Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 – 24. februar 2006 25 Listaverkætlan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Heri Kragesteen hevur sjálvur í fleiri ár arbeitt við einum tónleikabólki á Psykiatriska deplinum, og er hann sannførdur um, at tað liggur ein ávísur sálarligur lekidómur í slíkum skapandi arbeiði. – Bara tað, at brúkarin eina løtu sleppur at gloyma sín sjúk­ lingaleiklut og bara vera til sum menniskja kann verða ein hjálp í sær sjálvum, sigur Heri. Í so máta er skapandi list enn ein møguleiki millum fleiri onnur amboð, ið verða brúkt í sálarligari viðgerð. Heri vísir á, at tað er ymiskt, hvat brúkararnir á deildini brúka hendan møgu­ leikan til. – Summi stuttleika sær bara við at skapa eitthvørt listarligt hvør sær ella saman við øðrum. Onnur eru meir málrættað og brúka kanska eisini høvið at geva tí, sum annars er so trupult í teirra lívi, eitt annað skap. Í báðum førum læra brúkararnir seg sjálvan at kenna uppá ein annan máta, sigur Heri. Ein onnur síða Hóast ymiskt listarligt arbeiði leingi hevur verið partur av sálar­ligu viðgerðini á psykiatriska deplinum, er hetta fyrstu ferð, tey skipa fyri eini framsýning av hesum slagi. Tað nýggja er millum annað, at trý yrkis­listafólk hava virkað sum vegleiðarar, og at arbeitt hevur verðið fram móti einum úrsliti, sum skal sýnast fram. Heri greiðir frá, at tankin við framsýningini er millum annað at stuðla sjálvsvirði hjá psykiatriskum brúkarum við at stimbra tað áræði, tað krevur, at gera eitt listaverk liðugt til ávísa tíð og sýna tað fram fyri øðrum. – Samanumtikið er hetta ein møguleiki hjá okkara brúkarum at fortelja øðrum, hvat upptekur tey, og soleiðis gera vart við seg uppá ein annan máta, enn vit eru von við. Heitið “Rúmd” sipar ikki bara til listarliga tilgongdina, tey hava brúkt, men eisini til hetta at tað eigur at vera rúm fyri tí fjølbroytta og at vit øll tíbetur ikki eru eins, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur. Sjálv verkætlanin er komin í lag í samstarvi við Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla og hevði neyvan verðið gjørlig uttan teirra vælvild, sigur Heri, sum fegnast um hjálpina, tey hava fingið við tiltakinum. av veika sinninum Letur menniskjað sleppa framat Einir 15 luttakarar við tilknýti til Psykiatriska depilin hava verið við í verkætlanini. Arbeitt hevur verið hvønn seinnapart seinastu 10 dagarnar. Listarligir vegleiðarar hava verið Sámal Blak: tekning, skulptur og máling, Oddfríður M. Rasmussen: tekst, Ole Wich: foto, kollaga og aðrar myndir. Heri Kragesteen og Sanne Storm frá Psykiatriska deplinum hava leiðbeint innan tónleik og ljóð. Verkætlanin endar við framsýning, sum letur upp leygardagin 25. februar kl. 15 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. UM »RÚMD« – Verkætlanin er millum annað ein máti at skúgva sjúklingin í bakgrundina og lata menniskja sleppa framat, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur og ein av stigtakararnum til framsýningina “Rúmd” hjá brúkarum á Psykiatriska deplinum standa niðri í Sandagerði og gráta um alla dálkingina, meðan onnur bara ganga fram við uttan at látast um vón. Sjálvandi snýr tað seg um at finna eina javnvág fyri at yvirliva, men eg eri ikki so vís í, at eg vildi havt meir av hasum psykopatiska geninum, sigur Unn og minnir samstundis á, at sálarligir veikleikar liggja fjaldir í okkum øllum. Eru vit undir nóg stórum trýsti nóg leingi, er tað bara ein spurningur um tíð, til vit bukka undir. Tí kann framsýningini eisini síggjast sum ein spegilsmynd av tí veika í sinninum hjá okkum øllum. Av somu orsøk heldur Unn tað vera burturvið at fella endaligar dómar yvir fólk við at nevna tey “sálarsjúk”. – Sálarsjúka er ikki nakað tú er ert, líka so lítið sum at tú ert eitt ov høgt blóðtrýst, ella hvat tað skal vera. Sálarligir veikleikar er nakað, tú stríðist við í longri ella styttri tíðarskeið, og sum tú kanst fáa hjálp fyri og kanska verður sterkari av í síðsta enda, sigur Unn. Hon vónar, at framsýningin “Rúmd” kann verða við til at skapa størri rúm fyri hesum menniskjum sum heild á jøvnum føti við onnur. – Nógvir av fordómunum kring sálarligar veikleikar stava fra vantandi vitan og ofta við tí úrsliti, at vit bara lata sum um, hesi menniskju ikki eru til. Tað er ikki bara niðrandi men eisini ótrúliga spell, tí harvið missa vit eitt virðismikið fjølbroytni, sum ger lívið so ríkt og spennandi, sigur Unn í Dali. – Psykiatriskir brúkararar eru jú so nógv annað enn ein diagnosa. Við verkætlanini “Rúmd” sleppa tey at fortelja øðrum okkurt av tí, sum annars upptekur tey, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur og stigtakari Ingi Suni Jacobsen verður eisini við á framsýningini við eini abstraktari installatión, sum fær teg at hugsa um, hvussu heimurin tykist gerast alsamt meir tøkniliga kaldur og fløktur