fríggjadagur 24. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 24. februar 2006
17
kamari í París
Kári kallar tað eisini eitt
privilegium, at hava havt ein
pápa, sum hevði atelier og
arbeiddi heima, tí av tí sama
vóru feðgarnir nógv saman.
Kári velur ikki at kalla pápa
sín ein gamlan, men heldur
ein búnan pápa. Gamli
Mikines var nevniliga líka
gamal, tá Kári varð føddur,
sum sonurin er í dag,. Hann
sigur seg eisini minnast,
at pápanum dámdi væl at
spæla við hann, og at ein
sofa, sum stóð í atelierinum
óteljandi ferðir var Tjaldur í
teirra hugaheimi, og reip og
trossar vóru bundin í hana.
Mikines ferðaðist sum
nevnt heim til Mykinesar á
hvørjum sumri, og skitsurnar
hevði hann við sær niður
aftur til Danmarkar. Sostatt
stóð hann á Flatlondum
og málaði føroysk motiv
meginpartin av lívinum.
Spurd, hvussu hetta kundi
bera til, halda børnini hjá
málaranum, at ein frágreiðing
kanska er, at hetta var eitt
slag av tryggleika fyri hann.
Mikines málaði nevniliga
ofta sama motivið umaftur,
hóast hetta var alt annað enn
lætt. Mykines hevur eisini
havt ein stóran part av sínum
myndevnum við í hugans
viðføri, tí eitt nú tær kendu
myndirnar av grindadrápi
hevur hann málað út frá
minninum. Tær fyrstu av
hesum slagi eru málaðar
undir krígnum í 1942, og tá
hevði Mikines sjálvandi ikki
verið í Føroyum síðani 1939,
tá alt ferðasamband millum
ríkispartarnar varð kvett.
Eitt skemtiligt dømi um,
hvussu trúfastur Mikines
var ímóti sínum føroysku
myndaevnum, var tá hann
einaferð fekk eitt ferðalegat
til París saman við m.ø. Ejler
Krag.
Meðan hini fóru út í býin
at mála myndir av býnum,
stóð Mikines og málaði
myndir av heimstaðnum á
hotellkamarinum.
Ferðin
til
franska
høvuðsstaðin var tó ikki
til fánýtis, tí íblásturin
frá vitjanunum á teimum
fronsku søvnunum kann
neyvan yvirmetast, og sæst
hetta m.a. aftur í nýggju
bókini hjá Aðalsteinn
Ingólfsson, har hann m.a.
vísir á íblástur frá málarum
sum Ucello, Delacroix og
Picasso.
S. Joensen – Mikines
– málarin og motivið
Mikines, sum hann í dag
vanliga verður nevndur, æt
tó ikki upprunaliga Mikines.
Hann var doyptur Samuel
Elias Fredrik Joensen, men á
málningarnar skrivaði hann
ofta ”S. Joensen – Mikines”
og sipaði til málaran og
motivið, ið sum oftast var
heimoyggin.
Av tí sama bleiv hann
ofta kallaður Mikines ella
Mikinesmálarin. Tað var tó
ikki fyrr enn í umleið 1943,
at hann keypti sær navnið
Mikines.
Eitt,
sum
eyðkendi
Mikines, vóru hansara
snøggu klæði. Í filminum
um Mikines, sum verður
vístur í Listaskálanum, sæst
hvussu hann stendur uppi við
brúnna á Tjaldrinum, tá tað
stevnir inn eftir Havnarvág.
Har stendur hann so fattur
í frakka og undir hatti, og
bíðar til skipið hevur lagt
at.
Hetta minnast børnini
hjá honum eisini aftur á við
einum smíli og greiða frá, at
sjálvt tá hann málaði var hann
í sloyfu. Lizzie minnist so
aftur a ta ferðina, mamman,
sum var sjúkrasystir, var til
arbeiðis, og hon vildi hava
pápa sín at flætta sær hárið.
Hetta lá ikki so væl fyri
hjá honum, men at binda
butterfly dugdi hann, so
hon fekk eina sloyfu í hárið
í staðin.
Børnini siga tó, at hann
byrjaði ikki at lata seg
so fínt í fyrr enn tíðliga í
40’unum, tá hann málaði
eina sjálvsmynd. Tá byrjaði
”the new look”, sum tey kalla
tað, og skíra broytingina sum
eitt skifti frá “bondedreng til
grosserer”.
Mikines var eisini sera
upptikin av sínum atburði.
M.a. helt hann ikki, at tað
sømdi seg fyri vaksnar
menn at trilla barnavogn.
Tí kom tað fyri, at hann læt
konuna og børnini fara í ein
tokvogn, og hann sjálvur fór
inn í ein annan, tá tey skuldu
til
Keypmannahavnar.
Tey komu síðani út aftur
úr hvør sínum tokvogni,
og hittust so aftur á
Høvuðsjarnbreytastøðini í
Keypmannahavn.
Varð ongantíð
hin sami aftur
Mikines var góður svimjari,
men einaferð hann var saman
við familjuni á Bornholm,
kom hann sær í óføri.
Sum hann svam framvið
strondini sóu tey, at hann var
í trupulleikum. Ein týskur
ferðamaður hjálpti honum
inn, og konan Karen fekk
givið honum hjartamassagu,
meðan Kári leyp avstað fyri at
ringja eftir einum sjúkrabili.
Hetta var í 1969, tá Kári
var 13 ára gamal, og hann
greiðir frá, at hann helst vil
minnast pápa sín sum hann
var fyri hesa hendingina enn
eftir, tí pápin varð ongantíð
hin sami eftir hetta.
Mikines
kundi
vera
bersøgin, og sum sagt var
hann litríkur og serstakur.
M.a. skemtar Kári, sum er
føddur í mei 1956, at fyrsta
myndin av honum er frá mars
sama árið, tá Mikines málaði
konuna. Tað sermerkta við
myndini er tó, at barnakonan
Karen, sum hevði smurt sær
væl áðrenn ”avtøkuna”, kom
at hava brúnligt andlit av
smyrslinum á myndini, men
heldur hvítan háls. Hon bað
mannin um at broyta hetta,
men hann var ikki til at
vika.
– Jeg maler, hvad jeg ser,
var svarið.
Frá 1974 til Mikines
doyði í 1979, búði hann á
ellisheimi. Viðhvørt plagdi
Kári at fara við honum út ein
skóg, men tað var ikki nakað
fyri gamla, sum sleppa út til
havið.
– Jeg vil se himmel og hav,
segði hann tá.
Systkini bæði, Lizzie og
Kári, nýta eisini høvið at
vitja familju og skyldfólk,
nú tey eru aftur í Føroyum.
Og tey eru eisini hugtikin
av familjuviðurskiftunum
her hjá okkum, tí sum siga,
so avspeglast hetta aftur í
málinum. Í Føroyum tosa vit
nevniliga um trímenningar,
fermenningar og fara enntá
út í enn fleiri lið, enn
onnur mál hava orð fyri.
Tey fegnast tí um, at tað
nú letur til, at fyrireikingar
eru at gera klárt í Mykinesi
til eitt nýtt savn og hús hjá
listafólki at mála í styttri og
longri tíðarskeið.
Høvundurin Aðalsteinn Ingólfsson, Kári J. Mikines
og útgevarin Einar Matthíasson. Her sita teir og
skoða bókina um Mikines, sum ætlanin er at geva
út. Bókin er skrivað á enskum, men verður umsett
til føroyskt og danskt
Lizzie og Kári eru aftur á slóðini. Tey
hava ofta vitjað í Føroyum, og hon gekk
eitt skifti í skúla í Mykinesi. tey fegnast
um, at stig eru tikin til at lata savn og hús
til listafólk upp í Mykinesi