Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006 Einskiljing av Atlantsflog JAN ARABO Nú sær út til at Atlantsflog skal einskiljast við fyrst at selja ein triðing síðani ein triðing afturat onkuntíð seinri. Hesin háttur er bert ein annar háttur hjá summum fólkafloks ideologum at avreiða Atlantsflog. Ein orsøk fyri at einskilja Atlansflog eru sambært Bjarna Djurholm millum annað, at Atlantsflog skal einskiljast fyri at verða meira “dynamiskt“. Bjarni man helst íkki vita hvat hetta orð týðir, so eg vil vísa til Gyldendals Dansk Fremmedordbog har millum annað stendur um “dynamisk": "energisk, handlekraftig, virke ved egen kraft". Dynamikkur hevur sostatt sermekt Atlantsflog leingi. So Bjarni og aðrir "klåkir” menn, vinarliga leggi tykk- um í geyma týdningin av orðinum “dynamiskt“ áðr- enn tit brúka tað. Poul Michelsen forir fram at Atlantsflog fer á reyvina um ikki tað verður einskilt við 66%. Hetta man verða storsta tvætlið sum er sagt í ár. Eg veit íkki hvar Poul hevur hetta frá. Kanska tað kemur frá ekstremum fólka- floks ideologium. Tað er als ikki neyðugt fyri eina fyritoku at verða privat fyri at verða vælrikin. Tað eru góðar treytir, gott umhvorvi, gott fólk sum mill- um annað gera eina fyritoku vælrikna. Og her er Atlantsflog eis- ini væl við. Parteigaraavtala Onkur hevur rópt upp um, at vit missa Atlantsflog, um vit selja meirilutan. Bjarni Djurholm og aðrir siga, at ein parteigaravtala sum er galdandi í 7 ár skal forða hesum. Ein parteigaravtala hevur ikki storri virði enn at ein aðalfundur kann broyta hetta. Soleiðis er parteigaraavtala ikki verd tað pappírið, hon er skrivað á. Og skuldi tað hent, at avtalan heldur í 7 ár, hvat hendir so aftaná? Um 7 ár er bert ár 2013. Hetta eru 2 ár áðrenn 2015, og skula vit blaka eitt gott flogsamband og harvið ein part av visión 2015 fyri borð, bert grunda á nokrum ekstremum fólka- floksideologium? Sosialurin VIÐMERKINGAR Um strategiskan keypara Her sær út til at Bjarni og aðrir “klókir" menn heldur ikki rættuliga vita týdningin av Ýstrategiskt" og “stra- tegi". Enn einaferð vil eg vísa til Gyldendals Dansk Frem- medordbog har millum ann- að stendur um “strategi“: “planlæggelse af fremgangs- måde til at opnå et ønsket resultat”. Til dømis kunna vit imynda okkum at Icelandair (ella onkur annar) keypir part av Atlantsflog og sam- an vid ødrum hava ein meir- luta. Hesin meirluti metir kanska, at Atlantsflog fær meira burtur ur at verda meira integrerad i Icelandair og hava høvudsstød i Keyp- mannahavn, London, Kefla- vik ella adrastadni. So skal bert ein adafundur til og "ups” nú hava vit spælt okk- um av við Atlanstflog og vit eru aftur í tíðini áðrenn Atlantsflog, har vit bert hava eitt ella færri flogfar um dagin og kanska bert sum ein millumlending til og úr Keflavík. Vit mugu minnast til, at Atlantsflog ikki kom fyri at kappast við m. a. Maersk. Atlantsflog kom fyri at ar- beiða fyri foroyingar og For- oyar við góðum og stabilum sambandi við umheimin, millum annað í kraft av ein- um stórum títtleika. At so kapping eisini kom var eitt eyka pluss. Tað er av storsta týdningi, at vit hava gott samband við umheimin. Tað verið seg á sjónum og í luftini. Uttan gott samband við umheimin er tað sama sum at visión 2015 fer í ommu sína. Eg vóni, at Javnaðarflokk- urin og onnur vakna og ikki lata seg lokka av ekstremum fólkafloksideologium sum í besta fori kann blíva til “luftkastellir". Tí mæli eg frá at lurta eftir Bjarna Djurholm, Poul Michelsen og oðrum “klókum" monnum. Eg mæli frá at einskilja Atlantsflog. Lat gott flogsamband við umheimin verða við í visión 2015; P.S. Ein åheitan til Bjarna og adrar. Dansk Fremmed Ordbog frå Gyldendal fæst til keyps í bókabúðum og hevur ISBN nummar 87- 00-48822-4 Tad skadar, tå politiskar loysnir eru opportu KG | JOGVAN VID ære if KELDU (SS Løgtingsmadur Fi Fade — fk AÐ Hygg at byrgingini um Haraldssund, sum liggur sum ein skomm av berari politiskari opportunismu. Serliga seinastu tidina hevur kjakid gingid uttan ihald um vegaføringina igjøgnum Leirvik. Eg kundi hugsad mær at farid eini stivliga 20 år aftur í tíðina, tikið dømi um, tá skilaloysi og politisk opportunisma tóku avgerð. Her er talan um tá fasta sambandið um Haraldssund skuldi avgerast. Brúgv ella byrging Táverandi Landsverkfroð- ingurin var fleiri ferðir á fund við m.a. Klaksvíkar Kommunu, har tvinni upp- skot lógu á borðinum, nevni- liga ein byrging við brúgv og siglingarrennu, alternativt nistiskar ein byrging við atlogu-síðu norðan fyri byrgingina. Býráðið tók málið upp. Har var ósemja um málið. Vit vóru tríggir, id valdu loysnina við byrging og atlogusíðu, sum vit royndu at fáa hinar býráðslimirnar við til, tí henda loysn var fíggjarliga til at lyfta. Landspolitikarar, vitskapsfólk og SVF Storsta orsokin til, at restin av býráðnum ikki tók undir við okkum var helst, at allir fýra landspolitikararnir fyri Norðoyggjar, sum sótu í 1980unum, kravdu byrg- ing við brúgv og siglingar- rennu. Vit sum vóru í einum minnilutabólki saman við Landsverkfroðinginum, royndu at trýsta eina figgj- arliga gjøgnumførliga loysn igjøgnum, men síðani komu sterkari kreftir inn, m. a. vitskapsmaðurin, sum álvarsliga í Sjónvarpi Foroya greiddi frá eini botn- vending, ið hevði verið á Funningsfirði, sum eisini kundi henda í Klaksvík. — Uppgávan hjá SVF tyktist tá og tykist nú at hava sum mál, at seta fólk upp ímóti hvorjum oðrum, heldur enn at lýsa mál fyri at royna at fáa úrslit. Landsverkfroðingurin — tann kapasitetur hann nú einaferð var — varð settur út sv spælinum, og norð- oyatingmenn, saman við vit- skapsmanninum vunnu. Tað er orsökin til, at byrgingin um Haraldssund enn liggur sum ein skomm. Har er eingin siglingar- renna komin og hon kemur heldur ikki. Opportunistarnir vunnu At vera opportunistur sum politikari, gevur helst atkvað- ur, men vanliga ikki skila- góðar loysnir. Eg skal íkki koma nærri inn á, allar tær samraður eg sum borgarstjóri í Klaksvík hevði við skilamenn á sjógvi og á landi í hesum umfari, men ein teirra, sum avgjort ikki fekk løn, sum umhvorvisvitskapsmaður, skrivaði eina longri frágreið- ing, har hann vísti á streym- viðurskifti etc., sum fór at gera Klaksvíkina reinari. Hesin fekk rætt! Avskeplaða byrgingin Eg havi fleiri ferðir sett fyri- spurning til skiftandi lands- stýrismenn í vinnumálum, nær vit í ollum forum kunnu rokna við at fáa nýtiliga loysn á byrgingini. Tað hev- ur higar til dags bara verið tosað burtur. Hesar verkætlanir — fasta sambandið um Haraldssund og vegaforingin í Leirvík — minna ótrúliga nógv um hvgjra aðra, har opportun- istiskir politíkarar skulu gera ollum til vildar og soleiðis ongun tilvildar. Haraldssund liggur eftir 20 árum sum ein skomm við ongari atlogusíðu norð- anfyri, ongari brúgv og ongari siglingarrennu, sum okkara landspolitikarar í Norðoyggjum góðu lyfti um. Ólíka var, um opportunisman var logd til viks og skilagóð avgerð varð tikin. 11 Vidmerking til Katrin og Jóannes JENIS AV RANA Lagtingsmaður Í samrødu millum Katrin Petersen, journalist, og Jó- annes Ejdesgaard, logman, í Dimmalætting leygardag- in, fáa vitinnlit í, hvor veitir lagmanni hovuðsíblástur (spindoktari?). Talan er um amerikanskan succes- rithavundan Richard Flo- riða, ið m.a. hevur skrivað bókina “ den kreative klasse”, ið lagmaður vísir til. Tað er í hesari samraðu, at lagmaður slær hondina av útjaðaranum, og enn einaferð nýtir hovið til ikki at virða ta Logting, sum við demokratiskari atkvoðugreiðslu feldi uppskot um broytingar í sokallaðu antidiskrimina- tiónslógini. Men tað er ikki so lagið, tí sambart dr. Florida er eyð- kenni fyri hesi sonevndu kreativu umhvorvini, sum løgmadur er so eggjaður av, just eitt sonevnt hogt Gay index. Fari at loyva mær at spyrja Katrin, í sínum egin- leika av journalisti, um hon ikki kann greiða okkum lesarunum frå, hvor hesin spindoktarin, Richard Flo- riða, er. Um alt er so trú- vert, ljósareytt og góðkent, sum hann kemur við. Og um teorir hansara so ómaka- leyst glíða niður og broyta aðrar leiðarar, sum vit uppliva at tær hava broytt lagmann. Ikki bert tykist hesin hava fingið hugskotið um at geva útjaðaran upp ( les greinina í Dimmu farna leygardag ) beinleiðis frá Mr. Florida, men eisini hugsan sína um at sleppa arbeiðaraklassanum upp á fjall. Niðanfyri loyvi eg mær stutt at endurgeva smá brot úr viðmerkingum hjá ein- um av mongum viðmerkjar- um, ið bæði síggja vandar, men eisini beinleiðis skeivleikar, í hugsanum Florida 's. „mit gæt er, at Floridas bøger vil være billigt til salg om få år og fylde godt op i antikvariaternes bog- kasser... … kritikere har f.eks. været inde pá, at de ameri- kanske byer, som Florida selv nævner som hjembver for den kreative klasse, ikke er steder med nævneværdig vækst. Vækst finder man ikke i New York eller San Francisco, men derimod i Detroit og andre ikke sær- ligt hotte ...bver som Reno, Boise, Orlando, Las Vegas og Salt Lake City. De er máske ikke sá smarte, men de laver til gengæld gysser og opdyrker nye markeder. Imens har Floridas ynd- lingsbyer Boston, Chicago og Minneapolis, ja, hele 'Euro-Amerika', faldende vækstrater. F.eks. har eurobyen Seattle samme indbyggertal som i 1960, men nu med halvt så mange børn. Det er den kreative klasses bagside: Den kan ikke få born... …at bøsser og lesbiske eller "åbenhed" tilmed skulle være godt for en by — økonomisk — er også tvivlsomt... hvis 'Det åbne samfund'er Floridas mål, kan man frygte for, at han ikke ser dets fjender. At alle i deres iver efter at være kreative og tolerante ser stort på at være produktive. Her er et nyt motto til den 1. maj: Arbejdere i alle lande, slap af! Men er det sådan, vi skaber vækst?… Okkara ( Midfloksins) råd til løgmann eru annars óbroytt. Lat okkum seta álit á eina heilt aðra bók, og rithavunda hennara, tá verða vit íkki svikin. Um tað eru domini margfald- frá persónum í hópatali, frá bygdar- og býarsamfelogum og enntá londum. Fái vón- andi innivist i einum av komandi blødum at greiða frá undri sum hendi, tá eitt heilt býarsamfelag valdi at fylgja vegleiðingum Skap- arans. rana(Qpost.olivant fo Innsent tilfar Av ti at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi — meira enn vit fáa í blaðið — hevur blaðleiðslan verið noydd at gjort nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir allum innsendum greinum — annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent aðrum blaðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar — greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Les