fríggjadagur 24. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 40 - 24. februar 2006
100 ára føðingardag
urin hjá S. J. Mikines
varð ikki einans
hildin í Føroyum.
Rættiliga fitt av fólki
var komið saman í
Føroyahúsinum í
Keypmannahavn, tá
føðingardagurin varð
hildin, við framløgu,
samrøðu, sangi og
køkum
Hátíðarhald
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kendi danski journalisturin
og rithøvundurin Vagn Steen
helt áhugaverdan fyrilestur
um kreppur í lívinum hjá
Mikinesi. Hetta var sera
áhugavert og serliga limaskap
urin hjá Mikinesi í donsku
nasistunum í tríati árunum
fekk kenslurnar hjá onkrum
at hitna, og eina løtu aftan á
tiltakið var samrøtt heldur
hvassliga um hetta. Vagn
Steen nevndi í framløguni,
at Mikines var limur í hesum
felagskapi í ein dag. Men hetta
var sambært læraranum og
viðmerkjaranum Virgar Dals
gaard als ikki so, hann vísti á,
at limaskapurin var væl longri
enn ein dag.
Føroyavinurin
Vagn Steen
Vagn Steen er eitt kent andlit
í donskum miðlum, men hev
ur við sínum áhuga í serliga
fornnorrønum, fingið sera
sterkan áhuga í útnorði.
Hann hevur fingist nógv við
viðurskiftið í hesum lond
um, og er ein veruligur Før
oyavinur. Hann tyktist væl
vitandi um Mikines, og fólk
lótu væl at framløguni.
Stórt myndasavn
Vagn Steen hevði somuleiðis
samrøðu við Thorkil Morten
sen Lava, ið man vera ein
tann, ið hevur størsta savnið
av myndum hjá Mikines.
Savnið hjá Thorkil Mort
ensen Lava telur 22 oljumáln
ingar, ið hann hevur savnað
saman eitt nú á uppboðssølum.
Thorkil greiddi frá, at hann
plagdi at bjóða til hann ikki
tordi longur. Vanliga hevði
hann eitt loft, men onkuntíð
megnaði hann ikki at halda
seg undir hetta.
Hann greiddi frá, at tá hann
keypti fyrsta málningin,
segði onkur við hann, at
hesin kostaði meira enn
ein fólkavognur. Men hann
segði seg vera glaðari fyri
Mikines málingin enn nakran
fólkavogn, og málningurin
gav honum enn gleði.
Grindadrapið er
yndismálningurin
Tann málningurin, ið Thor
kil Mortensen Lava var allar
fegnast um, var Grindadrápið.
Men umframt henda málning
vóru eisini nógvir aðrir, ið
vóru sera flottir. Fleiri vóru
málningar, ið vit vanliga ikki
síggja. Meðan tiltakið var
koyrdi myndaframløga, av
teimum 22 oljumálningunum.
Tú hoyrdi javnan eitt suff fara
ígjøgnum áhoyrarnar, tá onkur
serliga forkunnugur ella vakur
málningur kom á skíggjan.
Tøkniligir
trupulleikar
Kvøldið byrjaði eitt sindur
rokaliga, uppvørpan hjá
Føroya Húsinum og teldan
hjá dóttur Vagn Steen vildu
ikki tosað saman, tískil
prýddi ein mynd av Orlando
Bloom stórskíggjan fyrstu
løtuna, men myndamaðurin
hjá Sosialinum var kvikur
at hjálpa og fekk myndafrá
søgnina í gongd.
Hungaligur endi
Kvøldið endaði hugnaligt við,
at Annika Hoydal læs yrkingar
hjá Carl Johan Jensen upp.
Talan var um yrkingar úr
Tímar og rek. Hetta vóru
yrkingarnar um flugurnar
hjá Mikinesi. Hetta savnið
hjá Carl Johan Jensen var í
1997 í uppskoti til heiðursløn
norðurlandaráðsins. Fyri at
hjálpa donsku áhoyrunum
at skilja yrkingarnar, vóru
donsk avrit handaði út. At
enda sang Annika Hoydal
nøkur løg. Áðrenn Vagn Steen
endaði kvøldið og leiðarin í
Føroyahúsinum Martin Fjall
stein bjóðaði køkur og kaffi.
Sum í eini rættiligari føð
ingardagsveitslu var stórt
kakuborð, og fólk hugnaðu
sær óført. Kondittarin hjá
Føroyahúsinum hevði gjørt
sær stóran ómak, og eina løtu
kendist tað sum ein veitsla.
Nýggjar plakatir
Fleiri av føðingardagsgest
unum nýttu høvið at ogna
sær nýggju Mikines plakat
irnar, ið eru prentaðir í sam
bandi við føðingardagin,
og sum fingust til keyps.
Samanumtikið var talan um
eitt frálíkt tiltak. Sjálvt um
húsið einans var hálvfult og
áskoðarafjøldin ikki tyktist
at fevna so breitt, so tyktust
tey, ið høvdu leitað sær inn
á Vesterbrogade 17 A sera
væl nøgd. Her var talan um
listaáhugaði fólk, ið vildu
uppliva føðingardagin hjá
hesum okkara fyrsta veruliga
yrkislistamálara.
Mykines 100 ár:
Hugnaligur føðingardagur í Føroyahúsinum
Ein partur av tiltakinum var samrøða millum Vagn Steen og Mikines savnaran Thorkil
Mortensen Lava á myndini er eisini kona Thorkil.
Kendi danski journalisturin Vagn Steen var frásøgumaður á kvøldinum.
Annika Hoydal undirhelt við yrkingum og sangum