Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 40 – 24. februar 2006 Listaverkætlan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang – Hesin skulptururin hjálpir mær at eygleiða meg sjálva og mína støðu útifrá. Beint nú er hetta júst tann rætta avbjóðingin, eg havi brúk fyri til at koma víðari, sigur Unn í Dali og hyggur at skulpturinum, hon hevur arbeitt við seinastu 10 dagarnar. Saman við 15 øðrum umframt vegleiðarum hevur Unn verið við í verkætlanini “Rúmd”, sum Psykiatriski depilin skipar fyri, og er hon í løtuni við at leggja seinastu hond á verkið. Nóg mikið tosað Skulptururin hjá Unn er ikki heilt liðugur enn, men tekstbrotini “óttans tala”, “aftan fyri innan” og “vónin” geva eina ábending um, hvørjum sinnisligum rúmi vit eru í. Ein av ímyndunum er ein maður úr leiri, sum er í ferð við at draga seg sjálvan upp úr eini grótrúgvu, upp móti ljósinum. – Maðurin er ein roynd at ítøkiliggera kensluna av at hava verið heilt niðri og venda og nú vera á veg uppaftur. Ein roynd at vísa, hvussu tað sær út, har hann hevur verið, og hvussu tað kennist hjá honum at berja seg upp aftur, sigur Unn, sum ikki dylur yvir, at skulptururin er ein roynd at skilja sína egnu støðu. – Tað er sjálvandi ymiskt, hvat luttakararnir í verkætlanini brúka ein slíkan møguleika til. Tað veldst nokk um, hvussu langt tú ert komin í viðgerðini og sjálvandi hvørja sálarliga órógv, tú stríðist við. Fyri mítt viðkomandi hevði eg kensluna av, at nú var nóg mikið tosað, og at tíðin var komin at taka ímóti øðrum avbjóðingum, sigur Unn, men leggur áherðslu á, at hetta ikki skal skiljast sum ein undirmeting av tørvinum á at tosa við ein serkønan um tað, sum nívir. Sjálv metir hon hesar samrøður vera alneyðugar í byrjanini av eini sálarligari viðgerð, har brúk er fyri føstum karmum og ein sjálvur ikki hevur orku at stýra gongdini. - Sjálv var eg komin har til, at eg hevði brúk fyri einum øðrum slagi av mótspæli og at sleppa at brúka mitt egna hugflog. Tí var hendan avbjóðingin serliga kærkomin fyri meg, sigur Unn. Provokerandi vegleiðing Arbeiðið við verkætlanini hevur verið skipað soleiðis, at luttakarnir sjálvir eru komnir við hugskotum, meðan yrkislistafólk innan ymsar listagreinar hava lagt teimum lag á. Tað er myndlistamaðurin Ole Wich, sum hevur hjálpt Unn við skulpturinum, sum sostatt er úrslitið av einum sera stuttligum og kveikandi samspæli millum seg og listamannin, sum Unn tekur til. – Ole er fyri tað fyrsta ein ótrúliga dugnaligur listamaður. Og so er hann passaliga provokerandi til at fáa teg at tora at hugsa eitt sindur øðrvísi fyri at fáa okkurt heilt nýtt fram. Vit hava serliga arbeitt við hugtakinum rúmd í hesi verkætlanini, og eg havi veruliga lært nógv av Ole um, hvussu tú kanst fáa ein heilt ávísa rúmliga kenslu við at flyta runt við lutunum. Í løtum hevur tað næstan kenst sjokerandi, um Ole hevur flutt ein lut, sum eg annars var púra sannførd um, skuldi standa beint har, flennir Unn, sum eisni er ovfarin av, hvussu væl vegleiðararnir duga at síggja, hvat tað er, luttakararnir vilja hava fram í sínum verkum. Vantandi psykopatiska genið Umframt at vera ein góð hjálp í lekingartilgongdini heldur Unn “Rúmd” vera eitt fínt høvi hjá brúkarnum á psykiatriska deplinum at gera vart við seg í listarligum høpi. Unn er nevniliga rættiliga sannførd um, at tað finnast lutfallsliga fleiri listarliga gávaði fólk millum tey, sum í tíðarskeiðum kenna sær sálarliga órógv. – Eg trúgvi veruliga, at tað húðloysi, sum kann gera fólk sálarliga sjúk, samstundis er ein kveikjandi listarligur gróðrarbotnur. Stutt sagt, tí tú tá upplivir heimin uttan filtur og harvið nógv sterkari, enn onnur. Onkur hevur sagt, at sálarlig órógv kemst av, at tú manglar tað psykopatiska genið, sum ger, at fólk annars kunnu lukka av og yppa øksl. Eg kann til dømis – Sálarlig órógv sigst koma av, at tú manglar tað psykopatiska genið, sum ger, at fólk annars kunnu lukka av og yppa øksl. Øll royna vit at finna eina javnvág fyri at yvirliva, men eg eri ikki so vís í, at eg vildi havt meir av hasum psykopatiska geninum, sigur Unn í Dali, ið er ein av luttakarnum á listaframsýningini “Rúmd”, sum Psykiatriski depilin skipar fyri í Miðla­ húsinum í morgin Ein spegilsmynd – Hendan verkætlanin er júst tann rætta avbjóðingin fyr meg beint nú, sigur Unn í Dali, sum er í ferð við at leggja seinastu hond á skulpturin, hon fer at sýna fram leygardagin Millum verkini, ið verða sýnd fram, er hendan kollagan, ið ímyndar veruleikan, vit vanliga liva í, við eini hurð í bakgrundini inn til eina aðra dimensión »Rúmd«: