári bert einar tvær ferðir í Føroyum sum barn. Sum vaksin hevur hann tó vitjað oftari. Hann er føddur við krypilsfóti, og tí heldur hann at pápin vildi verja hann ímóti grýtutum og brøttum lendi. Av tí sama lá hann við hvørt á sjúkrahúsi og minnist aftur á, at pápin las nógv fyri honum, tá hann hann skuldi í song. Dunnaldur Dunna og aðrar tílíkar ”ivasamar” bókmentir vóru tó bannlýstar, so tá Kári var 7 ár, dugdi hann bæði Iljónskvæði og kvæði Odysseusar eins og upplivingar hjá Nansen á Norðurpólinum bæði frammanífrá og aftanífrá, sum hann tekur til. Málaði Føroyar á Pápi málaði Føroyar á hotellkamari í París