Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 41 - 27. februar 2006 Dansitiltøk kunnu betur enn nakað ann­ að savna føroyskar útisetar. 230 fólk vóru sostatt komin saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá kórið MPIRI skipaði fyri Føstulávintsdansi við einum sterkum kontri og vestern grýlutema Frásøgn Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Dansur og dansitiltøk hava í nógv ár verðið sjálvt grundarlagið und­­ir úti­seta­lív­ inum hjá før­oy­ingum í Keyp­ manna­havn. Eini 10-15 ferð um árið letur Føroyahúsið dyrnar upp fyri føroyingum, ið bara vilja hugna sær, dansa, drekka føroyskar øl og hittast við øðrum, ið einans hava eitt til felags, tað er, at tey eru føroyingar. Tað er ræðuligt hetta er stuttligt I’m the Highwayman sang kanska frægasti før­oyski kontrisangarin Niclas Thorsteinsson og dansigólvið fyltist á trem­ur við føroyingum í aldursbólkinum 20-60. “Høvdu vit verið í Før­oy­ um, var eg ongantíð farin í kontridans, men tað er ræðuligt hetta er stuttligt!” Hesi orð átti ljóshærda gent­ an, ið eg ikki kendi, men sum onkur kendi, sum eg kendi. Hon sat við borðið, har eg sat og hvíldi seg eina løtu. Hon hevði dansað alt kvøldið og orðini lýstu ómetaliga væl sjálvan andan í øllum føroyskum dansitiløkum í Keypmannahavn. Hjarta í útisetalívinum Á Norðurbryggjuni 3 kilo­ metrar eystanfyri Føroyhúsið verður dagliga tað fremsta innan føroyska mentan bjóða fram. Har eru tónlistarligar stórupplivingar, vakrasta og mest forkunnuga føroyska listin innan flestu listasløg. Men samanumtikið er einki, sum savnar føroyingar sum dansurin, og tí fær Bryggj­an ongantíð sama pláss í útisetahjørtum sum dansistøðini hava. Í 90’árunum vóru Gimle á Islandsbrygge og Før­oya­ húsið á Vesterbrogade karm­ar­nir, men eftir at Gimle var rivið niður, er einans Føroyahúsið eftir. Hetta er einki minnið enn hjarta í føroyska útisetalívinum í danska høvuðstaðnum. Á flog tvørtur um Longubrúgv Klokkan var níggju minuttir í miðnátt, tá hýruvognurin endiliga kom til blokk F á Oyrasundskollegiinum. Vit høvdu bíða í yvir 20 minuttir eftir bilinum og vistu, at dyrnar í Føroyahúsinum lótu aftur á miðnátt. Tí bóðu vit hýruvognsføraran um at traðka á spiitaran. Hetta tók hann sera bókstaviliga, og túrurin gjørdist ein upp­living fyri seg. Tað kendist, sum um vit flugu yvir um Longubrúgv og lendu aftur við ljóskurvarnar á Ráðhúsplássinum. Ein min­ utt í miðnátt bremsaði hann hart uttan fyri Video Netto á Vesterbrogade beint yvir av Føroyahúsinum. Vit sluppu í síðstu løtu inn. Í durðunum var ein duravørur við revolvarabelti og kovboyhatti, ið tók ímóti okkum við stórum smíli. Á plakatini stóð, at ikki var loyvt at hava hestin við sær, og úr salinum ljóm­aðu tónarnir av Johnny Cash. Hetta var eitt ordans kontriball. Syngjandi kovboytombola Á veg at sleppa okkum av við jakkan komu vit fram­ við kovboytombolanum við teimum syngjandi tombo­la­ gentunum. Fyriskipari av til­takinum var útisetakórið MPIRI, tí kundi tílíkt, sum at keypa ein tombolaseðil lætt gerast ein sanguppliving. Dansitiltøkini hjálpa við at fíggja raksturin hja føroysku feløgnum og halda lív í feløgum sum Fótatraðk, ÍF-Føroyar, MPIRI og sjálvum Føroyahúsinum. Eis­ini á hendan hátt er dans­ ur­in grundarlagið undir úti­setalívinum. Eini 230 fólk vóru komin saman í Føroyahúsinum hetta kvøld­ið, og hetta er eitt gott ískoyti til raksturin hjá MPIRI, ið aftur í ár ætlar sær at fram­føra bæði í Føroyum og Danmark. Whiskeybarr í skúlastovuni Skúlastovan á fyrstu hædd var karmur um whiskeybarr, har upprunaligi kórleiðarin og stigtakarin til MPIRI Bogi Mouritsen var barrvørur. Ikki færri enn átta sløg av góðum whiskey kundu kræsnir gómar velja ímillum. Barrin var á tremur við fólki í góðum lag. Ein, ið eg plagdi at ganga í barnagarð við sat har, hann var væl fyri av nakað nógvum dupultum 10 ára gomlum La Phroaig og rópti á meg, “Hey! Tú hann sjálvur......Jens Suni, ert tú ikki hann sjálvur í..øøø.. MC..øøø..okkurt?” – Jú eing­in ivi var um, at lagið í Føstulávintsdansinum var framúrskarandið. Leindansing og Blugræss Niðrið undir spældu The Reverends Kenny Rogers lagið “Ruby, don’t take your love to town”, durðavørurin í kovboyhattinum og nakrir av barrvørurum lupu út á gólvið, og áðrenn vit vistu av, var dansigólvið ein stór leindansing framførsla. Hetta var ordilig kontri og vestern. Í barrini niðrið undir var føroysk ølið stóra søluvøran, men fryntliga barrkonan við í revolvarabelti seldi eisini skot av alskyns slagi. Dansigólvið fyltist stútt, og lagið gjørdist alt betur. Við løgum hjá Johnny Cash, Garth Brooks, Kenny Rogers, Shania Twain og øllum hinum stóru kontri­ nøvnunum hildu The Rever­ ends ung sum gomul á dansi­ gólvinum, alt varð kryddað við fitt av gomlum Blugræss. Okkurt heimagjørt lag var eisini á skránni og hesi vístu, at Føroyingar veruliga hava fingið enn ein frálíkan kontribólk. Vestmenn eru før­ oyskir kontri-bea­tlar Hóast talan var um løg hjá nøkrum av heimsins størstu kontribólkum, var eingin ivi um, at best dámda lagið á kvøldinum var “Eg siti so eina” hjá føroysku kontri- beatlunum Vestmonnum, tá sang hvør munnur við og tað var ikki at standa fyri, soleiðis sum fólk rann fyri at sleppa á dansigólvið. Sangarin í The Reverends Niclas Thorsteinsson við­ merkti, hvussu stórfingið tað var, at meðan teir spældu her, so spældu Vestmenn í Kagganum. Eingin ivi er um, at virðingin fyri Vest­ monnum er stór millum hesar ungu kontrihetjurnar. Føstulávintsdansur í hjartanum á føroyska útisetalívinum The Reverends eru føroyskt kontri í heimsflokki (Mynd: Símun Jóannesarson Hansen) Eivør fær rós Eivør Pálsdóttir fær rós í donskum miðlum, eftir konsert í Gimle Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir spældi í Gimle 23. februar og www.lydhoer.dk hevur um­mælara, ið dámdi væl. ”Hun spiller stadig de akustiske koncerter, hvor hun helt alene på scenen spiller guitar og lidt tromme af en art. På trods af den sparsomme instrumentering bliver det aldrig kedeligt, da Eivørs stemme er smukkere og kraftigere end hørt før. Intet mindre end måske den smukkeste kvindevokal. I den to sæts lange kon­ cert på ca. to timer, førte Eivør os sikkert igennem folkemusik fra både Færø­ erne, Sverige og Danmark, og selvfølgelig hendes eget materiale. Alle sange udført på de forskellige sprog”, sigur ummælarin millum annað. Og ummælarin er berg­ tikin av vøkru røddini: ”Eivør åbnede kon­certen med den smukke ”hjarta mítt” fra Krákan pladen, som på det varmeste kan anbefales. 1.sæt var mere afdæmpet, skulle frem til sidste nummer i sættet før koncerten for alvor fik vinger. Med en skindtromme af en art blev vi præsenterede for nummeret ”trylle­bog­ en”(ikke sikker på titlen, da den både er oversat mm.), hvis dynamik, folkelige særpræg gør det til et super nummer. Perfekt afslutning på et udmærket 1.sæt. 2.sæt var fantastisk fra start til slut. Der var mere nerve og energi. Især på fremhæves et nummer som hun har skrevet i fællesskab med Nils Skousen, og det fan­tastiske nummer ”nú brennur tú í mær”, igen fra Krákan pladen. Som ekstra nummer spillede hun en meget per­ sonlig udgave af ”Om lidt bliver her stille”. Meget modigt og super smukt”, skrivar ummælarin hjá lydhoer.dk. Í nátt varð skotið tvørtur um Nørre­bro­ gade. Mett verður, at tað er eitt undur, at ongin varð raktur av skotunum Skot Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Skotið varð í nátt eftir nátt­klubbanum Latin Quarter á Nørrebrogade í Keypmannahavn. Ein bólkur av ungfólki, ið hevði skeldast við starvs­ fólk í klubbanum, fóru av staðnum og vendu sær seinni á og skutu eini 10 skot eftir húsunum, har klubbin heldur til. Løgreglan metir, at tað er sera heppið, at ongin varð raktur og lat lív. Hendingin verður í løgregluarbeiðinum mett sum morðroynd. Ein hýruvognur, sum kom framvið, varð raktur og bilførarin var millimetrar frá at verða raktur, skrivar dr.dk“ www.dr.dk. Løgreglan hevur funnið fleiri patrónhylki á staðnum. Løgreglan hevur ongi spor at ganga eftir viðvíkjandi at finna útav, hvør loysti skotini av. Skot á Nørrebrúgv