Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 41 - 27. februar 2006 KT-fyritøkan Elektron og telefyri­ tøkan Kall sameina nú sína megi í einum nýggj­um felag, ið hevur fingið navnið Føroya Breiðband. Nýggja fyritøkan gerst ein nýggjur og sterkur veitari av breiðbandi og hópin av breið­ bandstænastum á føroyska marknað­ inum Í síðstu viku varð fyritøkan P/F Føroya Breiðband stovn­­að. Talan er um eitt fe­lag, sum frá 1. apríl fer at bjóða út breiðband og breiðbandstænastur til kundar á føroyska markn­ aðinum. Felagið leggur seg eft­ir at veita allar tær tæn­ast­ur, ið knýta seg at breið­­bands­ nýtsluni hjá privatum, stovn­­um og vinnu­lívin­um – umframt sjálvt breið­ bands­sambandið. Sostatt gerst talan um ein sterkan veitara, ið veruliga kann taka kappingina upp á føroyska marknaðinum. Tvær væl kendar føroyskar fyritøkur standa aftan fyri Føroya Breiðband, nevniliga KT-veitarin Elektron og telefyritøkan Kall. Hesar fyritøkur eru sterkar á hvør sínum øki, og tí hóska tær væl saman sum eigarar og veitarar til nýggja felagið. – Elektron hevur hollar royndir á sínum øki og hevur eitt nú sítt egna net, hitt sonevnda WiMaxnetið, ið Føroya Breiðband fær til taks. Vit eru eisini sera væl við, tá tað ræður um til dømis hosting, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og nevndarformaður í ný­stovnaða felagnum. Hann vísir á, at ein hin størsta styrkin hjá Før­oya Breiðbandi er, at felag­ ið er óheft av øllum net­ útbjóðarum. WiMax-netið fevnir í dag um Havnina og Skálafjørðin men skal frameftir breiðast út kring landið. – Við Føroya Breiðbandi er virðisketan hjá Kalli vorðin heil og samanhangandi, tí vit skulu ikki longur keypa okkum inn á netið hjá øðr­ um veitara. Harumframt hóskar virksemið í nýggju fyritøkuni væl saman við Kalli, ið hevur stóra styrki og drúgvar royndir á GSM- økinum. Kundar okkara fáa atgongd til enn betri tæn­astur, sigur Bjarni A. Bjarna­son, stjóri í Kalli og næstformaður í nevndini hjá Føroya Breiðbandi. Í nevndini hjá P/F Føroya Breiðbandi eru hesir limir: Niels Christian Nolsøe, for­ maður, Bjarni A. Bjarna­son, næstformaður, Martin Pauli Jacobsen, nevndarlimur, og Sóleyð Hofgaard, nevnd­ar­ limur. Ulla Joensen er sett sum fyribilsstjóri í felagnum, með­an leitað verður eftir ein­ um stjóra til fyritøkuna. Dagrøktarar til Tórshavnar kommunu T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Tórshavnar kommuna søkir eftir dagrøktarum at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða - eitt sera sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tað heimliga umhvørvið hevur stóran leiklut í gerandis- degnum. - hollan stuðul frá økispedagogunum í dagrøktar- skipanini. - at ein triðingur av lønini verður skattafríur. Vit vænta at - tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. - tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. - hølini har børnini verða ansað eru hóskandi. - møguleikar eru fyri uttandura virksemi. Setanarviðurskifti Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála við Starvsmanna- felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun Midjord, dagrøktarleiðara tlf. 302010, lokal 1089, teldupostur: marjun@torshavn.fo ella við at fara inn á heimasíðuna www.torshavn.fo/leysstorv Umsókn saman við royndum, upplýsingum um útbúgving og møguligum viðmælum skulu sendast Dagrøktarskipanini, Postboks 32, 110 Tórshavn. Hvør ert tú? Í TRYGD leggja vit størsta dentin á persónligar eginleikar og hugburðin hjá tí einstaka starvsfólk- inum. Harnæst koma bókligu útbúgvingarnar og fakligi førleikin. Søluráðgevi Prógv frá Hægri Handilsskúla ella tilsvarandi útbúgv- ing. Harafturat arbeiðsroyndir innan søluarbeiðið. · Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, samstundis sum tú kanst samstarva og taka ábyrgd · Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at seta teg í samband við fólk · Tú ert málsøkin og opin fyri broytingum · Tú arbeiðir skjótt, skipað og torir at taka avgerðir · Tú hevur handilsligan sans og hevur eitt munagott tænastu sinni · Tú ynskir framhaldandi at útbúgva teg Vit bjóða Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðingarnar eru nógvar. Høvið er sjálvsagt fyri framhaldandi, persón- ligari, eins væl og fakligari menning í einum livandi umhvørvi og tvørfakligum umhvørvi. Sum starvsfólk í TRYGD, verður tú partur av áhaldandi menningini av felagnum og tær persónligu dygdir, ið tú hevur við tær inn í felagið, koma at gera sítt til at TRYGD gerst enn sterkari. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við Finansforbundet. Umsóknir og starvsseting Starvið ynskjast sett skjótast tilber, men vit eru eisini sinnað at bíða eftir rætta viðkomandi. Skrivlig umsókn, við curriculum vitae og tilhoyrandi skjølum, skal vera okkum í hendi innan 15. mars 2006, skal sendast til: P/F TRYGD Att.: Ali Celebi Gongin 7 Postboks 44 110 Tórshavn Teldupostur: ace@trygd.fo Trygd · Gongin 7 · Postboks 44 · FO - 110 Tórshavn · Tel. +298 35 81 00 · Fax +298 31 72 11 www.trygd.fo Vilt tú verða við til vøkstur og menning? TRYGD er eitt tryggingarfelag í vøkstri, og fyri at styrkja tænastuliðið, søkja vit eftir ungum søluráðgeva. Sterkur nýggjur breiðbandsveitari