mánadagur 27. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 41 - 27. februar 2006
Marknaðarrák
Týsdagin og mikumorgunin í
farnu viku lækkaði íslendski
partabrævamarknaðurin til
samans 9%. Orsøkin var, at
kredittmetingarfelagið Fitch
niðurmetti kredittvirðið hjá
íslendska tjóðbankanum.
Moody’s og S&P, sum
eru tey bæði størru kreditt
metingarfeløgini, meta tó
enn íslendska búskapin sum
støðugan. Lækkingina av
partabrævakursunum týsdagin
tók marknaðurin sum ein
góðan møguleika at keypa
inn. Longu frá mikumorgni
hækkaðu kursirnir aftur, og
eru nú á umleið sama stigi sum
áðrenn metingin frá Fitch kom.
Hósmorgunin kom Fitch eisini
við teirra meting av íslendsku
bankunum. Hesir varðveita
allir sína høgu kredittmeting.
Renturnar friðarligar
Februar mánaði hevur ver
ið sera friðarligur á láns
brævamarknaðinum. Sum
sæst á myndini, helt 10-ára
danska rentan sær millum
3,45% og 3,55% allan
mánaðin. Hetta er gott fyri
realkredittlánsbrøv. Haraftrat
komu fáar innloysingar í úrtíð
til aprílterminina, og hetta
stuðlaði eisini undir teimum.
Vestas verður
kanska uppkeypt
Kursvirðið á danska vind
mylluframleiðaranum Vestas
hækkaði nógv í í farnu viku,
tá óváttað tíðindi bórust um, at
oljufelagið Shell er áhugað at
keypa fyritøkuna til kurs 200.
Kursurin er í løtuni um 135.
Shell kundi hvørki vátta ella
avsanna tíðindini. Hesa vikuna
kunnger tryggingarfelagið
TrygVesta roknskap. Felagið
varð skrásett á keypsskálanum
í Keypmannahavn í oktobur
2005, og hevur verið dúgliga
handlað. Kursurin er hækkaður
54% síðan skrásetingina. Olju
prísurin er hækkaður aftur. Ein
orsøk er yvirgangsatsóknin á
Saudi Arabisk oljuverk. Høgi
oljuprísurin kann leggja trýst á
partabrøv hesa vikuna.
Hesa vikuna
Hesa vikuna koma ein rúgva
av áhugaverdum kunngerðum,
bæði í Evropa og í USA. ECB
hevur rentufund hósdagin, og
har er væntað at stutta rentan
verður hækkað við 0,25%.
Haraftrat koma týdningarmikil
álitistøl og prísvakstrartøl.
Haraftrat verður oljuprísurin
í andgletti.
Íslendski marknaðurin rættaði seg aftur
Vika 8 2006
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
627,03
0,3%
Lánsbrøv í DKK
102,48
-0,1%
JPY
5,37
1,3%
GBP
1.096,56
0,2%
Norrøn Partabrøv
113,87
0,9%
NOK
92,68
0,1%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,20%
3,40%
3,60%
27/11
28/12
28/01
1010
1050
1090
1130
27/11
28/12
28/01
Hesa vikuna hevur
Skandanaviska
Barnamissiónin
møtirøð í Føroyum.
Sum liður í hesum
verður peningur
eisini savnaður til
hjálpararbeiðið hjá
felagsskapinum. Eitt
hjálpararbeiði, sum
í fleiri ár hevur gjørt
ein veruligan mun í
fyrrverandi russiska
lýðveldinum
Missiónsarbeiði
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Møtirøðin byrjaði á Lindini
leygarkvøldið, og sunnudag
in vóru móti hildin á Argjum
og í Havn.
Fram til mánadagin kom
andi verða møti hildin kring
alt landið, og eru tað væl kend
umboð hjá barnamissiónini,
sum standa fyri hesum. Bo
Wallenberg, sum er leiðari
av Skandinavisku Barna
missiónini, verður saman
við Lyudmilu Lonyuk úr
Ukraina á ymsu støðunum.
Og til ber sjálvandi at tosa
við tey um, hvat tað er fyri
arbeiði, sum sjálvbodni
felagsskapurin stendur fyri.
Søgulig eyðræning
Lyudmila er leiðari av
Skandinavisku Barnamissi
ónini í Ukraina, har Barna
missiónin hevur framt eitt
stórt arbeiði gjøgnum fleiri
ár.
Ukraina er søguliga ein
av fátækastu pørtunum
av gamla Russlandi. Ikki
minst var landið fyri
sannari eyðræning – bæði
av menniskjum og av
tilfeingi – tá Josef Stalin
drap milliónatals kulakkar
í síni embætistíð. Kulakkar,
sum einaveldisharrin segði
mótarbeiddu kollektiviser
ingini. Samlaða talið ber
illa til at uppgera neyvt,
men søgufrøðingar siga, at
talan í minsta lagi var um
7-8 milliónir fólk, sum tá
máttu lata lív.
Og hóast hetta hendi fyri
hálvari øld síðani, so er
landið framvegis ikki komið
seg.
Eisini í nýggjari tíð er
landið rakt av vanlukkum.
Í apríl mánaði í ár eru 20 ár
liðin, síðani reaktor nummar
4 á Tjernobyl-verkinum
sprongdist, men árinini
av hesum merkjast eisini í
dag.
Gjøgnum arbeiði sítt hev
ur Barnamissiónin tó virkað
fyri at betra um korini hjá
teimum, sum vórðu rakt av
hesum. Fleiri ferðir hevur
bólkur av ukrainskum børn
um verið á Føroya-vitjan.
Fyrst og fremst, so at tey
kunnu njóta gott av reinu
náttúruni, sum ikki er fongd
av radioaktivu geislingunum,
men eisini so at tey kunnu
njóta tann friðin og tann
tryggleikan, sum valdar í
føroyska samfelagnum, tá
sammett verður við tað, sum
hesi børn eru von við.
Hjálp til eitt nýtt lív
Alt arbeiðið, sum Skandi
naviska Barnamissiónin ger,
er sjálvboðið. Verður hugt
at samlaðu tølunum, so er
eyðsæð, at hóast vit her í
Føroyum eru fáment, so
kunnu vit eisini gera góðan
mun.
Samanlagt hevur føroyska
deildin av Barnamissiónini
sent góðar 331 tkr. til
Ukraina hesi seinastu níggju
árini. Bæði sum neyðhjálp
og sum liður í hjálp, sum
skal røkka longur enn bara
til dagin í morgin.
Ein av verkætlanunum,
sum er stuðlað, er arbeiðið
at hjálpa kvinnum, sum sita
í kvinnufongsli í Milipol.
Talan er her um blaðungar
kvinnur, sum av ymsum
ávum eru sendar í fongsul.
At hjálpa hesum hevur
Barnamissiónin samstarv
við eina fríkirkju á staðnum,
og á hendan hátt ber til at
hjálpa ungu kvinnunum
aftur á beint. Fyri nøkrum
árum síðani vórðu bíbliur
lætnar øllum kvinnunum í
fongslinum, soleiðis at hesar
hava skipað seg í ein bíbliu
bólk.
Næsta stigið er at hjálpa
hesum í tilveruni, sum kem
ur, eftir at tær eru leyslætnar.
Ætlanin er her at lata upp
eitt heim til endamálið,
so kvinnurnar ikki koma
beina leið út aftur í hungur,
heimloysi og lógloysi.
Eitt arbeiði sum munar
Tað er á fleiri økjum, at føroyska deildin av Barnamissiónini
hevur givið sítt ískoyti. Hendan myndin er frá einum
sjúkrahúsi fyri krabbameinsrakt børn
Dagur
Klokkan
stað
Mánadagin 26/2
18.00
Evangeliihúsið í Tórshavn
Jannet Olsen syngur
Týsdagin 28/2
20.00
Keldan í Skálafirði
Kristel og Jens Lisberg syngja
Mikudagin 1/3
20.00
Solo Deo Gloria, Klaksvik
Hósdagin 2/3
20.00
Oasan í Hoyvík
Jannet Olsen syngur
Fríggjadagin 3/3
21.00
Konsert á Læraraskúlanum í Havn
Angela skipar fyri
Leygardagin 4/3
20.00
Miðvágs Missiónshús
Lovinda Halgaklett og ungdómskórið syngja
Sunnudagin 5/3
10.30
Lívdin í Hoyví8k
Jannet Olsen syngur
Sunnudagin 5/3
19.00
Ebenezer í Havn
Sangbólkurin luttekur
Mánadagin 6/3
20.00
Frelsunarherurin í Vági
Skráin komandi dagarnar