fríggjadagur 24. februar 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 – 24. februar 2006
37
ka støðu
ikki hava eitt veruligt trýbýti av
valdinum. Dómsvaldið er danskt
og tí ikki undir føroyskum valdi.
Og tá samgongan er meirilutin
í tinginum, har ikki skotter
millum hesar báðar partar. Í dag
er landsfyrisitingin sterk og ger
í stóran mun lógaruppskot fyri
samgonguna, men Tingið er so
veikt afturímótið, m.a. tí teir ikki
hava fólk knýtt at sær til tess at
gera alternativ uppskot.
Løgtingið
Mannarætturin í hesum
uppskotið staðfestur bara nøkur
breið hugtøk, sum Løgtingið má
taka støðu til. Tað er ógvuliga
sveimandi, men leggur upp til at
løgtingsumboðini skulu stinga
út í kortið, hvørji virðir Føroyar
skulu byggjast á eins og tað má
takast fyri givið, at ætlanin er at
fylgja altjóða sáttmálum og at
við fylgja við í menningini sum
okkara grannalond hava.
Løgtingið fær orðið
Uppgávan Løgtingið fær fyri at
fylla tað út, sum verður stungið
út, verður stór, ógvuliga stór.
Men tað er sjálvsagt at tað er
parlamentið sum skal verða
kjarnin. Tí er tað bæði synd og
skom, at Løgtingið ikki luttekur
meira í stýriskipanararbeiðinum.
Uppskotið til grundlóg er
minimalistiskt og leggur tí
stóra ábyrgd á politikararnar.
So er bara at vóna, at vit taka
undir við altjóða sáttmálum og
beinanvegin fáa fylt uppá. §10
sigur at øll eru javnt í metum,
latum okkum eisini lata hetta
umfata tey samkyndu.
Kanska beinleiðis fólkaræði
er rætta loysnin?