Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006  Vestmanna: Í hesum døg­um lýsir Vestmanna komm­una eftir einum um­sjónarfólki, sum fær sum uppgávu at umsita ávís økir og ávísar ognir hjá kommununi. Eitt annað týðandi arbeiði hjá hesum fólkinum verður at taka sær av umsitingini av teimum grønu økjunum í kommununi. Annars skal viðkomandi hava um hendi viðlíkahald av kommunalum vatn- og kloakkskipanum og við­ líka­haldið av vegum og gøt­um. Á bygdaráðsfundi í farnu varð samtykt at søkja eftir einum slíkum fólki. Starvið hevur tilvísing til teknisku deildina hjá kommununi. Umsóknarfreistin er úti í hesi vikuni. sb. Skal taka sær av grønu økjunum Nógv grøn økir eru í Vestmanna, og nú skal so eitt fólk setast at taka sær av tí Kalsoy: Gongur so sum Landsverk ætlar, so verður vegagerðin suður móti Syðra­dali fullkomuliga liðug um stutta tíð. Arbeiðið umfatar nýgerð av vegnum frá Knúksdali til Syðradals. Eitt arbeiði, sum íalt snýr seg um 800 metrar. Støðan í dag er hon, at vegurin er liðugt gjørd­ ur og er haraftrat as­falt­ eraður. Enn vantar nak­að í liðugtgerðina av vega­ stokkinum. Arbeiðið skal verða lið­ ugt í vár, og er mett at kosta 1,5 mió kr. sb. Vegagerðin liðug í ár Eysturoy: Eftir at hava húsast í missiónshúsunum í Gøtu og á Strondum eitt mannaminni, eru nú ætlanir frammi um at útvega hesum báðum bygdunum nýgg j missiónshús. Trúboðin, ið er mál­ gagn hjá Kirkjuligu Heima­missiónini skrivar í seinastu útgávuni, at hóast gøtufólk ongar ítøkiligar ætlanir hava, so varð kortini savnað inn til eitt slíkt á missiónsvikuni herfyri. Upplýst verður, at gamla missiónshúsið er frá 1924 og ikki í góðum standi. Á Strondum eru tey eisini farin at hugsa um eitt nýtt og meiri tíðarhóskandi hús, ið kann rúma teimum størru tiltøkunum sum verða fyriskipað í húsinum. Eisini har eru tey byrjað at savna inn til nýgg ja húsið. sb. Umhugsa bygging av tveimum missiónshúsum – Tað er ordiliga skeg at telva ímóti einum, sum dugir so væl, sigur Sámal Rasmussen í 4. B í Kommunuskúlanum. Fríggjadagin sluppu lærarar og næmingar at telva móti føroyska stórtelvaranum, Helga Dam Ziska Talvkapping Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Tað sita 35 spent fólk í auluni í Kommunuskúlanum og bíða. Bíða eftir meist­ar­ anum í talvi – Helga Dam Ziska, at hann skal koma til teirra borð. Klokkan er farin at nærkast middegi frígg jadagin í farnu viku, og boðað er til talvkapping millum Helga Dam Ziska og 35 aðrar telvarar í ymiskum aldrum. Á talvmáli kallast ein slík kapping simultan-kapping, tí tað er ein einstakur telv­ ari sum telvar móti einum stórum tali av øðrum telv­ar­ um samstundis. Tað er púra kvirt inni í høllini. Tað er t‡ðiligt at fólkið situr og hugsar um næsta leik og næstu leikirnar. Eins stillisliga gongur Helgi runt millum øll hesi 35 talvborðini. Hann steðgar á nøkur fá sekund, meðan mót­støðu­ maðurin vísir honum tann seinasta leikin. Tvey sekund seinni hevur hann flutt sín leik – sín góða leik. Sámal er týðiliga hugtikin av dygdini hjá Helga. – Tað er øgiligt sum hann dugir væl at telva. Hann er ein ordiliga góður telvari, sigur Sámal. Frúgvin í vanda Júst tá stendur ikki so væl til hjá Sámali, skal sigast. Treyðugt so hevur Sámal dripið tvey av hvítu fólkunum hjá Helga, men hinvegin so hevur Helgi dripið fimm hjá honum. Og beint nú hevur Helgi sett eitt skák móti svarta konginum við hvítu frúnni. Aftanfyri kongin, í somu linju stendur frúgvin. Kongurin stendur í roynd og veru so - illa! - fyri, at Sámal hevur bert eitt í at velja: Hann er noyddur at flyta hann aftur. Aftur á Cecil 1! Við at gera tað, stendur frúgvin hjá Sámali púra ber, og tí kann Helgi við næsta leik taka svørtu frúnna, uttan at Helgi kann gera nakað fyri at forða tí, ella taka aftur. – Nei, nú stóð ikki so væl til. Nú havi eg lítlan møgu­ leika at vinna, sigur Sámal. Hann vil illa órógvast meiri, tí nú sær hann at Helgi er farin at nærkast hansara borði. Ádú, har reyk svarta frúgvin. Hvat er nú at gera?! Spennandi spæl Sámal Rasmussen hevur telv­ að í eina tíð, mest heima við hús. Tað sum hann heldur vera einamest stuttligt við telv­ingini er, at tað eru so nógvir møguleikar í hesum spælinum. – Ein kann flyta brikkarnar so nógv og so nógvastaðni. Ja, tað er als ikki neyðugt at gera tað sama allatíðina. – Tað haldi eg er so skeg við telvingini, sigur Sámal. Eitt annað við telvingini er, at hann hevur møguleika at legg ja sínar egnu ætlanir fyri leikirnar longur frammi í talvinum. Og tá ein telvar ímóti ein­ um so góðum telvara sum Helga, so er avgjørt neyðugt at hava bæði ein og fleiri planir. – Eg havi lagt ein plan um, hvussu eg nú skal koma víðari í talvinum. – Men eg veit ikki. Helgi, hann oyðilegg ur teir alla tíð­ ina, sigur Sámal við einum brosi. 35 sigrar Tað er ikki hvør sum helst telvari, sum Sámal og hini 34 eru farin í hernað ímóti. Helgi Dam Ziska vann sær herfyri ein sonevndan IM- norm. Tá ein hevur vunnið sær eitt slíkt pláss og slíkan heiður, so er talan um ein telvara sum fólk eiga at hava virðing fyri. Ikki nokk við hetta. Viku­ skiftið frammanundan vann hesin ungi og evnaríki telv­ arin norðurlendska meist­ara­ heitið fyri tey 15 til 16 ára gomlu í Finnlandi. Og nakrar fáar dagar seinni eru tað so næmingar og lær­ arar við Kommunuskúlan í Havn sum sleppa av bjóða honum av. Spurningur teirra er sjálv­ andi: Man Helgi vera so góður, at vit kortini ikki hava ein lítlan kjans at vinna móti honum. Men gakk. Hóast tey øll gjørdu sítt besta og royndu at vinna á honum, so eydnaðist tað ikki einum teirra at gera tað. Helgi vann øll 35 talvini. Hetta tók kortini ikki mótið frá unga Sámali: – Eg ætli mær at telva meiri seinni, segði hann. Løtu seinni stóð hann skák og mát! Góð fyri­ reiking gav gott úrslit      Føroyar fingu næst­sein­ asta vikuskifti ein norður­ landameistara í talvi og ein bronsuvinnara. Í NM fyri ungar telvarar eydnaðist Helga Dam Ziska, sum fyrsta føroyingi nakrantíð, at vinna gull og gerast norðurlandameistari. Olaf Berg vann bronsu. – Eg hevði fyrireikað meg væl teoretiskt og hugt at, hvussu mótstøðumenninir telvaðu. – Nú var eg styrkimettur sum nummar tvey, so tí vón­aði eg, at tað fór at røkka til eitt fyrstapláss, greiddi fegni NM-vinnarin, Helgi Dam Ziska frá í Útvarpinum úr Finnlandi, har kappingin var. Hinir føroysku telvararnir í NM-kappingini vóru: Høgni Egilstoft Nielsen, Johan Hentze, Heiðrikkur Tindskarð Jacobsen, Jó­hann Vørmadal, Hjalti Toftum Jógvansson, Rógvi Egilstoft Nielsen, Rógvi Dragaberg og Sjúrður Thor­steinsson. – Ongan kjans at vinna á Helga Ein lærlingur og ein meistari hittast við talvborðið - vm. Sámal Rasmussen úr 4. B í Kommunuskúlanum og stórtelvarin Helgi Dam Ziska. – Hann er ein ótrúligur telvari, segði Sámal um Helga Mynd: Snorri Brend Hóast Helgi Dam Ziska hevði 35 ymisk mótstøðufólk, so vann hann kortini øll talvini Mynd: Snorri Brend