mánadagur 27. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 41 - 27. februar 2006
Leygardagin kom út nýggj
bók um listamannin Trónd
Patursson.
Samstundis
lat upp ein framsýning á
Museet for Religiøs kunst í
Lemvig við nýggjastu listini
hjá listamanninum
Í bókini, sum eins og
framsýningini hevur heitið
“Høje himle – dybe grunde”,
gevur kendi listakritikarin
Torben Weirup eina hug
takandi lýsing av listini
hjá Tróndi Patursson, har
høvundurin millum annað
vísir, hvussu stórsligna
føroyska náttúran hevur
verið og framvegis er ein
týðandi kelda til íblástur hjá
listamanninum. Í úrvalinum
av verkum leggur bókin
seg eftir at vísa arbeiðið
hjá
Patursson
seinnu
árini, har serligur dentur
er lagdur á allarnýggjastu
glasmálningarnar.
Tað er forlagið Thaning &
Appel sum gevur út “Høje
himle – dybe grunde”. Bókin
er 100 blaðsíður.
ave
Nýggj bók um
Trónd Patursson
Nýggja bókin um listina hjá
Tróndi Patursson leggur seg
serliga eftir at lýsa nýggjastu
glasmálningar
Tað eru hugans ofta
torgreiddu vegir
heldur enn myndevni
útifrá, sum seta dám á
nýggjastu málingarnar
hjá Pól Skarðenni, sum
eru at síggja í Norðoya
Kunningarstovu í
løtuni
Listaframsýning
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey flestu kenna ivaleyst best
listamannin Pól Skarðenni frá
hansara landslagsmyndum,
og Pól ásannar eisini, at
fría náttúran oftast hevur
verið hansara málistova.
Sínar nýggjastu málningar
hevur hann tó verið noyddur
at mála innandura, og
úrslitið er bæði øðrvísi og
forvitnisligt.
Tankatorn
Tá Pól Skarðenni herfyri
varð spurdur, um hann vildi
koma at sýna fram í Norðoya
Kunningarstovu, var hann
heldur trekur at siga ja.
Orsøkin var, at hann nýliga
var skurðviðgjørdur í vinstra
armi, ið hann vanliga eisini
málar við, men hugurin at
royna allíkavæl, var ikki
soleiðis at kveistra burtur.
– Eg visti, at eg ikki kundi
mála myndirnar úti, tí tað
krevur, at tú mást lyfta armin,
og tað fái eg ikki beint nú.
So eg valdi at taka hetta sum
ein áhugaverda avbjóðing
og mála inni í verkstovuni
við høgru hond, sigur
Pól, sum ikki dylur yvir,
at hann helst ikki vil læsa
seg fastan sum siðbundnan
landslagsmálara.
Og nýggja avbjóðingin
má sigast at hava havt eitt
sera forvitnisligt úrslit.
Serliga eru tað teir báðir
abstraktu
málningarnir
“Úr hugaheimi”, sum vísa
eina heldur øðrvísi síðu av
listini hjá Pól Skarðenni.
Myndirnar eru ímyndir av
mátanum, okkara tankasett
eru sett saman, sum eitt slag
av tankatorni, har onkur brot
tykjast rættiliga heilskapað,
meðan onnur bert hómast
sum pettir, tí okkurt annað
kemur fyri.
– Eg havi leingi verið
sera upptikin av, hvussu
vit hvør í sínum lagi seta
okkara tankasett saman, og
hvussu vit allatíðina byggja
víðari á tað. Okkurt hava vit
lært í barndóminum, okkurt
trúgva vit bara, okkurt vita
vit ella halda okkum vita
o.s.fr. Úrslitið er, at okkara
tankasett verða so ymisk, at
tað ofta verður sera torført
at skilja hvønnannan – sum
alt kjakið um Muhammed
tekningarnar beint nú jú er
eitt gott dømi um, sigur Pól.
Hann leggur afturat, at hesir
málningarnir eisini kunnu
síggjast sum ein ímynd av,
hvussu vit nærum verða
tveitt inn í heimin, har vit
hvør í sínum lagi verða
noydd at savna pettini, so vit
kunnu gerast okkurt slag av
heilskapaðum menniskjum.
Landslagshugløg
At arbeiða við abstraktum
myndum kennist sum at fara
at ferðast inn í myndina,
heldur Pól, sum oftast brúk
ar langa tíð um hesar mynd
irnar, og illa dugir at siga,
nær tær kunnu metast at vera
“lidnar”
– Onkur hevur sagt,
at munurin millum eina
abstrakta mynd og eina
siðbundna landslagsmynd,
er, at tað ikki bert til at for
klára eina abstrakta mynd,
um tú ikki stendur hjá henni.
Eisini tí tað allatíðina ber til
at finna okkurt nýtt í henni
hvørja ferð, tú sært hana,
greiðir Pól frá.
Okkurt bendir á, at lista
maðurin hevur tikið nakað
av hesum við sær í nýggju
landslagsmyndunum á fram
sýningini. At myndirnar
hesuferð vórðu málaðar
innandura, nýtti hann eisini
sum høvi at ríva seg meir
leysan frá myndevninum
enn vanligt. Hóast hann
hevur havt ávís landsløg í
huganum, eru hesar mynd
irnar meir at kalla hugløg
ella tulkingar, sum eitt nú
“fjørumyndirnar”, har ein
eitt sindur spøkilsiskendur
dámur eyðkennir myndina.
– Øllum dámar ikki líka
væl hesa broytingina í
landslagsmyndunum, men
tú kanst jú ikki verða øllum
til vildar. Besta drívmegin at
mála er jú, at eg sjálvur haldi
tað vera stuttligt, sigur Pól
Skarðenni.
Framsýningini hjá Pól
Skarðenni í Norðoya Kunn
ingarstovu er at síggja fram
til 10. mars
Triði hvør dani,
sum ringir til ráð
gevingina Lívslinjuna
er millum 30 og 39
ár. Ráðgevingin søkir
nú eftir fólki at taka
ímóti økta talinum av
uppringingum
Kreppuhjálp
Higartil hevur mest verið
tosað um tey heilt ungu og
tey gomlu, sum ringja til
ráðgevingina, men sambært
leiðaranum standa tey 30
til 39 ára gomlu fyri einum
triðingi av teimum á leið
11.000 uppringingunum,
ráðgevingin fær árliga.
Ilt við at klára
gerandiskrøv
– Tað er ikki longur nokk
at siga, at vit skulu halda
serliga vakið eyga við
teimum ungu, teimum eldru
og teimum sálarsjúku, tá tað
ræður um sjálvmorðstankar,
sigur leiðarin á Livslinjen,
Michael Esmann, sum vísir
á, at alsamt fleiri kvinnur og
menn í 30unum, antin tey
eru støk ella liva í parlagi,
hava tørv á hjálp at handfara
sítt lív.
Summi
av
teimum
leita sær hjálp hjá Lívs
linjuni, tí tey ganga við
sjálvmorðstonkum, með
an onnur eru í ferð við
at gera sjálvmorð, tá tey
ringja. Orsøkirnar eru
ymiskar, men ofta kenna
tey seg einsamøll og hava
ongan at tosa við um sínar
trupulleikar. Onnur kenna
seg ørkymlaði í leiklutinum
sum pappforeldur í eini
modernaðari familju, og
hava trupult við at liva
upp til stóru krøvuni á
arbeiðsplássinum og í
parlagnum.
Michael Esmann heldur
gongdina vera órógvandi,
tí sum hann sigur
– Vit hoyra jú bara frá
teimum, sum hava dirvið
og orku til at ringja.
Frá 2004 til 2005 vaks
talið av uppringingum til
Lívslinjuna við 38% frá
8.199 til 11.333.
Í desember í fjør víkaði
Lívslinjan telefontíðina við
fimm tímum um døgnið,
og nú verður søkt eftir fleiri
sjálvbodnum afturat teimum
130 ráðgevunum, sum longu
starvast hjá tænastuni.
ave
Alt fleiri danir í
30unum umhugsa
sjálvmorð
Hugans torgitnu
vegir
Alsamt fleiri
sjálvmorðshóttir danir í
30unum leita sær hjálp hjá
Lívslinjuni
Í myndini “Úr hugaheimi”
hugleiðir listamaðurin
um, hvussu ymiskt okkara
tankasett eru sett saman
Landslagsmyndirnar hjá Pól Skarðenni ímynda hesuferð ymisk landslagshugløg