Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006 9 Sambært vinmonn­ unum viðgekk Christer Pettersson, at hann myrdi Olof Palme, men at tað var eitt mistak, tí hann skuldi skjóta ein annan mann Palme-málið Árni Joensen fartekst@mail.dk Christer Pettersson bleiv ákærdur fyri at hava skotið Olof Palme í miðbýnum í Stockholm um kvøldið tann 28. februar í 1986. Men hann varð fríkendur, tí løgreglan kundi ikki finna eina grundgeving fyri, hví hann skuldi hava skotið for­ sætisráðharran. Men tað var kanska held­ ur ikki so løgið, tí sam­bært einum nýggjum doku­men­ tarfilmi var tað eitt mistak, at Olof Palme bleiv skotin. Í gjár segði ein vinmaður Christer Pettersson við Aftonbladet, at tað var Christer, sum myrdi forsætisráðharran, men at tað var ikki ætlanin. Tvær vikur áðrenn hann doyði í 2004, skal Christer hava sagt: – Eg skeyt Palme á Svea­ vegnum, men tað var ikki hann, eg skuldi skjóta. Vinmaðurin, sum gongur undir dulnevninum ”Rogge”, sigur við Aftonbladet, at Christer ætlaði fleiri ferðir at tosa við son Olof Palme, Mårten, so hann kundi greiða honum frá tí, sum hent var, og at hann var harmur um mistakið. Men sum skilst hitt­ust teir ongantíð. Ein annar vinmaður Christ­ er Pettersson, Roger Östlund, segði í síðstu viku, at hann sá Christer Pettersson skjóta Palme, men at tað var eitt mistak. – Hann skuldi skjóta rús­­evna­­sølu­mannin Sigge Ced­er­­gren, sig­ur Roger Öst­ lund. Roger Östlund sigur tað sama í nýggja doku­men­tar­ filminum ”Tað skeiva morð­ ið”, sum svenski tíð­inda­ mað­urin Mikael Hylin og danski films­maðurin Lasse Spang Olsen hava gjørt. Í filminum kemur eisini fram, at svenska rúsevnaløgreglan var uppi í málinum, tí ein løgreglumaður hevði fjalt spor, sum kundu seta Palme- morðið í sam­band við eina uppgerð í rús­evna­um­ hvørvinum í Stockholm. Tveir rithøvundar vilja vera við, at Dan Brown stjól teirra hugskot, tá hann skrivaði ta kendu bókina Bókmentir Árni Joensen fartekst@mail.dk Dan Brown er vorðin kendur um allan heimin fyri bókina um Da Vinci-loyndarmálið, men rithøvundarnir Richard Leigh og Michael Baigent vilja vera við, at hann hevur stolið hugskotið frá teimum, og at innihaldið í bókini bygg­ir á upplýsingar, sum teir báðir hava brúkt sjey ár um at kanna. Teir hava tí stevnt for­lag­ num hjá Dan Brown eftir meiri enn 100 milliónum krón­um í endurgjaldi. For­ lagið noktar at gjalda end­ ur­gjald, og Dan Brown vil einki siga, og tí skal málið nú í hægstarætt. Har sleppur Dan Brown helst at svara fyri seg, tí roknað verður við, at hann verður avhoyrdur í rættinum. Fyrr hevur Dan Brown sagt, at hann fekk hugskotið til bókina, tá hann var og vitjaði í Sevilla í Spania, har hann hoyrdi ein professara greiða frá málninginum ”Tann seinasta máltíðin” hjá Leonardo da Vinci. UTTAN ÚR HEIMI Myndugleikarnir í Hvíta­ russlandi vilja vera við, at USA roynir at eggja til mótmælistiltøk í sambandi við forsetavalið har tann 19. mars. Stjórnin í Minsk vísir á, at tá amerikanski vara­­utt­­an­ rík­is­ráð­harr­in Da­vid Kram­ er var í Hvíta­russ­­landi í síðstu viku, segði hann bart út, at hvíta­russ­ar hava rætt til at mót­mæla viður­ skift­unum í heimlandinum. Hann skal eisini havt sagt, at USA hevur ongan áhuga í at hava góð viðurskifti við sitandi stýrið í Hvíta­ russ­landi. Hetta er fallið stjórn­ini í Minsk fyri bróst­ ið. Talsmaðurin hjá uttan­ ríkisráðnum, Andrej Popov, segði sunnudagin, at tað er bæði óvanligt og óheppið, at útlendskt stjórnarumboð eggjar til mótmæli í einum fremmandum landi. David Kramer var í Minsk fríggjadagin, og sam­bært tíðindastovunum segði hann, at hann var ikki kom­in hagar fyri at biðja fólkið fara út á gøtuna at mót­mæla, men at tey høvdu fullan rætt til at gera tað. Tað er lítil ivi um, at Alek­sander Lukasjenko, for­seti, verður afturvaldur tann 19. mars, og hann hev­­ur longu lovað, at allur ófrið­ur í sambandi við val­ ið verður bardur niður, skriv­ar NTB. USA eggjar til mótmæli Fáa veljararnir hjá franska sosialistaflokkinum sín vilja, fer flokkurin at stilla ta 52 ára gomlu Ségo­­léne Royal upp á for­seta­­val­in­ um, sum verð­ur tann 22. apríl næsta ár. Mein­inga­ kann­ing­ar vísa, at teir flestu sosial­ist­isku velj­ar­ ar­nir vilja hava hana til val­evni, meðan bara 20 pro­sent styðja fyrrverandi for­sætisráðharran Lionel Jospin, sum eisini ætlar at royna seg. Ségoléne Royal er er ikki nakar ársungi í fronskum politikki. Sum útbúgvin bú­skaparfrøðingur arbeiddi hon sum ráðgevi hjá Fran­ cois Mitterand, forseta frá 1982 til 1988, tá hon bleiv vald í tjóðartingið. Í fýra stutt tíðarskeið í ár­ un­um frá 1992 til 2001 var hon ráðharri í skúla-, um­hvørvis- og trivn­aðar­ málum. Ségoléne Royal er sam­ búgvi hjá aðal­skriv­aran­ um í socialistaflokkinum, Francois Hollande. Franskir fjølmiðlar hava skrivað, at hann ætlaði sær at stilla upp á valinum næsta ár, og at tað kom sera óvart á hann, tá Ségoléne kunngjørdi, at tað ætlaði hon eisini. Síð­ ani hevur hann boðað frá, at hann sjálvandi ætlar sær at styðja sambúgvan upp undir valið. Hon ætlar sær at verða forseti í Fraklandi Ein norsk kanning vísir, at fólk, sum roykja, líða meiri av tunglyndi enn tey, sum ikki festa sær í. Meiri enn 1.000 til­vild­ arliga vald fólk í Oslo og Lofoten hava tikið lut í kann­ingini, og úrslitið vísir, at tey, sum roykja illa, eru í fýra ferðir størri vanda fyri at líða av tunglyndi enn tey, sum ikki roykja. Fólk, sum roykja illa, roykja meiri enn 20 sigarettir um dagin. Roykja fólk einar 10 sigarettir um dagin, er vandin fyri tunglyndi tvær ferðir størri enn hjá teimum, sum ikki roykja. Úrslitið av norsku kann­ ingini stóð í tí viðurkenda amerikanska tíðarritinum American Journal of Epi­ demiology í januar, sigur NRK. Roykjarar líða av tunglyndi Í Kolombia er ein maður dømdur í húsavarðhald í fýra ár, tí hann klappaði einari kvinnu í afturpartin í tí, hann fór fram við henni á gøtuni. Dómurin hevur elvt til nógv orðaskifti í teimum kolombisku fjølmiðlunum, og nógvir løgfrøðingar hava sagt sína hugsan um dómin. Summir teirra halda, at revsingin er alt ov hørð, men aðrir halda, at revsingin er neyðug fyri at ræða aðrar menn frá at gera tað sama. Tær flestu kvinnurnar halda, at maðurin fekk ta revsing, sum hann hevur uppiborið, og tær siga seg vóna, at kvinnur nú fáa frið at ganga í gøtunum í Kolombia, skrivar AP. Dýrur endabrestur Palme-morðið var eitt mistak Da Vinci-høvundurin skal í hægstarætt Christer Pettersson. Sambært vinmonnunum var tað eitt mistak, at hann myrdi Olof Palme Olof Palme varð skotin í miðbýnum í Stockholm tann 28. februar í 1986