fríggjadagur 24. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 – 24. februar 2006
27
MC-gudstænasta
Vesturkirkjan: Fólk sita
á benkrunum í kirkjuni.
Klokkurnar boða frá
gudstænastu, og fólk sita bert
og bíða eftir at urguleikarin skal
seta í gongd við einum brúsandi
marsji. Men so var ikki.
Sera hegnisliga hevði hann til
hesa serstøku løtuna valt eina
útseting fyri urgu av tí kenda
lagnum “Nobody knows”. Tað
var týðiligt, at tá hann spældi
hetta lagið, so hugtók tað MC-
fólkið.
Tað hugtók eisini annan prestin
við hesa gudstænastuna, Bergur
D. Joensen at so nógv fólk var
komið í kirkjuna.
Eitt var, at út ímóti 80
motorsúkklum stóðu parkeraðar
uttanfyri kirkjuna. Hinvegin so
vísti henda gudstænastan at ein
rúgva av øðrum fólkum eisini
vóru komin hagar hesa løtuna
– helst omanfyri 400 íalt!
– Tað er so hugaligt at síggja
so nógvar motorsúkklur her
uttanfyri, og tykkum øll herinni
í kirkjuni.
– Tit kundu næstan ikki valt
ein betri dag til eitt slíkt tiltak
og slíka gudstænastu. Sól og
summar, hóast vit eru miðskeiðis
í februar mánaði, segði hann.
Løtu seinni mátti hann kortini
koma við eini rætting: Tann
eini deknurin hevði júst greitt
honum frá, at motorsúkklurnar
høvdu altso møtt einum kavaæli
á vegnum!
Sangur í heimsflokki
Hetta var ein vanlig gudstænasta
á mangar mátar, men eisini ein
óvanlig gudstænasta.
Frammanundan høvdu
fyrireikararnir tosað við
báðar prestarnar við kirkjuna
– áðurnevnda Berg og Hera
Joensen, og høvdu haraftrat
fingið loyvi frá Hans J. Joensen
bispi at skipa fyri slíkari
gudstænastu.
Tað sum breyt frá eini vanligari
gudstænastu vóru framførslurnar
av sangi. Her var eitt rættiliga
gott blandað úrval valt til hetta
høvið.
At systrarnar Vanja, Barbara
og Leila hava dugað at sungið,
er væl teim allarflestu kunnugt.
Men at tær framvegis duga tað
– og kanska bara gerast betri og
betri – tað prógvaðu tær til fulnar
á hesi gudstænastuni.
Tær sungu í fyrsta umfari
nakrar sangir – bæði við tónleiki
og uttan tónleik. Sigast kann, at
tað ljóðaði eins væl í báðum
førum. At so umstøðurnar og tað
stóra kirkjurúmið eisini vóru til
staðar, gjørdi bara framførsluna
so sera hátíðarliga.
Eftir at hesa tríggjar systrarnar
høvdu framført sínar sangir
slapp mammubeiggi teirra fram
at mikrofonini. Hann er ein av
teimum, sum man hava best skil
á bilum og motorsúkklum.
Sofus Hansen dugir kortini
annað enn hetta. Hann hevur
eisini eina frálíka sangrødd,
sum fólkið enn einaferð
slapp at hoyra við hetta høvið,
frammanfyri nøkrum av sínum
vinmonnum.
Sera væl valt til høvið sang
hann sangin “The Old Rugged
Cross”, meðan svágurin, Victor
spældi á stóru urguna. Tað var
kvirt í kirkjuni meðan hann sang.
Eftir sangin hendi nakað, sum
ein sjáldan hevur sæð áður í
Vesturkirkjuni: Tá sangurin var
liðugur fór ein stórur partur av
fólkinum á føtur og gav Sofusi
dundrandi lógvabrestir fyri hesa
framúr góðu framførsluna.
Tað var kortini fleiri enn hesi
sum sluppu at syngja við hetta
høvið. Kim Hansen hevði góðar
menn aftrat sær á guittarum og
trummu, og spældi sjálvur á
flyglið, meðan hann sang sangin
um Mariu og síðani kenda sangin
“Jesus, halt meg við tín kross”.
Hetta vóru somuleiðis
ógloymandi minuttir, har ein
serliga legði merki til, hvussu
væl James fekk trummurnar at
byggja undir orðini í sangunum.
Kraftin
Til eina slíka gudstænastu hoyrir
sum vera man eisini ein prædika.
Og hana stóð Bergur D. Joensen
fyri, meðan Heri Joensen hevði
altargangin.
Bergur byrjaði prædiku sína
við at siga, at hann hevði sett sær
sjálvum spurningin um, hvønn
tekst úr bíbliuni er best hóskandi
til eitt slíkt høvi.
Hann hevði spurt seg fyri hjá
starvsfelaga sínum, Hera og
hesin hevði beinanvegin nevnt
fyri honum um profetin Elia
sum fór til himmals við einum
eldvagni.
– Men orðini í
Rómverjabrævinum, um at
gleðiboðskapurin er Guds kraft
til frelsu fyri hvønn tann sum
trýr, eru sera hóskandi til eina
slíka gudstænastu, segði Bergur.
Hesi orðini vórðu skrivað av
Paulusi, sum ikki vildi skammast
við henda gleðiboðskapin og
hesa kraftina.
Henda kraftin – ella dynamitt,
sum tað verður nevnt á
frummálinum – var hon sum
virkaði, Gud skapti jørðina.
Henda kraftin virkaði eisini, tá
Jesus t.d. vísti sítt vald mótvegis
teimum sjúku menniskjunum
sum hann grøddi, og tá hann
sjálvur reis upp frá deyðum á
páskum.
– Tit sum her sita vita alt
um, hvørja kraft og power
tykkara egna motorsúkkla
hevur. Hinvegin, – eru vit sum
menniskju veik, so hevur Gud
kortini alt valdið og vil geva
okkum nýggja megi. Og við at
taka ímóti gleðiboðskapinum
vil hann gera okkum til hansara
børn.
Til tín tørv
Undan hesi gudstænastuni hevði
Bergur nomið sær kunnleika um
motorsúkklur við m.a. at hyggja
eftir Discovery-rásini, har nógvar
sendingar eru um júst hetta evnið.
Har hevði hann sæð, hvussu
ein arbeiddi við teimum
kendu Harley-Davidson
motorsúkklunum og hvussu
ein setur tær saman, – í roynd
og veru eftir ynskinum hjá
keyparanum.
– Soleiðis kann ein Harley-
Davidson skrúvast saman
júst eftir tørvinum hjá tí, sum
ætlar at ogna sær hana. Og so
løgið tað kanska ljóðar, so er
gleðiboðskapurin um Jesus
Kristus á sama hátt.
– Hesin boðskapur er ætlaður
øllum, um tey bert vilja taka
ímóti honum við trúgv. Soleiðis
kann hann gerast okkara
boðskapur við trúgv, segði
Bergur m.a. í prædiku síni.
– Guds kraft er sterkari
enn Harley
Sóknarpresturin, Bergur D. Joensen vísti í prædikuni á, hvør kraft er tann sterkasta
– Einhvør Harley-Davidson er unik, segði Bergur D. Joensen í prædiku síni
Mynd: Aron Justinussen
Heri Joensen prestur er kanska ikki beinleiðis ein MC’ari, men hann fegnast
eisini um hetta tiltakið
Mynd: Agnar Dahl
Tað er ikki á hvørjum degi
at ein møtir slíkari sjón, men
kanska verður ikki so long tíð, til
okkurt líknandi tiltak sum hetta
verður endurtikið.
Uttanfyri Vesturkirkjuna var
longu nógv fólk komið. Tey
sluppu ikki inn beinanvegin, tí
ein brúðarvígsla var á skránni.
Tá so brúðarparið kom út úr
kirkjuni vóru tey møtt av teimum,
sum tey kendu, men eisini av
einum hópi av monnum og
kvinnum í tí eyðkenda svarta og
heita búnanum hjá røttum bikers.
Hetta var uttan iva við til at
gera dagin enn meiri hátíðarligan
fyri hetta nýgifta parið.
Nú var so klokkan vorðin 18
og tá kirkjuklokkurnar fóru at
ringja, var henda fyrsta MC-
gudstænastan byrjað.