Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 – 24. februar 2006 32 FERÐAHUGLEIÐINGAR – 1. PARTUR Jóannes Hansen Í føroyskum fiskimannaheimum og í fiskimannaumhvørvunum yvirhøvur í fimmti og seksti árunum var tað so ofta, at Ísland og íslendsk staðarnøvn vóru havd á lofti. Eldra ættarliðið hevði verið nógv í Íslandi. Serliga á Suðurlandinum og Eysturlandinum. Fram til eftir kríggið var tað við slupp og skonnart, og seinni var tað við stórum útróðrarbátum. Síðsta summar var fleiri ára gamli dreymurin um at vitja Ísland til veruleika. Ferðin var væl eydnað, og meðan vit ferðaðust nógv og upplivdu eina rúgvu, rann tað fleiri ferðir fram í hugan, at tað átti at verið lutað við fleiri, hvussu hugaligt og spennandi tað er at ferðast í Íslandi. Ein góðveðurs hósmorgun í juli var rundferðin liðug, og í øllum góðum vóru vit aftur á bryggjuni á Seyðisfjørðinum. Tá ið vit fyri viku síðani vóru á Seyðisfjørðinum og so í nakrar dagar ferðaðust her á leið, var veðrið eisini av tí besta. Vesturættirnar eru góðar her. Soleiðis er tað ikki í Reykjavík og har á leið. Har kann tað bæði verða væl kaldari á vesturættini, enn tað er eystanfyri, og tað regnar nógv meiri í Reykjavík á eysturætt, enn tað ger eystanfyri. Sum so mangan, tá ið heim­ landið nærkast, so varð leitað eftir Útvarpi Føroya. Tað hoyrdist væl. Røddin var bæði klár og týðulig, sum teir plagdu at taka til, tá ið eg sum smá­ drongur lurtaði eftir útróðrar­ formonnunum, sum í radionum tosaðu millum sín. Henda hós­ morgunin las Sverri Egholm, sáli, áhugaverdu ferðafrásøgnina hjá D. P. Danielsen, sála. Hann skrivaði hana, eftir at hann í 1977 við Smyrli hevði siglt yvir á Seyðisfjørðin og hevði ferðast á Eysturlandinum. Um tað er onkur, sum lesur hesar reglur, og sum ikki hevur lisið fittu bókina eftir DP, so skal hervið vera sagt frá, at talan er um áhugaverdan og góðan lesnað. DP ferðaðist við bussi og til gongu, og hann búði á vallaraheimum og í tjaldi. Vit ferðaðust í bili. Viðhvørt hoyrist, at vegirnir í Íslandi eru ikki nóg góðir at koyra á í vanligum bili. Tað kunnu vit ikki skriva undir upp á. Vit koyrdu á Eysturlandinum, Norðurlandinum, kring Reykja­ vík og á Suðurlandinum, og alla staðni vóru vegirnir góðir. Á nógv størsta partinum av teininum vóru vegirnir asvalteraðir. Á einum teini á Eysturlandinum arbeiddu teir við at fyrireika asvaltering. Tað arbeiðið mundi ivaleyst vera liðugt seint í summar. Ísland valdast At hava verið í Íslandi sigur ikki tað sama hjá øllum. Hjá teimum flestu er tað flogferðin til Reykjavíkar og so vitjan í kendu turistplássini í býnum og í økinum kring høvuðsstaðin, at shoppa, vitja mentunarlig tiltøk, í Perluni og Kringluni, Bláa lónið og Fjørukrónni og so til hús aftur. Sum knappliga 16 ára gamal­ ur var kósin á fyrstu uttan­ lands­ferðini á sumri í 1971 til Íslands. Ferðalagið var sang­ kórið í Betesda í Klaksvík, og vit ferðaðust við flúgvara til Reykjavíkar. Nógv tey flestu í ferðalagnum, sum mundi knappast um tey tredivu, vóru 16-18 ára gomul. Jógvan við Keldu var sangleiðari, og Jógvan Gerðalíð, sum verður 90 í summar, og harvið tá var knappliga 55 ára gamalur, var ferðaleiðari. Flogferðin úr Vágum og til Reykjavíkar var tann fyrsta yvir­høvur hjá teimum flestu. Vitjað var á støðunum í og kring Reykjavík, sum eru eitt must fyri turistar í íslendska høvuðsstaðnum, og tá ið vit í summar aftur vitjaðu somu plássini, var skjótt at staðfesta, at bussferðirnar fyri knappliga 35 árum síðani vóru nógvar og langar. Eftir at hava verið eina viku í Reykjavík flugu vit ta ferðina til Akureyrar, steðgaðu har í nakrar dagar og vitjaðu onkur av kendu turistplássunum í nánd av Akureyri. Ógvusligar avleiðingar Næstu árini vitjaði eg nakrar ferðir í Íslandi. Talan var altíð um ferðir við ávísum ørindum, og við undantaki av tí einu ferðini, so hava allar ferðirnar verið við flúgvara. Eitt nú ferðin fyri Sosialin á sumri í 1997 at síggja og hoyra, hvussu tað gekst við at bora tunnilin undir Hvalfirði. Í summar vera níggju ár síðani hesa ferðina. Teir á Akranesi greiddu frá. Vágamenn høvdu frammanundan spurt seg fyri, og teir høvdu gjørt sítt fyri at sáa og taða hjá politiska myndugleikanum. Stutt eftir at henda vitjanin hevði verið nógv umrødd í miðlunum, sendu klaksvíkingar boð eftir skilamonnunum á Akranesi. Eisini teir høvdu longu frammanundan verið frammi við hugsanini um fast samband, og teir høvdu eitt nú gjørt kanningar í Noregi. Sámal Petur í Grund, sum var landsstýrismaður í samferðslumálum, var saman við fleiri løgtingsmonnum við í ferðalagnum fyri knappliga níggju árum síðani. Hann var avgjørdur í sínum útsøgnum um, at landsstýrið fór at stuðla ætlan, sum minti um konseptið við felagnum, ið stóð fyri tunnilsætlanini undir Hvalfirði, og sum skuldi bera fast samband við sær millum Vágarnar og Streymoy. 1. desember hetta sama árið – altso í 1997 – varð Sámal Petur loystur úr landsstýrissessinum. Hann segðist hava tikið ov rívan til, tá ið hann fleiri ferðir alment hevði lutað sínar stóru tunnilsætlanir, sum gingu út uppá, at sjøtul heilt skjótt skuldi setast á boringina undir Vestmannasundi, og at Leir­ víksfjørður skuldi koma í hølun­ um á Vágatunnlinum. Vágamenn góvu Sámal Peturi dygt herðaklapp á fólka­ tingsvalinum, sum var í mars 1998. Tilsaman fekk hann 1118 persónligar atkvøður, og omanfyri trý hundrað av teimum vóru úr Vágum. At politisk løn heldur er fyri tað, sum tú gevur lyfti um at gera, um tú fært makt, sum tú sigur teg hava akt, heldur enn fyri tað, sum tú hevur gjørt, er søgan um undirsjóvartunnilin og Sámal Petur gott dømi um. Á fólkatingsvalinum í november 2001, tá ið sjøtul varð settur á ætlanina um tunnil undir Vest­ mannasundi, fekk Sámal Petur í Grund tíggju persónligar atkvøður í Vágum! Men vágafólk og føroyingar hava fingið fasta sambandið, og tosið millum okkara, sum ofta ferðast um Leirvíksfjørð, snýr seg nú ofta um, hvussu nógvar dagar og túrar Dúgvan eigur á um fjørðin. Nú mundu vit mist ferðina í summar í Íslandi burtur. Miðdepil á Eysturlandinum Á Egilstøðum verður steðgað eina løtu. Hetta staðið hava føroyingar neyvan vitjað nógv í, áðrenn teir fóru at koyra í bili kring Ísland. Tað var ikki fyrrenn eftir seinna heimsbardaga, at hetta plássið fór at vaksa. Frammanundan hevði sjógvurin verið álitið, tá ið íslendingar ferðaðust. Sum so manga aðra staðni, so bant vatnið saman heldur enn at tað skilti sundur, og føroysk fiskiskip vóru kend Eg var mær og vitjaði bróður Grannin fyri vestan eigur ikki tað plássið í tilvitanini, sum søgan sigur, at hann hevur uppiborið. Vitjan í Íslandi síðsta summar var við til at sodna sumt av tí, sum teir, ið frammanundan fóru, ofta høvdu á munni og mintust aftur á Síðani í 1975 hevur verið møguleiki hjá føroyingum at ferðast við bili í Íslandi. Fyrst var tað við Smyrli, og síðani hevur Smyril Line við einari og so aftur einari Norrønu røkt sambandið