Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 24. februar 2006 21 Jón Rói spælir aftur Um vikuskiftið skal Jón Rói Jacobsen aftur á vøll­in fyri AaB. Jón Rói fekk fyri nøkrum vikum síðani ein skaða í knæið, men løstur var tí betur ikki álvarsamur. Nú skal Jón Rói royna seg aftur í dysti, tí hann er millum spælararnar, sum verða við á Danmarksseriuliðnum hjá AaB, sum spælir venj­ ingardyst um vikuskiftið. Jón Rói hevur vant saman við liðfeløgunum seinastu vikuna, og hann hevur eisini fingið serliga uppvenjing fyri skaðan. Súni Olsen er tikin út til seinasta venjingardystin hjá superligaliðnum, sum skuldi spæla í kvøld. Kent stúrir Felagið hjá Johan Byrial Hansen hevur staðið seg væl í superliguni, eftir at felagið flutti áðrenn hetta kappingarárið. Nú kappingin er komin reiðiliga í helvt, liggur AC Horsens omanfyri nið­urflytingarstrikuna, og tað er komið óvart á mong. Venjarin hjá Byrial og hinum í AC Horsens heldur tó, at enn er felagið langt frá sloppið undan niðurflytingini. – Vit hava klárað okk­um betur, enn fólk høvdu roknað við, men eg haldi framvegis, at møguleikarnir eru størri fyri, at vit flyta niður, enn at vit verða verandi í superliguni, sigur Kent Nielsen við onside.dk – Vit hava 13 sera truplar dystir fyri framman. Vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu yvirliva í deildini, sigur hann. FCK fekk bót FC Keypmannahavn hev­ur fingið eina bót frá Royal League fyri at hava brúkt ein ólógligan spælara í dystinum ímóti Brøndby tann 9. februar. Ein av spælarunum á liðnum hjá FCK var Atiba Hutchinson, men hansara spæliloyvi var ikki klárt, tá ið dysturin varð spældur. Disiplinernevndin fyri Royal League hevur tí gjørt av, at FCK skal hava eina bót á 50.000 krónur. Feløgini, sum eru partur av málinum, hava nú møgu­leika at kæra hesa avgerð. Leygardagin 4. mars verður seinasta umfar í liðkappingini í talvi í bygdarhúsinum í Vestmanna. Vest­ menn­ingar liggja á odda, og teir kunnu tí tryggja sær gullið á heimavølli um eina góða viku Talv Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Liðkappingin í talvi gongur ímóti endanum, og sum van­ligt er, verður seinasta umfarið í liðkappingini telva sama dag á sama stað. Hesaferð verður Vest­ manna vertur fyri seinasta umfarinum, og tað passar iva­leyst vestmenningum sera væl, tí teirra besta lið liggur á odda í bestu deildini í talvi. Vestmenningar eru hálvt stig frammanfyri Havnina undan seinasta umfarinum, og skal Havnin taka FM frá Vestmanna, skulu teir í Havn hava eitt stig meira enn Vestmanna í seinasta umfarinum. Vestmanna hevur havt munin Kappingin í ár hevur staðið ímillum Vestmanna Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, og í innanhýsis dystunum ímill­ um liðini hava vestmenningar ligið omaná, tó við minst møguligum muni. Men júst hesin lítli munur kann gerast avgerandi, tá ið avtornar. Í 1.deild er Vestmanna Talv­felag eitt hálvt stig framm­an fyri Havnar Telv­ ingarfelag, men av tí at Vestmanna Talvfelag hevur betur dystarstig (2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnan), má Havnar Telv­ ingarfelag 1 stig fram um Vestmanna Talvfelag. Og royndirnar siga, at júst slíkt kann henda á seinasta degnum, tá ið nervar standa upp á spæla, og FM skal fáa hesim. Í fjør tók Havnar Telv­ing­ ar­felag í seinasta umfarinum Klaksvíkina aftur, hóast teir í Klaksvík høvdu ligið á odda og lógu til at vinna FM. Spennandi í botninum Tað er eisini sera spennandi í botninum, har aftasta liðið flytir niður í 2. deild. 4 lið liggja soleiðis fyri, at tey kunnu flyta úr deildini, og tað er merkisvert, at tey bæði liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag liggja aftast og næstaftast. Hetta kemst millum annað av, at Klaksvík í ár ikki hevur lagt alla orku í at savna eitt sterkt lið, men hevur góðar telvarar á báðum liðum. Í seinasta umfari skulu tey bæði liðini úr Klaksvík dystast við Streym og Kolla­ fjørð um, hvat lið skal flyta niður. Seinasta umfar verður telvað í Vestmanna leygar­ dagin 4. mars. Sum er, so líkjast hálv­fin­ al­urnar í kvinnukappingini dystum millum Neistan og Kyndil og Stjørnuna og VB. Ein samanseting, sum tó kann broytast, megnar Kyndil at vinna á Neistanum, tá liðini hittast sunnudagin. Á pappírinum eru bláu steypavinnararnir tó stór­ favorittar. Ikki minst, nú úr­slitini hava verið so góð seinnu dystirnar. Kyndil fekk hinvegin eitt lyft við sigrinum á VB, og tær hava eisini fyrr í ár givið Neistanum harða mótstøðu, so útilokast kunnu tær á ong­ an hátt. Vinnur Neistin dystin í Havn, so er dysturin í Vági, sum ikki verður spældur fyrr enn um eina viku, at kalla týdningarleysur, tí tá skulu Stjørnan og VB undir øllum umstøðum spæla hálvfinalu móti hvørjum øðrum. Hinvegin vilja báðir partar hava nakað at spæla fyri, um Kyndil aftur ger ein vørr hesa­ferð. Tá kann Stjørnan við sigri fara á oddasessin, og á tann hátt fáa “lættaru” hálvfinaluna. Men hendan vil tá eisini verða móti VB, tí tær tá enda undir Kyndli. -mørk Fyrrapartin skrivaðu NSÍ og Norðoya Spari­ kassi undir ein fimm ára stuðulssáttmála, tryggjar leiðsluni í NSÍ arbeiðsfrið næstu árini, samstundis sum Norðoya Sparikassi fær fótin innum í økinum. Báðir partar vænta sær nógv av nýggja samstarvinum Fótbóltur Tíðindaskriv Sunnudagin 2. apríl tekur NSÍ ímóti KÍ við Løkin í fyrsta landskappingardystinum í ár, og dagin eftir, mánadagin 3. apríl, letur Norðoya Spari­ kassi upp nýggja deild í Runavík. At Norðoya Sparikassi ætlar nakað við »innrásini« á Skálafjørðinum og í Eyst­uroynni, varð staðfest fyrrapartin í býráðssalinum í Runavík, tá Andrias Lam­ hauge, formaður í NSÍ, og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, skriv­ aðu undir ein fimm ára stuð­ uls­sáttmála. – Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit kunnu fáa sáttmála við eitt vinnandi lið, og eitt slíkt er NSÍ. Og eg vænti eisini, at NSÍ kann gerast uppaftur meira vinnandi, tí felagið er so vælskipað og hevur so gott spælaratilfar at arbeiða við, staðfesti Eyðfinn Reyð­berg, tá hann hevði sett sína undirskrift á n‡ggja stuðulssáttmálan. – Síðani hetta samstarvið kom upp á tal, havi eg upp­­livað NSÍ júst so pro­ fessionelt, sum eg hevði væntað. Alt tað, sum eg veit um, hevur NSÍ eisini havt eitt fyrimyndarliga gott ung­ dómsarbeiði, og júst tað er óivað lykilin til, at felagið í ár er ein av favorittunum at gerast føroyameistari. Størri orku í ítróttin Minst líka væl nøgdur var formaðurin í NSÍ, Andri­as Lamhauge, tá hann vegna felagið hevði sett und­ irskrift undir longsta stuðuls­ sáttmálan, felagið nakrantíð hevur havt, tí hesin gongur yvir fimm tey næstu árini. – Vit hava stórar am­bi­ti­ónir, og tá hevur tað nógv at siga at fáa ein góðan sátt­mála, ið røkkur yvir fleiri ár, so størri arbeiðsfriður fæst til at leggja orkuna í sjálv­an ítróttin. Nú sleppa vit frá at hugsa so nógv um fíggjarspurningin, sum vit onkuntíð hava gjørt, tí hann er lagdur í ein fastan og drúgvan karm, sigur Andrias Lamhauge. – Fyri okkara viðkom­ andi er Norðoya Spari­kassi ein spennandi sam­starvs­ partnari, og vit síggja stórar møguleikar í samstarvinum. Ikki minst var tað eisini huga­ ligt, at tá vit vendu okkum til teirra, var mestsum leyst og liðugt beinanvegin, og tí kunnu vit nú staðfesta samstarvið. Formaðurin í NSÍ vísir á, at felagið í komandi kapp­ing­ arárinum hevur tilsamans 23 lið við í teimum ymsu kappingunum, og at tað tí eru nógvir brikkar, sum skulu fáast upp á pláss í felagsarbeiðinum. – Um vit fyrst taka árið í ár, so haldi eg, at vit hava ein góðan og breiðan hóp til Formuladeildina, um­framt at vit eisini fara at stíla høgt í øðrum deildum, sigur Andrias Lamhauge, ið loyvir sær at hyggja enn longur fram. – Næsta ár eru 50 ár liðin, síðani NSÍ var sett á stovn, og tað ætla vit sjálvandi at markera á ymsan hátt, so eg kann bara endurtaka, at tað hevur øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit hava eitt gott fíggjarligt bakland. Onnur tiltøk við Umframt at NSÍ gjørdi stuð­ uls­sáttmáli við Norðoya Spari­kassa, vórðu eisini aðrir sáttmálar undirskrivaðir í býráðssalinum í Runavík fyrrapartin, tí umframt høv­ uðsstuðul hevur arbeiðið í einum stórum og virknum felag eisini brúk fyri øðrum stuðlum. Millum annað eru tvey ára sáttmálar gjørdir við EM Asfalt, Teymavirkið og Kall, og fevna hesir sáttmálar um ymisk virkisøki. Til dømis er Teymavirkið klædnastuðul hjá felagnum, og Kall skal stuðla einari n‡ggjari sending, Vespurásin, ið verður send á Rás 2 fríggja­dagar tey vikuskiftini, tá NSÍ spælir dystir í Formula­deildini. – Ætlanin er, at henda út­varpsrásin hjá okkum, ið helst fer at koyra eftir nøkulunda sama leisti sum HB-rásin, skal eita Vespu­rásin, og ætlandi skulu tvey fólk taka sær av hesum sendingunum, ið fara at gera tað munandi lættari hjá okkum at røkka út til bæði viðhaldsfólk og onnur áhugað, sigur Andrias Lamhauge, NSÍ-formaður, at enda. Vestmanna kann vinna FM á heimavølli Bólkaspælið liðugt NSÍ og Norðoya Sparikassi næstu fimm árini Eyðfinn Reyðberg og Andrias Lamhauge skriva undir næyggju sponsoravtaluna