fríggjadagur 24. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 • fríggjadagur • 24. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Hugleiðing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tíðin stendur ikki í stað. Dagur
dettur av degi. Ættarlið koma
og fara. Umhvørvið broytist
og fær nýtt skap. Roynt verður
at varðveita. Seint gongur. Alt
kostar og tekur tíð. Nútíðin
krevur so nógv av okkum øllum,
siga tey. Nógv fer undir asfalt
og betong. Stórar gravmaskinur
kunnu eftir lítlari løtu forkoma tí,
sum forfedrar okkara bygdu – og
bygdu sítt lív á.
Frálíka myndin, sum vit tóku
í góðveðrinum í Klaksvík miku
dagin, er av Biskupsstøð í Klaks
vík.
Her hevði Nólsoyar Páll sína
gongd, tá ið hann var í vælmakt
ini og var bóndi í Mykjanoyri.
Við støðna, sum helst er løgd út
í sjógvin fyri hansara tíð, bygdi
hann neyst, úthús og hjall.
Brita Biskupsstøð veit at
siga, at pápi hennara, Hans, átti
gróthúsið, hjallin og helmingin
av neystinum. Hin helmingurin
var kongs. Tey plagdu at hava
hoygg í gróthúsinum, og í kjall
inum turkaðu tey kjøt og høvdu
íløt við saltmati.
Fyri fleiri árum síðan keypti
kommunan hesar ognir og hevur
ætlað at varðveitt tær, men enn
er bert tað eina húsið sett í stand.
Av hinum húsinum stendur bert
ein partur av laðaðu grundini
eftir.
Eins og sjálv Biskupsstøð er
gomul, eru laðaðu húsini søgulig.
Her hava hendur Nólsoyar Pálls
lyft steinarnar oman á hvønn
annan.
Eisini er hugsandi, at hendur
Nólsoyar Pálls hava verið við til
at lagt fleiri av steinunum úteftir
støðni, vit síggja á myndini.
Bøtast skuldi jú eisini um
støðna, sum tíðin leið...
Brita veit at siga, at Nólsoyar
Páll tók ikki Royndina Fríðu
upp á Biskupsstøð, men beint
uttanfyri Varpabrúnna, sum er
norðan fyri verandi ferjulegu í
Klaksvík.
Slík støð, sum Biskupsstøð
í Klaksvík, fáa tankarnar at
leita aftur til teirra, sum við
sínum hondum skaptu sær
tilverugrundarlag – við tí, sum
sjógvurin og bøurin kundu geva.
Biskupsstøð – støðin hjá Nólsoyar Páll
Her hava hendur Nólsoyar Pálls nomið við fleiri av steinunum, sum liggja úteftir støðni – Biskupsstøð í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen