mánadagur 27. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 41 - 27. februar 2006
Útvarp Føroya endurgav herfyri úr einari grein
í Dimmalætting, har Poul Michelsen finst at ætl
anunum um einans at selja triðingin í Atlantsflog
í fyrsta umfari. Hetta metti man verða tíðindi, sum
eru verd at endurgeva. Tað er sjálvandi áhugavert,
at ein samgongutingmaður er ósamdur við einari
samgonguætlan, men er tað nú tað mest áhugaverda
í hesum máli? Hvussu við habilitetinum?
Í desembur mánaði í fjør var Framtaksfelagið Notio
endurgivið í Útvarpi Føroya fyri at hava áhuga í
Atlantsflog. Hetta man helst verða einasta felag,
sum alment hevur boðað frá áhuga í Atlantsflog,
og tí er tað rættiliga relevant at hyggja eftir, hvør
stendur aftanfyri hetta felag. Her hitta vit aftur
Poul Michelsen. P/F Poul Michelsen var ein av
stovnarunum av Framtaksfelagnum Notio. Notio
eigur eisini 30% av partapeninginum í P/F Poul
Michelsen.
Hetta merkir, at tinglimurin Poul Michelsen ikki
bara er tinglimur, men eisini er ein av stovnarnum
av felagnum, sum alment hevur boðað frá áhuga
í at keypa Atlantsflog. Sama Notio felag, sum er
stóraktionerur í P/F Poul Michelsen í dag. Hetta
setir hansara viðmerkingar í eitt heilt annað ljós,
og kann tað undra, at eingin hevur mett hesar upp
lýsingar verða áhugaverdar fyri borgaran, tá man
nú avger at endurgeva Poul Michelsen. Tað kundi
verið áhugavert at fingið eina afturmelding frá
miðlunum, sum endurgeva Poul Michelsen, um hví
tað ikki var mett at hava áhuga millum fólk, at sami
Poul Michelsen er tætt knýttur at Notio.
Man kundi spurt, hví ikki varð ringt til ein dansk
an serfrøðing og spurt, um tað hevði komið fyri,
at ein danskur fólkatingslimur, ið var ein av
stovnarnum av einari fyritøku, sum alment hevur
boðað frá áhuga í einari statsogn, hevði úttalað seg
um søluna av somu statsogn. At talan er um ein
habilitetstrupulleika er helst lítil ivi um, óansæð um
einum tørvar at ringja til onkran hissini serfrøðing
ella ikki.
Poul Michelsen kann salvandi sum tinglimur úttala
seg um hvat sum helst, men tað eigur at verða
sjálvsagt, at slík úttalilsi verða sett í samanhang
og vigað hareftir. Tá nú eitt felag, sum P/F Poul
Michelsen er ein av stovnarunum av, og sum har
afturat hevur keypt 30% í P/F Poul Michelsen,
alment hevur víst áhuga í at keypa Atlantsflog, so
setur tað úttalilsini hjá Poul Michelsen um søluna
av Atlantsflogi í perspektiv.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ringið til ein danskan
serfrøðing!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tíðliga í fjør summar sam
tykti býráðið at fara undir
at endurskoða býarætlanina
fyri gomlu Tórshavnar
kommunu. Hetta arbeiðið er
nú lokið, og býráðið hevur
samtykt endurskoðaðu heild
arætlanina fyri tíðarskeiðið
2005-2022.
Roknað verður við eitt
sindur minni fólkavøkstri
enn í teirri ætlæanini, sum
farið varð undir í 2001. Tá
varð roknað við einum miðal
fólkavøkstri í Tórshavnar
kommunu uppá 1,75 prosent
árliga fram til 2022.
Hetta tal er nú stillað niður
til 1,25 prosent í árligum
fólkavøkstri. Broytingin
byggir á gongdina í fólkatal
inum seinastu árini. Stilling
in merkir m.a., at krøvini til
kommununa um byggilendi
og stovnar av ymsum slag
verða heldur minni, enn mett
varð fyri fáum árum síðani.
Høvuðssetningurin
í
arbeiðnum at endurskoða
heildarætlanina var, at fáa
landafrøðiliga javnvág í
býarmenningina og raðfesta
Vesturbýin og økið hjá gomlu
Argja kommunu fremri í
tíðarætlanini, enn gjørt varð
í fyrru heildarætlanini.
Hetta er gjørt á tann hátt,
at býarmenningin í Hoy
víkshaganum verður tamb
að í tíð samstundis, sum
útbygging av Vesturbýnum
og Argjum verður tikin long
ur fram.
Ætlaðar byggingar og
útstykkingar vestanfyri
verða skundaðar fram í
tíðarætlanini 2005 til 2022.
Umvent merkir hetta, at tað
verður ikki lagt so stórt trýst
á Hoyvíkshagan so tíðliga í
skeiðnum, sum ætlanin ann
ars var.
Frá Hamrinum
til Stórutjørn
Tað vestasta, hendan ætlanin
fevnir um, er víðkan av bygg
ingini á Hamrinum á Argj
um, og tað norðasta økið,
sum ætlanin er at byggja,
er við Stórutjørn í Hoyvíks
haganum.
Harímillum eru ymisk øki,
sum verða løgd út serliga til
bústaðarbygging og stovns
byggingar, sum hoyra einum
framkomnum býi til.
Sum dømi um aðra nýggja
útstykking kann nevnast, at
ætlanin er at binda saman
millum Miðhorn og Norð
asta Horn, og ætlanin er
eisini sum frálíður at fara
undir bústaðarbygging Undir
Vesturvarða í Flatnahaga.
Samstundis, sum ætlanir
verða lagdar um bústaðarøki,
verða eisini lagdar ætlanir
um øki, har vinnulívið kann
húsast. Hesi bæði mugu
ganga hond í hond, tí annars
er ongin samanhangur í fram
tíðarætlanunum.
Í stóran mun er ætlanin at
leggja tey tungu arbeiðspláss
ini í nánd av Sandvíkahjalla
og Skarðshjalla, meðan
onnur lættari arbeiðspláss
kunnu hava til húsa í saman
tvinnaðum býlingum, har
bæði bústaðir og arbeiðspláss
kunnu vera – eitt nú við ta
nýggju Karlamagnusarbreyt
í Hoyvíkshaga og á Boða
neshamri.
Til tess, at ikki øll størri
og miðalstór vinnuvirki
enda í einum og sama horni
av býnum, verður eisini lagt
upp til møguleikar hjá vinnu
virkjum vesturi í býnum.
Stór ónýtt øki
Býráðið ásannar, at plán
urin fyri menning av Vestur
býnum og grannalag hevur
ikki verið nóg góður. Býráð
ið ásannar eisini, at tað al
menna hevur fingið fleiri
stór øki á hesi leið til taks
til almennar stovnar, sum
ongan veg ganga.
Hetta arbeiður ímóti okk
ara býarplánlegging og
darvar okkara menning av
býarpartinum. Tað ber ikki
til, at stórar víddir í Vestur
býnum liggja ónýttar mitt
inni millum húsini, tí tá fæst
býarparturin ikki til at rigga
sum tann heild, hann er ætl
aður at vera.
Býráðið eigur tí at um
hugsa at seta tí almenna, eins
og øllum øðrum, treytir fyri,
nær og hvussu skjótt bygt
eigur at verða. Verður ikki
bygt innan eitt ávíst áramál,
mugu vit lata lendið fara til
annað, kanska líknandi enda
mál, og útvega tí almenna
lendi aðrastaðni.
Hesumegin Kirkjubøreyn
Nú býráðið hevur samtykt
endurskoðaðu býarætlanina
fyri gomlu Tórshavnar
kommunu, verður farið undir
eina skipanarætlan fyri tann
partin av gomlu Kirkjubøar
kommunu, sum liggur argja
megin ella havnarmegin
Kirkjubøreyn.
Hendan ætlan fer óivað
eisini at fáa árin á heildar
ætlanina fyri býin.
Har eru stórir spurningar
uppi, sum ikki sampakka
væl. Skula vit hava flogvøll
á Glyvursnesi ella skula vit
ikki hava flogvøll á Glyvurs
nesi?
Stýringarbólkurin, sum
er mannaður við fólki úr
samgongu, minniluta og
embætisverki, fer undir
hetta arbeiðið við víðari sjón
og miðar eftir at gera tvær
alternativar ætlanir – eina
við flogvølli og eina uttan
flogvøll.
Býarætlan snarar Havnini vesturá
Varaborgarstjóri
í Havn
Jógvan
Arge
Rættleiðing til Dánjal
Bjarkhamar og teir,
sum skriva Hamrabø
(Havrabø) í staðin fyri
Prestajørðin.
Á borgarafundi í VB húsinum
sunnudagin 29. januar
2006, eftir at borgarstjórin
hevði lagt málið fram, um
at byggja eitt ellisheim
her í Vági á Prestajørðini,
segði Dánjal Bjarkhamar
ógvuliga avgjørdur, at nú
hevði borgarstjórin funnið
uppá at kalla økið, har ellis
heim skuldi byggjast, fyri
Prestajørðin.
Hann hevði altíð rópt tað
fyri Hamrabø, og fór altíð at
rópa tað Hamrabø. Vágbingar
hava nú aldrin sagt Hamrabø
men Havrabø. Nei, mín góði
Dánjal. Borgarstjórin visti,
hvat hon tosaði um. Tí hon
hevur virðing fyri, hvussu
hesi ymisku plássini í bygd
ini eita.
Tað vísti seg soleiðis, at tú
ikki visti, hvar ið Prestajørðin
var, og enn minni hvar ið
Prestatrøðin var. Tað veit
hvørt mansbarn her vesturi
í bø, at hitt ólukku hol er
grivið mitt í Prestatrøðini.
Havrabøur byrjar við matr.
nr. 591a og liggur vestan fyri
Prestajørðina. Havrabøur
hoyrir til Havrahaga og er
ognarjørð.
Prestajørðin er landsjørð.
Tí er tað nokk so løgið, at
Vágs Býráð fer at samráðast
við Jarðaráðið um at sleppa
at byggja eitt ellisheim í
Bavrabø, sum er ogn hjá
nøkrum vágbingum.
Takk Kirstin og teir, sum
stuðla tær í býráðnum. Vón
andi megna tit at fáa bygt eitt
ellisheim á Prestajørðini.
Rættleiðing
Vestan Hol,
900 Vágur
Torleif
Augustinussen