fríggjadagur 24. februar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 40 – 24. februar 2006
Fyrstuhjálp
Orð/mynd: Snorri Brend
Reyði Krossur: – Vit hava als
ikki uppiborið henda heiðurin.
– Vit gjørdu bara tað
sum vit kundu – vístu bara
medmenniskjaligheit mótvegis
okkara ungu vinfólkum, søgdu
tey bæði, eftir at hesin heiður
varð vístur teimum.
Men tað vóru kortini onnur
sum høvdu sæð hetta og settu
prís uppá tað: At tað, sum
tey bæði gjørdu eftir hesa
vanlukkuna var so mikið gott og
rætt, at onnur áttu at frætt um
hetta.
Hesir persónar komu tí við
uppskoti til Reyða Kross
um at Kári og Lydia skuldu
skjótast upp at gerast ársins
fyrstuhjálparar 2005.
Millum fleiri onnur av góðum
uppskotum, valdi so Reyði
Krossur hetta. Í roynd og veru
var hesa ferð talan um størstu
nøgdina av uppskotum nakrantíð,
upplýsti Suni Vinther, formaður
í føroysku deildini av Reyða
Krossi á samkomuni.
Tað má vera tekin um, at
áhugin fyri fyrstuhjálp og
týdningurin av hesi vitanini
kemur víða um. Fólk hava so
líðandi fingið eyguni upp fyri,
hvussu neyðugt tað er at duga
fyrstuhjálp.
Kári Durhuus segði sjálvur, at
hann ikki hevur nakað skeið í
fyrstuhjálp.
– Men nú síggi eg, at tit bjóða
til skeið í fyrstuhjálp. Og eg fari
tí, sum fyrsti persónur at tekna
meg til hetta skeiðið, segði Kári.
Bæði vóru tey rættiliga rørd
yvir heiðurin, sum teimum var
vorðin vístur. Lítil ivi var kortini
um, at øll mundu gleðast saman
við teimum.
Mátti vera eitt mistak
Tað var tíðliga leygarmorgun
1. januar í fjør at ein ferðsluvan
lukka hendi heimanfyri Norðasta
Horn í Havn.
Eitt prutl kom henda nýggjárs
morgun illa fyri, og tað syrgiliga
úrslitið av hesi hending var, at
tvey ungfólk lótu lív – ein genta
og ein drongur. Beiggi henda
dreingin slapp við lívinum.
Foreldur hjá hesum dreingjum
eru Kári og Lydia Durhuus. Og
fyri tey var henda vanlukkan tað
ringasta sum henda kundi.
– Hetta var als ikki veruligt.
Henda vanlukkan átti als ikki at
verið hend, søgdu tey bæði.
Nakrar tímar eftir vanlukkuna
henda morgunin vórðu tey
biðin um at koma oman á
Landssjúkrahúsið tí ein vanlukka
var hend. Fyrsta hugsanin hjá
teimum var, at her mátti vera
talan um eitthvørt mistak. Tað
máttiv era barnið hjá onkrum
øðrum hjúnum.
– Vit vóru púra sannførd um, at
her var talan um eina misskiljing.
Eg hevði jú tosað við hann beint
frammanundan. So hetta kundi
ikki vera okkara sonur.
– Tað bar simpelthen ikki til,
greiddi Lydia frá.
Sonurin og Lydia tosaðu
saman um fýra-tíðina henda
morgunin, og tá var einki sum
bendi á, at hetta skuldi gerast ein
slík vanlukkulig nátt fyri hesa
familjuna.
Borin av eingli
Eftir at tey høvdu fingið boðini
um vanlukkuna fóru tey so á
Landssjúkrahúsið.
Tá fingu tey veruliga at vita,
hvat var farið fram árla henda
morgunin: Eitt prutl hevði rent
á ein steyra. Tvey ungfólk vóru
deyð, og støðan hjá tí triðja
fólkinum var kritisk. Og hetta
triðja fólkið var eisini sonur
teirra.
– Hann var veruliga í lívsvanda.
Hann hevði fingið tveir álvar
samar skaðar: Tað bløddi frá
livrini og lunguni høvdu fingið
stóran skaða.
– Nei, hetta sá ikki so gott út,
viðgekk Lydia.
Mitt í øllum vónloysinum sóu
tey kortini eisini, hvussu heppin
hesin sonurin í roynd og veru
hevði verið. Og tað, hóast hann
varð slongdur einar 15 metrar
gjøgnum luftina.
– Ja, hann lá allar hesar
metrarnar burtur frá staðnum,
har beiggi hansara lá.
– Tað var sum um ein eingil
hevði borið hann hesa løtuna.
Hann hevði gottnokk fingið
álvarsaman skaða, men ikki
verri enn so enn at hann kortini
yvirlivdi!, greiddu tey frá.
Í hesum sambandi ynskja
tey eisini at senda teirra
hjartans tøkk til læknar, prestar,
løgreglufólk, sjúkrasystrar,
portørar og mong onnur sum
vóru saman við teimum hesa
tíðina.
– Hetta vóru alt sera
vælkvalifiserað fólk, sum gjørdu
teirra arbeiði til fulnar, siga tey
bæði.
Lamsligin
Tað var kortini ikki hesar
umstøður sum gjørdu at hjúnini
bæði vóru kosin sum ársins
fyrstuhjálparar.
Tað sum tey gjørdu í døgunum
aftaná hendingarnar, var so
mikið virðismikið fyri tey sjálvi
– og ikki minst fyri vinfólkini – at
uppskotið um at veita teimum
henda heiðurin varð grundað á
júst hetta.
Stutt eftir at tey vóru komin
á Landssjúkrahúsið henda
nýggjársmorgun byrjaðu fyrstu
vinfólkini hjá teimum ungu at
savnast har. Ta einu løtuna vóru
um 50 ungfólk savnaði saman á
sjúkrahúsinum.
Hjúnini sóu beinanvegin, at
hesi ungfólkini ikki vóru komin
saman hagar fyri at forvitnast
um gongdina. Tey vóru komin
saman við einum fyri eyga: At
vísa samkenslu við teimum, sum
vóru rakt av hesi syndarligu
vanlukkuni.
– Vit sóu týðiliga, at tað ikki
bara vóru vit sum vóru púrasta
lamsligin. Øll vinfólkini hjá
teimum ungu vóru sera kedd um
tað, sum var hent.
– Vit vóru bert
Eini hjún fingu í farnu viku vístan heiðurin
sum ársins fyrstuhjálparar hjá Reyða Krossi.
– Vit høvdu als ikki væntað hetta. Hetta
kom púra óvart á okkum. Tað eru bara
fimm minuttir síðani vit fingu hetta at
vita, søgdu Kári og Lydia Durhuus í Havn.
Nýggjársdag í fjør mistu tey ein son við
eina syrgiliga ferðsluvanlukku í Havn.
Fýra greinir í fyrstuhjálp
• Steðga vanlukkuni
• Lívbjargandi fyrstahjálp
• Boðsend hjálp (tlf. 112)
• Veit vanliga fyrstuhjálp
FAKTA