mánadagur 27. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2006
5
Nýggj
útstykk
ing í
Kaldbak
Á býráðsfundi
hóskvøldið sam
tykti Tórshavnar
Býráð at fara
undir eina nýggja
útstykking í
Kaldbak
Útstykking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í fyrstu atløgu er talan
um eina lutfalsliga lítla
útstykking við eini átta
ella nýggjum grundøkjum.
Henda útstykking verð
ur gjørd innan fyri dag
stovnin Flatnagarð, og
avtala er longu gjørd við
HMP Consult í Havn
um
projektering
av
útstykkingini.
Stórur áhugi
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, sigur, at tað er stórur
áhugi fyri grundstykkjum
í Kaldbak, og væntandi
verða fleiri útstykkingar
gjørdar næstu árini í
bygdini.
Staðbundnu limirnir
í
Kaldbaksnevndini
hjá Tòrshavnar Býráð
hava mælt til, at komm
unan
arbeiðir
fram
ímóti,
at
útstykkja
verður aðrastaðnis í
bygdini, møguliga frá
barnagarðinum og út
móti sjálvari bygdini. Her
hava teir serliga hugsað
um støddina av bygdini,
og hvussu bygdin verður
meira samansjóðað, og
trivnaðurin harvið betur.
Samstundis sum at
nýggja útstykkingin verð
ur gjørd, fer kommunan
undir at ogna sær lendið
bæði innan fyri og uttan
fyri dagstovnin Flatnagarð
til nýggjar útstykkingar.
Tórshavnar Býráð
samtykti hóskvøldið
at keypa eina ong
á Argjum, tí at ein
partur av spitalska
kirkjugarðinum á
Argjum er á ognini
Býráðsarbeiði
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ognin, ið talan er um, liggur
beint oman fyri støðna, og
beint uttan fyri minnisvarðan
á Argjum. Á 600 fermetra
stóru ognini standa eini
gomul hús. Keypsprísurin
er 760.000 krónur.
Fornminnissavnið hevur
gjørt rannsóknir á staðnum
fyri fleirim árum síðani
og staðfesti, at grevstur er
í stykkinum. Komið varð
niður á fleiri kistur.
Hevur ligið sum
byggiøki
Jógvan Arge, formaður í
byggi- og býarskipanar
nevndini hjá Tórshavnar
Býráð, sigur, at argjafólk
hava altíð virt hendan gamla
kirkjugarð, og tí hevur einans
verið hoyggjað á økinum og
ikki velt.
Ongin friðing er nakrantíð
gjørd av økinum, har
kirkjugarðurin hjá teimum
spitalsku liggur. Ístaðin
liggur økið sum byggiøki, og
tí helt Tórshavnar Kommuna
tað verða rættast at keypa
ognina og harvið tryggja
sær, at hon seinni ikki skuldi
út í stríð við ein møguligan
nýggjan eigara um at friða
økið, sigur Jógvan Arge.
Í fleiri øldir vóru tey,
sum fingu spitalsku skjúku,
burturløgd á hospitalinum
á Argjum, har rúm var fyri
12 sjúklingum. Tá ið tey
andaðust, vóru tey grivin
beint oman fyri spitalska
hospital.
Býráðið keypt kirkjugarð
Heildarætlanin
fyri Tórshavnar
Kommunu er júst
dagførd, og í mun til
uppranaligu ætlanina
er nú ætlanin at leggja
størri dent á at menna
vesturbýin og Argir
Býarmenning
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Heildarætlanin fyri Tórshavnar
Kommunu er gjørd fyri eitt
tíðarskeið, sum er frá 2005 og
fram til 2022. Broytingarnar
í heildarætlanini innibera,
at ætlaðar byggingar og
útstykkingar vestanfyri verður
framskundaðar, og samstundis
verður ikki lagt so stórt trýst
á Hoyvíkshagan so tíðliga í
heildarætlanarskeiðnum, sum
ætlanin annars hevur verið.
Landið darvar
býarmenningini
Byggi- og býarskipanarnevnd
in hjá Tórshavnar Kommunu
hevur ásannað, at ætlanirnar
fyri menning av vestaru
býarpørtunum ikki hevur
verið nóg góð, og tí verður
roynt at bøta um hetta.
Ein trupulleiki við menn
ingini í økinum er tann,
at kommunan hevur latið
landinum fleiri stór øki til
almennar stovnar og bygn
ingar, uttan at nakað tó hend
ir hesum viðvíkjandi.
Millum
annað
hava
leingi verið ætlanir um ein
miðnámsdepil í Marknagili,
uttan at nakað er hent, og eisini
hevur Fróðskaparsetrið fingið
lendi til gávus nærheindis
ætlaða miðnámsdeplinum,
men heldur ikki her sær út
til, at nýtsla verður gjørd av
lendinum.
Tórshavnar Býráð heldur
tað verða óheppið, at stórar
víddir liggja ónýttar mitt inni
í býarpørtum, tí tá ber illa til
at fáa teir at rigga sum tann
heild, ið teir eiga at vera.
Av somu orsøk umhugsar
kommunan at seta treytir
fyri, hvussu skjótt ella nær,
ið byggjast kann, tá ið lendi
verður latið tí almenna. Um
ikki bygt verður innan eitt
ávíst áramál, vil býráðið,
at lendið kann latast til
annað endamál, og at tað
almenna fær útvega lendi
aðrastaðnis.
Ætla at stykkja út
í vesturbýnum
Hesi seinnu árini hava at kalla
allar nýggjar útstykkingar av
økjum til bústaðarbygging í
høvuðsstaðnum verið antin í
Hoyvíkshaganum ella á Ham
arinum á Argjum, men nú eru
eisini ætlanir um útstykkingar
aðrastaðnis, soleiðis at býurin
verður snaraður eitt sindur
vesturá.
Millum annað er ætlanin
at binda saman Norðasta
Horn og Miðhorn, og somu
leiðis er ætlanin at fara
undir útstykking Undir Vest
urvarða í Flatnahaga. Undir
Vesturvarða liggur beint
oman fyri Marknagil.
Jógvan Arge, formaður
í byggi- og býarskipanar
nevndini hjá býráðnum,
sigur, at tað ræður um hjá
kommununi at fáa javnvág
í menningina av býnum, og
tí verður størri dentur nú
lagdur á økið vestanfyri.
Leggja dent á býarmenning
í vesturbýnum
Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at
tað er neyðugt at fáa javnvág í menningini av býnum, og tí verður størri dentur nú lagdur á
menningina av vesturbýnum.
savnsmynd
Tað er ikki ráðiligt at
rópa fuck you, og at
vísa fremstafingur
fyri løgregluni
Løgreglumál
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Ein ungur maður varð
mánamorgunin dømdur
fimm dagbøtur á 150 kr.
fyri, tvær ferðir somu nátt,
at rópa fuck you og at vísa
fremstafingur móti tveimum
løgreglumonnum,
sum
vóru úti í arbeiðsøridum.
Hendingarnar fóru fram eina
leygarnátt í august 2005.
Fyrru ferðina var talan um, at
løgreglubilur kom koyrandi
framvið Steinatúni í Havn,
og tann 20 ára gamli, sum
hevði fingið nakað nógv at
drekka, lat øðina ganga út
yvir løgregluna. Umleið ein
tíma seinni var tað aftur sami
ungi maðurin, sum var úti
um seg, hesaferð uttanfyri
náttklubban
Cleopatra,
har løgreglan var komin í
samband við harðskap. Hesa
ferð bleiv tað ov nógv hjá
løgreglumonnunum, sum
valdu at skuldseta unga
mannin fyri brot á grein 121 í
revsilógini, sum sn‡r seg um
ókvæmisorð móti løgregluni.
Sambært ákæranum, er tað
sera sjáldan, at nakar verður
dømdur sambært hesari
grein.
Dømdur fyri at rópa ókvæmisorð
móti løgregluni