Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Nr. 25 – 3. februar 2006 lítið verndartiltak ímóti einari flóðaldu av undirhaldi, sum hevur sterkastu kapitalkreftir aftan fyri seg. Hetta er kanon sum uppaling og kritiskt medvit og sum ein bardagi um veruleikan í postmodernaðu meldurhvirluni, har øll hava mist yvirlitið. Sjónarmiðið hjá Erik A. Nielsen kann ikki vísast burtur, eftir at postmodernistisk líkasæla hevur herjað í so nógv ár. Fyri mær er altso ongin ivi um, at Erik A. Nielsen hevur eina sak, tá hann setur kanon-hugsanina í samband við dagsins óstøðugu og í grundini ófrælsu shopping-mentan og tann eins hvíluleysa tíðinda- og undirhaldsstreymin. Ein kanon kann tó ikki standa einsamøll, tí hon er ov fortíðarvend í sínum vali av verkum. Eldri stórverk eru eisini bundin í nútíð og framtíð. Annars vóru tey ikki verd at kanonisera, men neyðugt er at fullgera kanonlistan við liðiligum lesiætlanum – sum lærarar í forvegin gera – har nútíðarverk verða lisin. Alt ov smøl kanon Kanon-verkætlanir verða ofta ákærdar fyri at vera makthugsan. Og so er. Skúlarnir hava jú alla tíðina havt lesiætlanir og lærararnir kjakast innanhýsis um hvørji verk eru verd at lesa, gera antologiir osfr. Tá vit longu hava hesar smakkdómar, hví er so neyðugt við statsautoriseraðum listum yvir merkiliga fá fagur­ frøðilig og onnur verk, danskan sálmasang og serligar søguligar hendingar kann ein av røttum spyrja? Men kanon kann kortini ikki einans minkast niður til at vera skaðilig valdshugsan. Størsti trupulleikin við kanon-hugsanini er ikki, sum kritikarar ofta føra fram, at hon er eliter, men at hon er so smøl. Hetta er ikki tað sama, tí ein kanon vil undir øllum umstøðum vera meira og minni eliter við at velja nøkur verk. Men ein undrast á at so fá verk eru vald út í donsku kanon. Og uppaftur verri: hví eru verkini bara donsk, tá donsk mentan fyri langari tíð síðan er vorðin ein altjóða mentan, sum átti at havt pláss fyri útlendskum listaverkum. Til samanberingar kann nevnast, at ein týsk kanon er gjørd við týskum og ikki- týskum listaverkum lið um lið. Donsku kanonnevndirnar skjóta seg her undir sínámillum ávirkanina millum ‘danskt’ og ‘útlendskt’ í valdu verkunum. William Heinesen dømdur úti Tað sum hevur serligan áhuga fyri føroyingar er, hvussu tað man vera við teimum danskt­ skrivandi vitunum í føroyskum bókmentum, Williami Heinesen og Jørgeni-Frantz Jacobsen í autoriseraðu donsku kanon. Hvørgin er púra einfalt við, tí teir verða fataðir sum føroyskir rithøvundar, hóast teir skrivaðu á donskum. Pláss er eftir øllum at døma einans fyri einum smølum høvuðsspori. At henda kanon er so smøl hevur vakt stóra undran, og fleiri av viðmerkjarunum í bløðunum hava nettupp harmast um, hví serliga William Heinesen ikki er við. Saman við eitt nú norska rithøvundinum Sigrid Undset er William Heinesen ikki ein rithøvundi, sum danskir næmingar primert eiga at kenna, tí teir út frá einari trongari kanoniskari tjóðskaparhugsan ikki eru danskir rithøvundar. Ikki føddir á danskari jørð. Danski 67’arin (ella pre-68’arin sum hann eisini kallar seg) rithøvundin og viðmerkjarin Ole Grünbaum, hevur funnist at bókmentaligu kanon-nevndini og sama hevur fyrrverandi P1- medarbeiðarin Egon Clausen. Tilvildin vil at eg eri í einum kjakringi saman við Egon Clausen, og hann fortaldi mær herfyri, at hann júst hevði endurlisið De fortabte Spille­ mænd. Eftir at hann hevði lagt Spælimennirnar frá sær, fekk hann ikki orðið upp í ein tíma, men sat bara og undraðist yvir søguna. Ein tími er ikki so lítið hjá einum stórbýarmenniskja, og tá fiktiónirnar fáa tøgnina at tala gloymir man tíð og stað. Mest spell fyri danir sjálvar, at William Heinesen væntandi fer at verða væl minni lisin í donskum skúlum í framtíðini. Egon Clausen hevur skrivað eitt stríðsrit um kanon nevnd Den skadelige kanon. Hann gloymir ikki at nevna William Heinesen í hesum sambandi: Ein rithøvundur sum William Heinesen, ið hevur skrivað nakrar av teimum vakrastu yrkingunum og skaldsøgunum á donskum, er ... ikki komin við orsakað av einum føðibrævi við skeivum nationaliteti. Pápi hansara var føroyingur, so út úr kanon við Heinesen. Í Føroyum vil ummælarin Carl Jóhan Jensen øvugt hava William Heinesen út úr føroyskari bókmentasøgu (smbr. mínar greinir í Dimmalætting 9. og 16. juni 2001). Støðan hjá Carl Jóhan Jensen er ikki vorðin lættari at skilja eftir at William Heinesen verður dømdur úti í danskari kanon av fremstu smakkdómarum í Danmark. Um Carl Jóhan Jensen og fólk, sum eru samd við honum, høvdu havt somu makt sum danska bókmentakanonnevndin, so hevði støðan verið tann, at William Heinesen hvørki kom við í eina føroyska ella eina danska kanon og í nógvum førum heldur ikki verið skrivaður inn í danska og føroyska bókmentasøgu (alt eftir hvør skrivar bókmentasøguna, tí í dag verða nógvar bókmentasøgur skrivaðar samstundis). Hetta vísir, at eitt trongt tjóð­skapar­ fokus sum tað hjá Carl Jóhan Jensen og donsku smakk­dóm­ arunum er absurd og out of time í einum modernaðum kanon- og bókmentasøgukjaki. Týðandi rithøvundar, sum hoyra heima á landamørkunum detta burtur ímillum, tá eitt smalt tjóðskaparligt perspektiv sleppur at ráða. Veruleikaumboðan og tjóðarbygging At fólk eru so gripin av kanon­ hugsanini snýr seg sum sagt um makt, um mentan sum makt. Samgongan millum mentan og makt hevur í roynd og veru til endamáls at definera veruleikan á ymsu økjunum. Hesin tørvur er íkomin í einum heimi, har alt yvirlit er mist og har fleiri og fleiri sannkenna henda ‘miss’. Ovfylta og fjøltáttaða nútíðin er kortini annað og meira enn ein missur. Kanon skal nettupp ikki vera ein afturlatin verkætlan sum danska kanon. Eitt samfelag livir av dreymum, av ímyndum um tað sum koma skal, og um tað sum kemur uttaneftir. Hetta er annars við at ganga upp fyri føroyskum politikarum, ið nú eru við at tilogna sær nakað av tí, Richard Florida sigur um skapandi stættina, sum undirritaði og seinni eisini Kim Simonsen introduseraðu í Føroyum. Kanonkjak snýr seg um ein týðandi part av skap­andi stættini: listafólkini. Tey liva at kalla av opinleika og av tí, sum kemur uttaneftir og eru ikki nakað ringt ideal hjá samfelagnum at hava. Tvørturímóti. Eins og samfelagið alt, áttu kanoniseringar innan eitt nú bók­mentasøguskriving at hava lært nakað av tí opin­ leika, sum eyðkennir list yvir­høvur. Nøkur fullfíggjað før­oysk bókmentasøga er ikki skrivað enn, so enn eru vit noydd at halda okkum til bókmentagreiningarnar. Og hvør hevur avgerðarrættin? Tey sum eitt nú meina, at William Heinesen og aðrir dansktskrivandi føroyskir rit­ høvundar kunnu verða lýstur undir liðini á øðrum føroyskum rithøvundum, ella tey sum vilja hava eina smala føroyska kanon, har mátistokkurin er eitt trongskygt tjóðskaparfokus? Tey sum taka undir við seinna sjónarmiðnum – um tað nú eru onnur enn Carl Jóhan Jensen – hugsa sum um William Heinesen ikki hevur verið við í føroysku tjóðarbyggingini! Kanon, bókmentasøga og bók­mentagreining hanga sam­ an – og hjá einari ungari tjóð sum Føroyum legst tað tjóðar­ byggjandi elementið aftrat. Ein kann ikki skriva eina teksta­ greining (av einum teksti ein­um dámar væl) uttan at kanonisera og sostatt fremja ein fagu­frøði­ ligan smakkdóm, sum sigur, at henda yrkingin, henda stuttsøgan, henda skaldsøgan er serliga góð og tí eigur at vera lisin. Bók­mentasøgan er ikki minni kanoniserandi, og her er stríðið harðari enn aðrastaðni, tí hóast bókmentirnar eru skrivaðar á tjóðarmálinum, so eru undantøk sum eitt nú Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og aðrir danskskrivandi føroyskir rithøvundar. Keldur Clausen, Egon: Den skadelige kanon. Tiderne Skifter, 2005 Florida, Richard: The Rise of the Creative Class. And how it’s transforming work, leisure, community and everyday life. New York 2002 Hansen, Bergur: Uden grænser. Ummæli í Weekendavisen 20.-26. februar 2004 av “The Rise of the Creative Class” eftir Richard Florida Rothstein, Klaus: Tid til forundring. En debatbog om den borgerlige kulturkamp. Tiderne Skifter, 2005 Tað sum kanska hevur serligan áhuga fyri føroyingar er, hvussu tað man vera við teimum danskt-skrivandi vitunum í føroyskum bókmentum, Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í autoriseraðu donsku kanon. Hvørgin er púra einfalt við, tí teir verða fataðir sum føroyskir rithøvundar, hóast teir skrivfaðu á donskum. Pláss er eftir øllum at døma einans fyri einum smølum høvuðsspori