fríggjadagur 24. februar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 40 – 24. februar 2006
Koyring,
kavaæl og
kirkjan
Hvat hava motorsúkklur, Holy
Riders og ein gudstænasta til felags?
Henda spurningin fekst fullgott
svar uppá leygardagin í farnu viku,
tá ein serstøk MC-gudstænasta
varð hildin í Vesturkirkjuni.
Motorsúkklur
Snorri Brend
Myndir: Agnar Dahl
Havn: Tað er ein sjáldsom sjón,
ið møtti fólki seinasta leygardag.
Oman gjøgnum Landavegin
kemur ein so langur riðil av
motorsúkklum, at hann er nærum
ógjørligur at telja.
Onkur byrjaði kanska at telja,
men gavst, tá talið var farið upp
um 40. Nógv meiri áhugavert var
at eygleiða allar hesar snotuligu
motorsúkklurnar sum, hvør
vakrari enn onnur, vóru ávegis til
Vesturkirkjuna.
Fyri tey MC-hugaðu mundi
hetta vera ein sera vøkur og
minnilig sjón, tá allar hesar
súkklurnar, koyrdar av monnum
og kvinnum, komu svingandi inn
á økið við kirkjuna.
Mett varð ikki, at pláss varð
fyri øllum motorsúkklunum
framman fyri kirkjuna, og tí
vórðu parkeringsøkini aftanfyri
nýtt til motorsúkklurnar.
Fleiri teirra høvdu verið ein
langan túr í góðveðrinum, meðan
aðrar vóru komnar upp í hetta
fagra fylgið á leiðini til Havnar.
Málið fyri ferðini var kortini
henda kirkjan í vestara býarparti
av høvuðsstaðnum. Her var
nevniliga kallað inn til serstaka
MC-gudstænastu.
Hóast slíkar gudstænastur
eru óvanligar hjá okkum, so
var tiltakið sera væl undirtikið.
Einar 80 motorsúkklur vóru við
í koyringini, og hundraðtals fólk
valdu at leggja leiðina í kirkju
hetta kvøldið.
Vaksandi bólkur
Hetta var ein av teimum meir
sjáldsomu gudstænastunum. Og
kanska eisini ein av teimum, sum
vendu sær til ein ávísan lítlan,
men kortini vaksandi bólk.
Í øðrum londum er
ikki óvanligt við slíkum
gudstænastum, men av tí at
hetta var tann fyrsta av slíkum
slagi, var ein ávísur spenningur
í luftini – ella rættari á føroysku
landsvegunum.
At royna nakað nýtt og
haraftrat eisini ótradisjonelt,
hevur stigtakarin Victor Carlsen
ongatíð verið bangin fyri. Tað
prógvaði hann so eisini seinasta
leygardag.
“Hann hevur altíð dámað
at skipa fyri. Tað hevur hann
faktiskt altíð gjørt”, sum
ein tók til uttanfyri kirkjuna,
meðan bíðað varð eftir at
motorsúkklurnar skuldu koma
fram.
Av tí at henda gudstænastan
vendi sær til ein so smalan
málbólk var við spenningi sæð
fram til, hvussu undirtøkan
fór at verða til hesa fyrstu
gudstænastuna. Her kann kortini
sigast beinanvegin, at hon var
sera stór.
Tey mongu sum møttu til
gudstænastuna nýttust bara at
fara frá húsum, tá klokkuni fór
at líða nakað til 18. Men fyri
teir – ella rættari sagt: tey – sum
alt snúði seg um, var hetta bert
endin á einum góðum degi.
Tá tey komu til gudstænastuna
høvdu tey longu verið á
landsvegunum í fleiri tímar, og
sóu nú við spenningi fram til
hesa løtuna í Vesturkirkjuna – til
helst fyrstu MC-gudstænastuna
nakrantíð á føroyskari jørð.
Var henda gudstænastan endin
á einum spennandi degi, so var
hon samstundis byrjanin til tey
tiltøkini og koyritúrarnar sum
eigararnir av motorsúkklum
kunnu gleða seg til restina av
árinum.
Langur vegur
Hvussu nógvar motorsúkklur
finnast kring oyggjarnar, er
okkum ikki upplýst. Men tær
munnu vera fleiri hundrað.
Talið er vaksið nógv tey seinnu
árini, og fer helst at vaksa enn
meiri í ár, nú tað gjørdist lættari
og ódýrari at fáa tær inn í landið
á nýggjárinum.
Í øllum førum var alt gjørt fyri,
at so mangar av hesum sum tilbar
kundu verða við leygardagin.
Undan gudstænastuni vóru boð
send út um hetta fyrsta tiltakið av
slíkum slagi. Miðað varð eftir at
fáa so nógvar motorsúkklur við í
tiltakið sum gjørligt.
Sum ein part av tiltakinum
var skipað soleiðis fyri, at
motorsúkklurnar skuldu hittast á
ymiskum støðum og síðani koyra
saman til Havnar.
Eitt av hesum støðum var
norðuri við Streymin, har ein ta
einu løtuna kundi síggja einar 40
motorsúkklur og eigarar teirra
práta hugnaliga saman.
Tá klokkan fór at nærkast
tíðini, tá rættast var at leggja til
brots á ferðini til høvuðsstaðin,
fór øll henda gardan av skínandi
blonkum motorsúkklum eftir
Brúnni um Streymin og settu
síðani kós til Kollafjarðar og
hagani til Havnar.
Sohvørt sum teir nærkaðust
høvuðsstaðnum løgdust fleiri
og fleiri motorsúkklur aftrat
fylginum.
Sól og kavaæl
Eins og tað er við øllum tiltøkum
her á landi so spælir veðrið ein
avgerandi leiklut í, hvussu hetta
eydnast.
Ikki kann sigast annað, enn
at fyriskipararnir vóru sera
hepnir henda dagin. Sjáldan
hevur veðrið verið so lagaligt
sum henda dagin til ein slíkan
koyritúr við motorsúkklum.
Sólin skein oman og niðan,
hóast hitastigini bert vóru um
tey fimm. Hetta bilti tó ikki
huginum hjá teimum mongu
motorsúkklukoyrarunum at halda
á til Havnar. Hevur ein góð klæði,
so eru veður og kuldi eingin
forðing.
Kanska var tað ikki av leið
hjá teimum at vera væl ílatin
henda dagin. Tað ótrúliga hendi
nevniliga, at hóast sólarhitan so
vórðu tey møtt við kavaælingi í
Kollafirði.
Hetta bilti tó einki, men var
kanska meiri at meta sum ein
eyka uppliving á hesum fyrsta
stóra túrinum í ár.
Vøkur sjón
Úr Kollafirði gekk leiðin síðani
móti Havnini. Koyrt varð eftir
vestara ringvegi og oman eftir
Landavegnum, har Vesturkirkjan
stendur.
Tað vóru helst mong sum
undraðu seg fyrst, men síðani
frøddust um at síggja allan
henda skaran av blonkum og
fagurtlittum motorsúkklum
ávegis til Havnar.
Vesturkirkjan var karmur um fyrstu MC-gudstænastuna nakrantíð. Millum luttakararnar á sjálvari gudstænastuni
var Sofus Hansen, sum her er avmyndaður á motorsúkklu síni. Við gudstænastuna sang hann ein sang. Hetta dámdi
fólki so væl, at fólk reistust at fagna honum
Mynd: Agnar Dahl
Tað var ein vøkur sjón at síggja allar hesar motorsúkklurnar frammanfyri Vesturkirkjuna. Tær allarflestu stóðu tó á
parkeringsøkinum aftanfyri kirkjuna
Mynd: Agnar Dahl