Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 40 - 24. februar 2006 Álopið á shiamus- limska halgidómin í Samarra og tey shia- muslimsku hevndar- álopini kunndu elva til veruligt borgarakríggj í Irak. Politiska tilgongdin er eisini steðgað. IRAK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Síðani innrásina hava sunn- imuslimskir yvirgangs- menn við al-Zaeqawi á odda skipað fyri ófriði í Irak, men nú er støðan broytt. Síðani vápnaðir menn við gekkaskorti lupu á shiamuslimska halgidóm- in í Samarra mikudagin, hava shiamuslimarnir tikið vápnini fram, og teir báðar seinastu dagarnar hava teir myrt einar 150 sunnimusl- imar. Við øðrum orðum er tal- an um bardagar ímillum teir báðar átrúnaðarbólkar- nar, og eygleiðarar ávara um, at tað kann enda við veruligum borgarakríggi. Serfrøðingar siga, at í veru- leikanum hevur tað prutlað undir lokinum líka síðani tjóðartingsvalið tann 15. desember, og at álopið á halgidómin var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Bardagarnir eru eisini eitt álvarssamt bakkast fyri ta politisku skipanina í Ir- ak, sum fekk ein dyggan smeit, tá tann sunnimusl- imski flokkurin í gjár kunn- gjørdi, at hann tók seg burt- ur úr samráðingunum um at skipa eina samgongustjórn. Valið í desember vísti, at nógv tey flestu atkvøddu eftir teirra átrúnaðarligu sannføring heldur enn nakrari politiskari sannfør- ing. Støðan ímillum teir báðar bólkarnar var eisini spent undir Saddam Huss- ein, men stýrið megnaði at halda spenninginum niðri. Bardagarnir nú vísa, at tað megnar tað nýggja stýrið ikki. Harafturat kemur, at tann sunnumuslimski minnilutin, sum hevði vald- ið, tá Saddam ráddi, hevur ilt við at góðtaka, at hann fær lítla ella kanska onga á- virkan nú, og ein meininga- kanning herfyri avdúkaði eisini, at 90 prosent av sunnimuslimunum virða ikki eina shiamuslimska stjórn. At veljararnir valdu eftir átrúnaðarligari sannføring ella etniskum sambandi ger, at altsamt fleiri stúra fyri, at landið verður býtt í trý, og at tað verða sunni- muslimarnir, sum verða fyri vanbýti, tí at kalla øll oljan er í teimum shiamusl- imsku og kurdisku økju- num. Jalal Talabani, forseti, segði í gjár, at herurin og løgreglan høvdu fingið til uppgávu at steðga ófriði- num, og útigongubann varð lýst í Bagdad og fleiri øðr- um býum. Kortini hildu bardagarnir fram. Eingin veit við vissu, hvør tað var, sum søkti at shiamuslimska halgidómi- num í Samarra, men shiam- uslimarnir ivast ikki í, at tað vóru sunnimuslimar. Tað skuldi hevnast. Norðan fyri Bagdad vórðu bussar við 47 sunnimuslimskum arbeiðsmonnum steðgaðir og allir menninir skotnir. Aðrastaðni fann løgreglan myrdar sunnimuslimar fram við vegjaðaranum, og nógvastaðni sóust brendir bilar við uppkolaðum lík- um í. Samstundis gingu hundr- aðtúsundtals shiamuslimar í gøtunum og kravdu hevnd. Fleiri teirra høvdu maskinbyrsur og skutu upp í loft, so gøtumyndin minti um Gaza, skrivar Reuters. Eygleiðarar siga, at ó- friðurin kemur USA stak illa við. Amerikanska stjórnin vil fegin taka sínar 130.000 hermenn úr Irak, so skjótt irakar sjálvir kunnu átaka sær at skipa fyri lóg og landaskili. Men vánirnar fyri tí eru ringar í løtuni, og ófriðurin kann hava við sær, at teir ameri- konsku hermenninir verða verandi nógv longri enn ætlað. Blóðug hevnd kann enda við borgarakríggi í Irak Hann ætlar sær heimaftur Fyrrverandi forsetin í Haiti, Jean-Bertrand Ari- stide, sum bleiv rikin frá valdinum fyri trimum ár- um síðani, hevur búð í Suðurafrika seinastu ár- ini, men nú sigur hann, at hann ætlar sær heimaftur. Í samrøðu við suðura- frikanska útvarpið sigur Aristide, at hann væntar at sleppa heimaftur, nú nú fyrrverandi sam- starvsfelagi hansara René Préval er vorðin forseti í Haiti. Préval vann forsetavalið fyrr í hesum mánaðinum, og hann hevur sagt, at hann hevur einki ímóti, at gamli forsetin kemur heimaftur. Aristide sigur við suð- urafrikanska útvarpið, at hann ætlar sær at tosa við Préval og ST, áðrenn hann fer aftur til Haiti, tí hann ætlar sær ikki at koma aftur sum tjóvur á nátt. Eygleiðarar siga, at gamli forsetin er fram- vegis sera væl umtóktur ímillum tey nógvu fá- tæku í heimlandinum, sum uttan iva vilja hava hann aftur í forsetaem- bætið. Men Aristide sig- ur, at hann ætlar sær at virka saman við teimum, sum vilja tryggja frið í Haiti. Tá hann noyddist av landinum í februar í 2004, vildi Aristide vera við, at USA hevði givið boð um at reka seg í út- legd, men tað avsannaði amerikanska stjórnin ES-útvarp til Hvíta- russlands Frá sunnudegnum sleppa fólk í Hvítarusslandi at hoyra onnur tíðindi enn tey í landsins almenna útvarpi. Tá fer ES at senda út- varpstíðindi inn um hvítarussiska markið, og ætlan er, at ES eisini skal senda sjónvarpstíðindi ymsar sjónvarpssending- ar sama veg seinni. ES dylur ikki fyri, at tað er ikki av tilvild, at útvarps- tíðindini til Hvítaruss- lands byrja júst nú, men at tey hava samband við tjóðartingsvalið í Hvíta- russlandi tann 17 mai. Forsetin í Hvítaruss- landi, Aleksander Luka- sjenko, ið vanliga verður umrøddur sum tann sein- asti einaræðisharrin í Ev- ropa, hevur ræðið á øll- um fjølmiðlunum í landi- num. Fleiri fjølmiðla- fólk, sum hava vent sær ímóti forsetanum, hava fingið harða revsing, og summi eru funnin myrd. Kristin drepa muslimar Tey kristnu í Nigeria bera ótta fyri hevndarálopum, eftir at kristin harkalið hava beint fyri meiri enn hundrað muslimum har suðuri í landinum. Ein borgararættindafelags- skapur sigur, at mikudag- in beindu tey kristnu harkaliðini fyri meiri enn 20 muslimum, og hós- dagin lógu onnur 80 eft- irá. Felagsskapurinm sig- ur, at kristnir ungdómar hava gjørt seg inn á fleiri moskur, og at teir eru eirindaleysir í sínari framferð. Tey kristnu eru í meiri- luta har suðuri í Nigeria, men fleiri túsund kristin búgva eisini har norðuri í landinum, har muslimar- nir eru í meiriluta. Nú bera tey kristnu har ótta fyri hevndarálopum, og teir seinastu dagarnar hava nógv kristin leitað sær skjól á herstøðum fyri at tryggja seg ímóti hevnd. Emn hevur Olusegun Obasanjo, forseti, sum er kristin, ikki givið løg- regluni ella herinum boð um at leggja uppí. Nógvar bøtur Talið á donskum bilfør- arum, sum fáa bót fyri at koyra ov skjótt, er tví- faldað tey bæði seinastu árini. Í fjør komu 356.076 bilførarar í svørtubók hjá løgregluni, tí teir koyrdu skjótari, enn loyvt var, og tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum árið fyri. Sambært løgregluni er tað tann góða tøknin, sum ger, at fleiri fáa bót, og serliga tær sokallaðu ferðfellurnar hava víst seg at rigga væl. Í fjør fingu 293.000 bilførarar bót eftir at vera farnir í ferðfellurnar. Slobodan Milosevic sleppur ikki til Moskva at søkja sær heilsubót. RÆTTARMÁL Árni Joensen: fartekst@mail.dk Krígsbrotsmannadómstólur in fyri gamla Jugoslavia vil ikki lata fyrrverandi jugo- slaviska forsetan Slobodan Milosevic sleppa til Russ- lands til læknakanningar. Milosevic líður av hjartatrupulleikum og ov høgum blóðtrýsti, og hann bað herfyri um at sleppa til læknakanningar í Moskva, men dómstólurin sigur, at tær kanningarnar kunnu læknar í Niðurlondum gera. Tí sleppur Milosevic ongan veg. Eygleiðarar í Haag siga, at dómstólurin ber ótta fyri, at Milosevic kemur ikki aftur, sleppur hann til russiska høvuðsstaðin, har kona hansara og sonurin búgva. Milosevic er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini undir borgarakrígnum í gamla Jugoslavia. Rættarmálið byrjaði í 2002 og verður eftir ætlanini li_ugt seinni í ár. Verður gamli forsetin funnin sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Sleppur ikki til Moskva Vápnaðir shiamuslimar í gøtunum í Bagdad krevja hevnd fyri álopið á halgidómin í Samarra.