Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 – 24. februar 2006 34 KANONKJAK Bergur Rønne Moberg Tvey sløg eru av kanónum. Tann eina er til kríggj, hin til mentan. Tann eina hevur herðing á fyrsta stavilsi; tað er hon vit brúka í mentanarheiminum. Hin hevur herðing á seinna stavilsi, stavast við ‘ó’ í staðin fyri ‘o’, og hon verður brúkt í kríggi. Men báðar skulu handfarast við størsta varsemi. Í løtuni talar tíðin fyri mentanarkanon, t.e. ein mentanarligur snórur at rætta seg eftir við at taka ávís listaverk fram sum ómissandi. Nú kanonkjakið í Danmark er avhæsað nakað kann vera vert at hyggja at, hvat er hent. Bylgjurnar hava verið høg­ar. Tey sum taka undir við kanon kalla hana ríkandi og kon­struk­ tiva og eitt gott grundarlag fyri at skilja danska bókmentaarvin og haraftrat eina ásannan av, at hesin arvur er mentanarberandi. Tey, sum eru ímóti, rópa kanon eitt tjóðarkonservativt verkevni, sum vantar nýhugsan. Men tað eru eisini aðrar reaktiónir, tí hvar eru kvinnuligu rithøvundarnir, og sum føroyingur varnast ein serliga ein blindan vinkul í hesari tjóðarkanon: hvar er William Heinesen? Donsk mentanarkanon Fyri einum ári síðani ella so setti danski mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen í verk eitt umfatandi arbeiði við einari danskari mentanarkanon. Serkøn innan ymsu listaøkini vórðu sett at velja nøkur ódeyðilig verk út. 24 januar í ár varð mentanarkanonin so kunngjørd. 7 nevndir, 108 val av verkum innan 8 høvuðsøki: bókmentir, byggilist, formlist, pallist, filmur, tónleikur og barnamentan. Kostnaðurin er umleið 12 miljónir kr. Umframt danska Menta­mála­ ráðið varð Kirkjumálaráðið biðið um at gera eina sálmakanon og Undirvísingarmálaráðið eina søgukanon. Alt samalt við tí endamáli at geva næmingum á framhaldsdeildunum og á studentaskúlunum og HF-skeið­ unum eina serliga danska kjøl­ festu og fyri at verja tað serligt danska. Politikkur sum virðis­ politiskan vígvøll Tað gjørdist illveðursligt hjá Brian Mikkelsen eftir at hann avdúkaði, at hansara verkætlan við einari mentanarkanon í roynd og veru varð hugsað sum part av einum konservativum politiskum mentanarstríði. Hetta stríð hevur verið nógv frammi í donsku fjølmiðlunum í seinastuni og er betur kent undir heitinum borgaraliga virðisstríði. Hugsanin hjá Brian Mikkelsen var tann, at mentanarkanonin kundi vera við til at økja um kunnleikan til danska mentan serliga millum muslimskar innflytarar, sum sambært honum hava tørv á størri kennskapi til danska mentan. Brian Mikkelsen er av røttum vorðin ákærdur fyri at dyrka eina afturlatna tjóðar-religiøsa mentanarkonservatismu, sum í versta føri kann vera bensin á ta anti-muslimsku jagstranina, sum prestarnir Søren Krarup og Jesper Langballe úr høgraflokkinum Dansk Folkeparti hava íbirt. Kanon er mentanarkonservativ, men taka vit mentanarstríðið sum heild, sum danska stjórnin undir leiðslu av Anders Fogh Rasmussen hevur byrjað, so er kortini vert at heilsa mentanarstríðnum vælkomnum. Hetta er eitt frískt, nýfokuserandi lot inn í ein ørkymlaðan mentanarheim her í seinmodernitetinum, har støðan alt ov leingi hevur verið anything goes. Nú aftaná hava vit eisini sæð, at almannakunngeringin av kanon hevur havt við sær eitt fruktagott kjak, har nýggjar kanonir spretta fram allastaðni. Tey homoseksuellu gera sína kanon, kvinnur sínar, ja, hvør maður sína kanon á netinum. Kanon er næstan enda sum ein fólkaítróttur og selskapsspæl, og tað er tað besta við henni. Hetta er sjáldsamt, tí í Danmark spyrja nógv av røttum, nær man seinast hevur kjakast um mentan. Ikki síðan goymsluumsjónarmaðurin Jørgen Rindal í 1960’unum gjørdi upp við tað, hann vildi vera við var fínamentan hjá teimum intellektuellu, hevur nakað kjak av týdningi verið her í landinum. Skal ein koma herjandi anti- intellektualismu og rindalismu til lívs, so má okkurt róttøkið henda. Og tað er løgið nokk hent við at ein borgaralig stjórn hevur skapt ein virðispolitiskan vígvøll, har lívsspekirnar, mentanarsjónarmiðini, og hvat tey sonevndu bleytu virðini annars verða rópt, fáa loyvi at takast. Sjálvt viðmerkjarar sum Klaus Rothstein, ið legg­ur eftir konservativa mentanar­ politikkinum hjá donsku stjórn­ini heilsar borgaraliga virði­sstríðnum serstakliga væl­ komnum. Kjak er gott í sjálvum sær, og herumframt er hetta helst tað einasta, sum kann fáa tær kulturradikalu kreftirnar at vakna úr dvala, heldur Rothstein. Rok í bókmentahúsinum Men áðrenn hetta kanska hendir, hendi nakað annað, nevniliga at kanonnevndarlimirnir vakn­ aðu við kaldan dreym og kendu seg misbrúktar av mentanar­ politisku dagsskránni hjá Brian Mikkelsen. Mikkelsen mis­brúkti kanon-verkætlanina floks- ella stjórnarpolitiskt við at grundgeva fyri einum sterkari donskum – ikki altjóða – samleika. Kanonlimirnir serliga í bókmentakanonnevndini tulkaðu hesa útsøgn sum undirgravandi fyri sjálvt idegrundarlagið undir einari kanon, sum er at vísa, at donsk mentan alla tíðina er vorðin til í samspæli við ávirkan uttaneftir. Hesir nevndarlimir hava eisini lagt dent á onnur viðurskifti. Sambært næstformanninum í hesari nevnd, Erik A. Nielsen, er tað mest týðandi við einari kanon eitt høvi til at stríðast ímóti herjandi búskaparligu rationalismuni og shopping-mentanini, sum í dag at kalla hava yvirtikið alla mentan: Hvor længe endnu skal kultur­mennesker, mediefolk og smagsdommere dukke sig? Skal vi kun tage bestik af den legemlige ernæringspolitik med overforbruget af sukker og fedt? Eller skal vi indse, at der også er grund til at gennemtænke den kulturelle ernæringspolitik? Kanon kann sambært Erik A. Nielsen geva okkum gott í beinið í einari tíð, har nógv eru ørkymlað og ikki í nóg stóran mun skilja millum gott og vánaligt. Hann kallar kanon-verkætlanin eitt sera Er kanon ber konservatisma ella hevur hon nakað uppá seg í einum postmodernaðum samfelag? Greinin nemur eisini við føroyska kanonkjakið og ynskið hjá summum at tveita William Heinesen og harvið eisini aðrar dansktskrivandi føroyskar rithøvundar út úr føroyskari bókmentasøguskriving Kanonkjak í Danmark Tað var fyri einum ári síðani ella so, at danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen setti verk eitt umfatandi arbeiði við einari danskari mentanarkanon. Serkøn innan ymsu listaøkini vórðu sett at velja nøkur ódeyðilig verk út. 24. januar í ár varð mentanarkanonin so kunngjørd. Sjey nevndir, 108 val av verkum innan átta høvuðsøki: Bókmentir, byggilist, formlist, palllist, filmur, tónleikur og barnamentan. Hetta kostaði umleið 12 milliónir krónur