Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 – 24. februar 2006 29 medmenniskju – Tey vóru biðin at fara heim til húsa aftur, meðan bíðað var. Men tey vildu ikki fara avstað. Tey vildu vera saman hesa løtuna, greiddu tey frá. Tá tóku tey stig til at bjóða teimum ungu til eina samkomu á Landssjúkrahúsinum, har tey kundu tosa saman og ikki minst út um hesa ræðuligu hending. At tørvur var á eini slíkari samkomu eina slíka løtu var neyvan nakar ivi um. Á samkomuni vóru úti ímóti 150 fólk. Vanta tilboð Henda samkoman varð hildin mánakvøldið eftir, har tosað varð opið og erligt um øll viðurskifti í sambandi við vanlukkuna. – Vit halda, at hetta gav teimum frið í sinnið. Nú høvdu tey eina klára mynd av tilburðinum, og høvdu persónliga fingið eitt grundarlag at arbeiða víðari við. – Hetta var ikki annað enn ein menniskjanslig gerð móti øðrum. Vit kundu snøgt sagt ikki gera annað, søgdu Kári og Lydia. At kunna hittast í tílíkum forumi er kortini ikki gerandiskostur hjá teimum ungu í Havn. Og tí heldur Lydia at eitt gott hugskot hevði verið at givið teimum eitt stað, har tey kundu savnast og tikið slík evnir upp. – Tá eg var ung, var virksemið í Skansastova í hæddini. Men hvørji tilboð eru í Havn til tey ungu undir 18 ár í dag?, spyr Lydia. Tiltakið byrjaði fyri meiri enn 15 árum síðani hjá Reyða Krossi í Danmark. Í Føroyum varð ársins fyrstuhjálpari valdur á fyrsta sinni í 2001. Hesi fólk ella umstøður vóru í uppskoti til ársins fyrstu­ hjálparar fyri 2005: Kári og Lydia Durhuus fyri “debriefing” á Lands­sjúkra­ húsinum í januar 2005 (sí grein). Tá Jógvan Clementsen varð bjargaður við bátabrúgvarnar í Klaksvík hin 29. september 2005 Arni Dalsgaard í Miðvági fyri bjarging av ungum dreingi úr Miðvági. Hendingin fór fram, tá menn vóru farnir norður í Urðina eftir seyði hin 18. oktober 2005. Jollan, sum drongurin var í koppaði, men hann varð kortini bjargaður. Feðgarnir Hjalgrím (Gimmi) og Sigmund Andreasen í Vági fyri hjálp í samband við eina syrgiliga ferðsluvanlukku í Vági hin 27. oktober 2005. Teir skipaðu fyri at verja móti kulda, fingu eisini tilkallað hjálp og sjúkrabil, eins og teir veittu sálarliga fyrstuhjálp. Súsanna Olsen í Klaksvík fyri hjálp og umsorgan umborð á eini ambulansu ávegis til Havnar hin 9. desember 2005. Ambulansan varð noydd at steðga, tí sjúklingurin var blivin vánaligur, eins og ein avvarðandi, sum var við henda túrin, tørvaði umsorgan. Hjúnini Mirjam og Victor Carlsen, saman við Sveinbjørn Jakobsen góvu hjarta- og andahjálp, tá ein eldri maður, Leivur Grækarisson bráddliga small um á morgunmøti í Evangeliihúsinum í Havn hin 18. desember 2005. Pulsurin á manninum var burtur, men hesi trý góvust ikki at hjálpa. Løtu seinni var sjúkrabilur á staðnum og maðurin lat upp aftur eygu síni. Fleiri uppskot til ársins fyrstuhjálpari – Vit gjørdu bert tað, sum vit kundu gera sum medmenniskju, søgdu Kári og Lydia Durhuus, eftir at tey høvdu fingið heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar handaðan frá formanninum, Suna Vinther Mynd: Snorri Brend Hvat ger ein tá ein tilkomin maður brádliga small um á einum morgunmøti í Evangeliihúsinum? Tað vístu hesi trý – Miriam og Victor Carlsen og Leivur Grækarisson – og góvu honum bæði hjarta- og andahjálp. Maðurin yvirlivdi! Mynd: Snorri Brend