fríggjadagur 24. februar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Nr. 35 – 17. februar 2006
á Eystfirðunum, har føroyingar
bæði hittu tey, ið búðu og
arbeiddu har, og har teir hittu
íslendskar ferðamenn.
Tá ið bilarnir gjørdust
fleiri, fóru íslendingar at gera
vegir kring landið. Tá var
tað, at Egilstaðir gjørdust sam
ferðsluligt knútapunkt. Her
komu teir av smáplássunum og
bóndagørðunum at keypa, og
her vórðu almennu tænasturnar
lagdar. At plássið so at siga alt
sum tað er neyvan hevur rokkið
pensiónsaldri, minnir ikki sørt
um Milton Keynes, eingilska
býin, sum varð bygdur av
nýggjum, tá ið kríggið var liðugt,
og so mangt annað í Onglandi lá
í skeljasorði.
Føroyingar kóka kleynur
til jóla, og tað ger kleynurnar
forkunnugar. Hóast tað er
hásummar, so eru kleynir tað
mest upplagda aftur við einum
drekkamunni alla staðni, har vit
vitja. Í krambúðini á Egilstøðum
eru tær, sum tær eru tað alla
aðra staðni kring landið. Nógv
størri og trivaligari, enn tær eru,
sum verða kókaðar í føroyskum
heimum.
Í Reykjavík eru tey heims
borgarar. At nýggja tíðin eisini
er nádd longri eystur í landinum
sæst eitt nú á matarsiðunum, sum
fyri ferðamanninum kennast
lítið íslendskir. Á middegi
koma handverkarar í stórum
tali í krambúðina og keypa
plastpakkaðar sandwich ella
tvíflísar, og onkrir fáa sær rættir,
sum skulu rørast í kókaðum
vatni, og so er talan um døgurða.
Meðan vit drekka kaffi, eta
kleynur og kanna kortið, koma
og fara íslendingar, og tað eru
fleiri fremmand enn vit bæði.
Ferðavinnan er týdningarmikil
partur av lívsgrundarlagnum her
á Egilsstøðum.
Í 2003 steðgaðu vit eina løtu
á Egilsstøðum. Á veg heim
úr Molde saman við ferðalagi
úr Klaksvík, eydnaðist ikki
at lenda í Vágum, og so varð
steðgað lítla løtu á flogvøllinum
á Egilsstøðum. Undir krígnum
varð fyrsti grasflogvøllurin
gjørdur. Fyrst í fimmti árunum
varð grúsflogvøllur gjørdur, og
síðani hevur verið regluligt
flogsamband til Reykjavíkar.
Í 1993 varð flogvøllurin
víðkaður og rættuliga væl
umvældur, og umframt í sam
bandi við innanlands ferðslu
verður nú eisini flogið til Keyp
mannahavnar.
Í Íslandi er tosið tað sama,
sum tað er her hjá okkum, tá
ið tað ræður um kommunur og
kommunusamanleggingar. Alla
halgannadag í 2004 fusioneraðu
fleiri kommunur her á leið í
Fljótsdalshérað, sum hevur 3.500
íbúgvar ella umleið sama talið,
sum býr í Runavíkar kommunu,
eftir at Skála, Oyndarfjørður og
Elduvíkar kommunur eru lagstar
afturat. Víddin er velduga stór
– tann størsta í einari kommunu
í Íslandi – úr Biskupshálsi í
vestri, til Héraðsfló í norði, til
fjøllini, sum eru kring firðirnar
á Miðeysturlandinum, um tað
ber til at siga tað soleiðis, í eystri
og suður til Vatnajökul og Öxi.
Høvuðsbygdirnar eru Egilstaðir
og Fallabær, har tað tilsaman
búgva umleið 2000 fólk.
Fyrsta ferðin
Fyrsta ferðin á Egilsstøðum var
í 1977 ella fyri knappliga 29
árum síðani. Tað var á veg til og
aftur frá barnalegustaðnum við
Ástjørn á Norðurlandinum, har
so mangir føroyingar hava hjálpt
til. Tá ið vit vóru á veg til hús
aftur leygardagin 9. juli í 1977,
hittu vit nakrar klaksvíkingar á
Egilstøðum. Millum teirra var
Victor Dánjalsson. Hetta var
fyrsta ferðin hjá honum í Íslandi.
Teir vóru á veg yvir til Ástjarnar.
Síðani hevur Victor verið har
yviri so at siga á hvørjum ári.
Tað verður vent aftur til seinni.
Nú meðan vit sita á Egils
støðum, dettur fram í hugan,
tá ið Victor í 1977 segði frá,
hvussu tað gekk fyri seg, tá
ið hann henda dagin fyri
fyrstu ferð hevði heilsað upp á
tollararnar á Seyðisfjørðinum.
Teir høvdu kannað hann og hinar
í ferðalagnum so sera gjølla.
Umhugsnir, sum hann og hinir
høvdu verið, so høvdu teir tikið
nógva útgerð við í bussin úr
Føroyum. Tollararnir høvdu lagt
til merkis nógvar smáar eskjur. Í
eskjunum var staniolpakningur.
Honum og ikki minst myrklitta
og kompakta innihaldinum vístu
myndugleikararnir serligan
áhuga. Rúsevnir vóru ikki so
kend fyri smáum tríati árum
síðani, sum tey eru tað í dag. Ikki
í Føroyum og neyvan heldur á
Eysturlandinum í Íslandi.
Tollararnir kannaðu og snaraðu
blanka pakninginum, og tað
kundi sæð út sum um, at teir
høvdu illgruna um, at innihaldið
kanska var vandamikið og
kundi umsetast til fitt av pen
ingi. Soleiðis hingu tingini
kortini ikki saman. Talan var
um sjokulátapálegg! Tað kendu
tollararnir ikki, tí um hetta
mundið var hesin viðskerðin ikki
komin til Seyðisfjarðar.
Síðani hava Victor og so
mong saman við honum ofta
ferðast umvegis Seyðisfjørðin.
Oftast hava tey havt stúgvandi
fullan buss av amboðum og
útgerð, men teir hava ongantíð
aftur verið so gjølla kannaðir av
tollaranum, sum føroyingarnir, ið
plaga at vera á veg til Ástjørnar,
so at siga eru vornir vinir og dus
við.
Tíðin flýgur avstað. Tað
kennist so stutt síðani hesa
tá spillfesku frásøgnina her á
Egilsstøðum. Tá ið kortið er
kannað, verður kós sett norður
móti Langanesi og firðunum,
flógvunum og bygdunum og
sveytunum, sum tey, ið gingu
undan okkum, so ofta tosaðu um.
Fylgissveinurin
Túrurin kring Ísland í bili er
umleið 1350 kilometrar. Av
Egilstøðum og suðuryvir og til
Reykjavíkar siga talvurnar, at
tað eru 698 kilometrar, og av
Egilstøðum og norðuryvir og
til Reykjavíkar er teinurin 654
kilometrar.
Íslendingar tosa um ringvegin,
sum var liðugur í 1974 ella árið
fyri, at bilferjusamband kom
millum Føroyar og Seyðisfjørðin.
Ringvegurin fer ígjøgnum
ella í nánd av sjey býum og
plássum. Um ferðast verður av
Egilsstøðum og ímóti klokkuni,
sum tað plagar at verða tikið
til, so eru býirnir Akureyri,
Blönduós, Borgarnes, Reykjavík,
Selfoss og Höfn.
Millum íslendingar hevur
tað verið og er tað populert at
koyra kring landið, og at nógvir
útlendingar gera henda túrin, var
sjón fyri søgn síðsta summar.
Fyrstu árini eftir at Smyril fyri
meiri enn 30 árum síðani fór at
sigla yvir á Seyðisfjørðin, vóru
tað fleiri føroyingar, sum koyrdu
kring landið. Tað man vera frá
tí tíðini, at søgan stavar frá, at
íslendsku landsvegirnir eru so
serliga vánaligir. Tað vóru teir
í fleiri støðum tá í tíðini, men
soleiðis er tað ikki longur.
Okkara ferð veik eitt sindur
frá ringvegnum, tí vit vitjaðu
á Langanes leiðini, og kósin er
henda vegin, nú fyrsti partur av
hesum hugleiðingum er liðugur.
Edvard í Svónoy, skyld
maðurin, sáli, skrivaði endur
minningar, sum Zacharias
Zachariassen legði til rættis, og
sum forlagið Leirkerið gav út
í 1989. Edvard nevndi bókina
Minniligar hendingar. Ikki so
lítil partur av bókini snýr seg
um tey 21 árini, tá ið Edvard
var bestimaður hjá svágrinum,
Símuni hjá Póli, sum førdi
Polo, ið hann átti saman við
Kjølbro. Lýsingin hjá Edvardi
um fiskiskap á Suðurlandinum
og Eysturlandinum og kring
Ísland er søgan um, hvussu
skipsfiskiskapurin gekk fyri
seg summarhálvárið hjá flestu
føroyingum í tíðini millum
bæði kríggini og fram til eftir 2.
heimsbardaga. Bókin hjá Edvardi
er við í viðførinum, og hon
verður nýtt sum kumpass.
Egilsstaðir er miðdepil á Eysturlandinum