fríggjadagur 24. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 40 - 24. februar 2006
Jón Rói og
Súni sama
venjara
Svenski venjarin hjá AaB
hevur longt sín sáttmála
við felagið, so at hann
heldur fram til endan av
2008.
Ivi hevur í eina tíð verið
um, hvørt Erik Hamrén
fór at halda fram sum
venjari hjá AaB. Hann
hevur fingið fleiri tilboð
frá feløgunum heima í
Svøríki, og hann hevur
ikki vilja sagt avgjørdur,
hvat hann ætlaði sær, tá ið
sáttmálin gekk út í ár.
Nú er avgerðin tikin,
og Erik Hamrén hevur
longt sáttmála við AaB
við trimum árum, so
at hann stendur á odda
fyri liðnum hjá Jón Róa
Jacobsen og Súna Olsen
til endan av 2008.
Ítróttarstjórin í AaB,
Lynge Jacobsen, fegnast
um, at tað hevur eydnast
felagnum at leingja sátt
mála við Hamrén.
– AaB hevur eina spenn
andi framtíð. Vit hava
nógvar evnaríkar splæarar
og vit hava fingið ein góð
an hugburð millum spæl
ararnar. Harafturat er
felagið eisini betur fyri
fíggjarliga, sigur Erik
Hamrén.
SÍ nýggjan
formann
Føroysku fótbóltsfeløgini
skifta óført formenn í
hesum døgum, og sein
ast hevur SÍ – sum bæði
umfatar fótbólt og flog
bólt – fingið nýggjan for
mann. Eftir aðalfundin
hevur starvsnevndin í
felagnum skipað seg
við Eivin Jacobsen sum
formanni. Rannvá Gás
dal er næstformaður
og skrivari og Jóhan á
Ørg er peningarøkil. Fót
bóltsnevndin og flogbólts
nevndin hava ikki skipað
seg enn.
Venja í
stórum hita
Føroyska fótbóltslands
liðið sleppur rættiliga at
sveitta undir venjingunum
í Florida í hesum døgum.
Hósdagin var hitin um
tey 30 stigini, og tá er
strævið at spæla fótbólt.
Fríggjadagin vandu spæl
ararnir fyrrapartin kl.
10 og seinnapartin kl.
16.00. Hitin var tann
sami, men roknað varð
við, at tað fór at verða
skýggjað eina løtu.
Seinnapartin hósdagin
høvdu spælararnir frí, og
tá gjørdu teir eina útferð.
Teir bæði koyrdu í gocart-
bilum og royndu annað til
stuttleika.
Nr. 40 • Fríggjadagur • 24. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Greiðir favorittar eru
til mansdystirnar
í hondbólti um
vikuskiftið. Mest
spennandi dysturin
í hesum umfarinum
bíðar til mikukvøldið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mest spennandi mansdyst
urin hetta umfarið verður
ikki spældur fyrr enn miku
kvøldið. Tá vitjar VÍF hjá
H71 í enn ein av teimum
dystunum, sum kunnu fáa
heilt avgerandi týdning fyri
vónirnar hjá liðunum fyri at
røkka FM-finaluni.
Leygar- og sunnudagin
verða tó eisini hondbóltur
á skránni. Leygardagin skal
StÍF á vitjan hjá KÍF. Einki
er at ivast í, at strandingar
eru stórfavorittar til dystin.
Men StÍF hevur fleiri ferðir
víst, at teir hava tað trupult
í teimum á pappírinum løttu
dystunum. Nakað sum varð
so dyggiliga undirstrikað,
tá KÍF vann dystin á Skála í
endaspælinum.
Sunnudagin verður so
grannauppgerð í høllini á
Hálsi, tá Neistin og Kyndil
skulu takast. Her tykist
eingin ivi vera um, at Kyndil
er favoritturin. Men eisini
Neistin hevur havt hug at
glepsað nakað at hinum
liðunum í ár, so talan kann
eisini verða um óvæntaðan
spenning.
TB kann taka seg eitt
sindur meira inn á
oddaliðið Drátt, um
liðið kann endurtaka
sigurin á ÍF í steypa
finaluni síðsta viku
skiftið – hesaferð
hittast liðini í lands
kappingini
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kvinnuliðini hjá ÍF og TB
hittast aftur sunnudagin. Sein
astu ferð liðini hittust, var tá
TB seinasta leygardag vann
steypafinaluna, og einki er
at ivast í, at ÍF ætlar sær at
hevna hetta. Samstundis er
talan eisini um dystin, sum
meira ella minni kann avgera
stríðið um silvurmerkini í
kvinnudeildini.
Eftir at Dráttur tapti
sín dyst mitt í vikuna, er
møguleikin framvegis til
staðar fyri, at TB kann fáa
oddaliðið aftur, men so skulu
kvinnurnar av Tvøroyri
vinna dystin ímóti ÍF.
Í hinum kvinnudystinum
hetta vikuskiftið tekur SÍ
móti botnliðnum, Mjølnir.
Hjá monnunum er talan
somuleiðis um silvurdyst, tá
SÍ og Mjølnir takast. Mjølnir
sýndi í steypafinaluni, at teir
hava kvalitetirnar at lyfta
liðið heilt móti tindunum.
Og so er spurningurin, hvørt
teir megna tann leiklutin enn
einaferð.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin - FM-bólkurin
Dagur Klokkan Dystur
Dómarar
26.02
14.30
Neistin-Kyndil
Heri & Dánjal
Atlantic Airways-kappingin
25.02
16.00
KÍF-StÍF
Kári & Dánjal
26.02
16.00
Neistin-Kyndil
Heri & Dánjal
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
26.02
14.00
ÍF-TB
KÍF
26.02
14.30
SÍ-Mjølnir
KÍF
Meistaradeild menn
26.02
16.00
SÍ-Mjølnir
ÍF
Brakið bíðar
til mikudagin
StÍF er favorittur til dystin
ímóti KÍF, men StÍF hevur
fleiri ferðir víst, at teir hava
tað trupult í teimum á
pappírinum løttu dystunum
Endurtaka finaluna
TB skal vinna dystin ímóti ÍF um vikuskiftið, skulu kvinnurnar av Tvøroyri varðveita
møguleikan at vinna gull í FM