fríggjadagur 24. februar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nr. 35 – 17. februar 2006
31
Meðan høvundurin
við einum skálka
brosi stuttleikar sær
við krimisjanguruni
og hennara
klisjéum, er søgan í
Krossmessa líka við
at fløkja seg sum eitt
haft um beinini á
høvuðspersóninum.
Men slíkt fáa rættir
amatørdetektivar,
sum Hannis
Martinsson, eisini
smoygt sær undan
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Fínar greiðir! Umsíðir fingu vit
eitt sindur av testosteron inn í
føroyskan nútíðarskaldskap, tók
ein vinmaður til, tá hann hevði
lisið nýggjastu krimibókina hjá
Jógvani Isaksen, Krosmessa. Má
viðganga, at eg eisini í løtum
kendi tað svalandi at koma inn
í einføldu mannfólkaverðina í
Krossmessu, har “frumkenslan
hjá veiðumanninum” kemur upp
í sjálvt ein asfaltføroying sum
Hannis Martinsson, tá hann fer
í grind. Hinvegin, sjálvsrættivísi
smæðist nú ikki burtur í bókini.
Heldur verður tað i løtum ein
so ráðandi drívmegi, at tú
fert at ivast í, um bókin er eitt
propagandarit fyri rættinum hjá
føroyingum at drepa grind ella
ein krimisøga.
Pískaður stemningur
Hvussu er og ikki, fær
høvundurin sera hegnisliga
flættað hesar báðar tættirnir
saman í byrjanini á bókini,
tá tvey ung umhvørvisfólk
verða funnin myrd millum
tveir hvalir á oljukaiini í
Havn. Dagin eftir kemur ein
bretskur umhvørvismaður á
gátt hjá blaðmanninum og
amatørdetektivinum Hannis
Martinsson, sum heldur trekur
sigur ja til at kanna málið
nærri. Ferð kemur á søguna
og hendingarnar, og áðrenn
Hannis veit av, er hann fløktur
inn í eitt mál, har inntil fleiri
altjóða umhvørvisfelagsskapir
hava rottað seg saman í eini
samansvørjing móti føroyskum
grindadrápi. Hugskotið er fínt,
so leingi tað verður brúkt til at
skapa eina dramatiska byrjan
og tryggja, at høvuðspersónurin
fær eitt nóg víttgreinandi
mál at njósnast í til at halda
spenninginum uppi.
Trupuleikin uppstendir,
tá sama mál skal brúkast í
eini samfelagslýsing, sum
krampakent tvíheldur um eitt
blint føroyskt stikni til allar
heimsins umhvørvisfelagsskapir,
sum neyvan hevur hald í
veruleikanum. Í øllum førum
ikki tí veruleikanum, sum søgan
lætst vera partur av – nevniliga
nútíðini. Og okkurt kundi
bent á, at høvundurin sjálvur
er farin at ivast í treytini fyri
hesum partinum av síni søgu.
Hví skuldi hann annars mett
tað vera neyðugt at píska ein
stemning upp og látursgera
umhvørvisfelagsskapir við
sitatum sum, “Tað var frægari,
um føroyingar ótu hvønnannan,
enn at teir eta hval” ella “Tað
er skyldan hjá okkara slag
[umhvørvisfólkum] mótvegis
umhvørvinum at drepa 90% av
øllum livandi menniskjum”.
Hent snildi
Fyri at fáa kabalina at ganga
upp, má høvundurin hartil flyta
ógvusligar 80ara hendingar
kring Sea Shepherd og
Greenpeace inn í globaliseraðu
90ini, har tær í besta føri gera
landgongd og mugu hava
kunstigan andadrátt restina av
søguni.
Gamaní eigur tað at vera
loyvt eini krimisøgu at tvinna
realismu og fiktión saman,
sum henni lystir, uttan at
smásárir ummælarar fáa ilt
fyri hjarta. Men sum drívmegi
darvar blandið í hesum føri
søguni heldur enn tað øvuta,
tí realistisku brotini hava
brá av dokumentarismu.
Nógv bendir eisini á, at
Krossmessa er skrivað til ein
útlendskan lesaraskara, og fyri
hendan má tað síggja út sum, at
føroyingar hildu uppat at hugsa
ella varnast umheimin einferð
síðst í 80unum.
Tá tað er sagt, skulu vit
ikki gloyma, at ein royndur
krimihøvundur sum Jógvan
Isaksen sjálvandi veit hvat
hann ger, og tíðarskúgvingin
vísir seg skjótt at vera eitt
hent snildi í sera væleydnaðu
og undirhaldandi lýsingini av
høvuðspersóninum Hannis
Martinsson.
Hannis er júst fluttur heimaftur
til Føroya eftir at hava búð
seinastu 10 árini í útlondum.
Sum ein annar føroyskur Philip
Marlowe, tykist hann liva í
eini aðrari verð, har hann smá
filosoferandi situr og smyr
sína Remington byrsu við
einum stívum whiskey afturvið,
sum var tað ein gerandislig
sjálvfylgja. Frástøðan til
føroyska nútíðarsamfelagið ger
eisini Hannis til ein áhugaverdan
eygleiðara og viðmerkjara,
sum tá hann nostalgiskt
harmast broytta føroyska
klubbamentalitetin ella illneitast
inn á landskassafíggjaðu
sangferðirnar hjá hvørjum
bygdakóri.
Krimiklisjé við skálkasmíli
Tað er týðiligt, at høvundurin
kennir sínar krimiklisjéir og
dugir at brúka tær – við ein væl
valdum skálkasmíli. Her eru teir
eitt sindur tápuligu og dovnu
politistarnir, sum eru um at sálast
av gløgga amatørdetektivunum,
ein ørgrynna av klassiskum
“cliff hangars” og sjálvandi fær
málið allatíðina onkra óvæntaða
vend. Og alt fær tað lesararan at
smílast afturkennandi og skunda
sær at blaða enn eina síðu. Tað
er í løtum, sum hesum, har
lesarin fær frið at njóta spælið
við krimisjangruna uttan ov
nógva uppíblanding av einum
føroyskum “veruleika”, at
Krossmessa eftir mínum tykki
eydnast best.
Móti endanum á bókini
verður lagt upp til enn eitt mál
fyri Hannis, tá hann varnast,
at okkurt illgrunasamt fer
fram kring oljuboringarloyvi í
Føroyum. Lat okkum vóna, at
høvundurin skundar sær við
framhaldinum, meðan evnið er
passaliga ævintýrkent til at hann
kann bólta sær í tí, sum honum
lystir. Ímeðan áttu møguligir
føroyskir filmsleikstjórar at
kanna handritið til Krossmessa
nærri fyri sínar framúr góðu
visuellu effektir.
Ein føroyskur Marlowe fer í grind
Jógvan Isaksen hevur kekk á
sínum krimiklisjéum og brúkar
tær við einum væl valdum
skálkasmíli í »Krossmessa«