Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 – 24. februar 2006 36 Tinghelluanalysan Í fleiri ár hevur verið arbeitt við fyrst eini grundlóg og síðani eini stjórnarskipanarlóg. Endamálið er tá tað sama, at hava eina grundleggjandi skipan av landinum, festa í lóg eftir grundlógarleisti. Talan er eisini um eina tilgongd, sum krevur at bæði fólk og fólkavald taka støðu til hvat landið skal byggjast á, her serliga grundleggjandi virðir. Støðutakan At tørvur er á støðutakan til mannarættindi og fatan av mannarættindum, hevur seinasta tíðin víst bæði innlendis og altjóða. Her hjá okkum skal sjálvandi dentur leggjast á okkara innlendis viðurskifti, men samstundis minnast til at ein partur av alheimsgerð er at verða við í altjóða samansjóðingini. Hóast vit liggja langt burtur frá øðrum londum, kunnu vit ikki bert gera sum okkum lystir, um vit eisini ætla okkum at verða ein partur av altjóða samstarvi. Sum støðan er í dag, eru Føroyar somuleiðis í eini samveldisstøðu, sum eisini kann ávirka, hvussu rúmsátt er viðvíkjandi virðum og at verða partur av skipanini. Vanliga hugsanin man tí vera, at føroyingar taka undir við vesturlendskum virðum. Í mun til grannalond okkara, eru vit tó nakað við síðuna av tá talan er um t.d. samkynd og fosturtøku. Eg haldi serliga at ásjónin á tey samkyndu elvir til høvuðbrýggj, tá talan er um at tryggja íbúgvum í Føroyum mannarættindi. Eitt er lóggávustøðan, sum tingast kann um, men nøkur sjónarmið sum komu fram og serliga nakrar grundgevingar fyri hesum sjónarmiðum, sum komu fram í tingsins viðgerð um at breiðka anti-diskriminationslógina til eisini at umfata samkynd, vóru so langt frá tí, sum metast má vera vanlig viðurkend mannarættindi. Málið meir enn nakað annað ávísti tørvin á eini grundlógartilgongd, sum stjórnaskipanararbeiði er og ikki minst vísti á tørvin, at okkara fólkavaldu bæði luttaka meira í hesum arbeiði og at vit fáa eina stjórnaskipan, har kjakast verður um grundleggjandi virðini sum vit vilja byggja okkara land á og sum síðan semja skal fáast um. Leistur Tað er ymiskt hvussu grundlógir verða til og mentan, høpi og tíðin hava sjálvsagda ávirkan á úrslitið. Summastaðir verður stórur dentur lagdur á at hava nágreiniligar og nógvar greinar, aðrastadir so einfalt sum gjørligt. Trupulleikin við ov neyvum orðingum kann verða, at títtar broytingar gerast neyðugar. Trupuleikin við ov einfaldum orðingum kann gerast, at tulk­ ingarmøguleikarnir gerast ov breiðir. Einfalt Uppskotið til føroyska stjórnar­ skipan er heilt greitt ein roynd at gera tað einfalt og ikki ov tíðarbundið, soleiðis at hon kann mennast við broytingum sum neyðturviliga koma, og verður tað eisini sagt. Atlit verða tikin til bæði modernaði rættindi og til tað sum má sigast at verða grundleggjandi mannarættindi. Men ríkisrættarliga støða okk­ara ger, at tað eru serlig viður­skifti havast skulu í huga. Stjórnarskipanin sigur greitt, at okkara skipan er í eini samveldiskipan har valdið er okkara, og at vit til eina og hvørja tíð kunnu taka tað vald aftur, sum ikki er á okkara hondum. Tvs. at ivi sum er um okkara status, verður endaliga staðfestur her. Liberalt fólkaræðið Viðvíkjandi mannarættindum er at siga, at ásetingarnar er breiðar samvarandi eini liberalari fólkaræðishugsjón. Men longu fyrsta greinin í parti 2 um rættindi nertur eftir mínum tykki við eitt øki sum kann gerast trupult við núverandi skipan, nevniliga at knýta rættindi at heimarætti ella bústaði. Vit eru jú danskir ikki ES borgarar, tá vit búgva her, og roknaðir sum vanligir danir og ES borgarar um vit búgva í Danmark. Í partinum um rættindi síggjast fleiri sløg av greinum. T.d. um proportionalitet, soleiðis at eitt inntriv ikki er meira umfatandi enn verjuáhugamálið í §7. Í § 8 verður víst til sjálvsøgd rættindi uttan at nevna hvat, og leggur tað upp í hendurnar á løgtinginum at gera ítøkiligt, men tað kundi eisini hugsast, at sjálvsøgd rættindi eru rættindi vit síggja staðfest í altjóða sáttmálum og í grannalondum okkara. Samanumtikið kann sigast parturin um rættindi er so opin, at allir partar kunnu taka undir við honum. Men tað er heldur eingin ivi um, at tá tíðin fer til at fylla lógarkarmarnar, altso at konkretisera við at gera lógir út frá greinunum, er langt ímillum sjónarmið flokkana. Framíhjárættindi Lagt er upp til at eingin kann fáa framíhjárættindi, og tað sæst aftur í greinini um javnstøðu, har tíðaravmarking verður kravd fyri inntriv í t.d. at styrkja um kvinnuumboðan. Vit hava eisini grein 13, sum er rætturin til lív og trygd, og sum eisini bannar deyðarevsing. Við tøkni í dag er nakað so ítøkligt sum lív gjørt relavtivt. T.d. er ikki vísindalig semja um nær lív byrjar, og tí kann roknast við at serliga átrúnaðarligir bólkar lesa hesa greinina sum forðing av fosturtøku. Ognar- og búrættur Sum í flestu liberalu skipanum verður hildi fast um at verja ognarrættin, at talan er um trúðarfrælsi og ikki minst framsøgurfrælsi, eitt hugtak sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Men eisini onnur, kanska sjálvsøgt ting, sum felags- og savningarfrælsi verða sett fram. Viðvíkjandi búrættindum er at siga, at tann parturin byggjar á okkara mentan. Men grein 26, sigur tó at lóg skal tryggja, at sum flest skulu sleppa framat jørð at byggja á, velta ella fæhalda. Tað er ein rættiliga konkret orðing, sum ikki fylgir tí meira leysa og tíðarleysa andanum í uppskotinum annars. Í ymsum greinum verður somuleiðis lagt upp til at tað ein rættur at hava arbeiði, at landið tryggjar øllum sømulig kor, og at familjutrivnaður fær umsorgan frá landinum. Vitan og ávirkan Rætturin til innlit verður stað­ festur, eins og tað verður víst á at fólk skulu hoyrast. Ein av trupulleikunum, sum stjórnarskipannevndin hevur tikið fram fleiri ferðir, er at at vit Stjórnarskipanin og mannarættindi Løgtingið verður tvungið at tak cand.scient.pol Bogi EliasEn Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Bill Justinussen – hesir skulu royna at semjast Freddie Mercury – hevði hann kent seg vælkomnan í Føroyum?