Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Emmu á Hvítanesi fer frá Kirkju­ garðskapellinum í morg­ in, 28. februar, kl. 13. Kistan við Jan í Eyðans­stovu í Sanda­ vági fer úr kap­ellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin 28. februar kl. 17. Jarðarferðin verður úr Sandavágs Kirkju mikudagin 1. mars, kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jan, kunnu lata eina peningagávu til felagið Sinnisbata; konta í Føroya Sparikassa. Kistan við Solveig Poul­ina Jacobsen fer úr heiminum við Valla­ líð mánadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Evangeliihúsinum týs­ dagin kl. 15. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Liss Knudsen Glyvrar andaðist á sjúkrahúsinum í Esbjerg, hósdagin 23. februar, 64 ára gomul. Kistan kemur í Elim í Søldafirði mánadagin 27. februar kl. 17.30. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 13.00 úr Elim. Familjunnar vegna Erhard, Andy, Niels Juul, Annika og Dan Tey, ið vilja minnast Liss, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Sparikassa. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða mamma Solveig Poulina Jacobsen fødd Kjærbo andaðist fríggjadagin. Jarðarferðin verður úr Evangeliihúsinum týsdagin kl. 15.00. Familjunnar vegna Annfinn, Birgith, Joan og Hanne-mi Mánadagin 27. februar fyllir Karl Jacob Sigvardsen við Gjógv 101 ár. Karl Jacob er á ellis­heim­ inum í Runavík. 101 ár Dagurin í morgin 28. februuar. Hildigerð. Høgt mett týsk abbadissa, sum doyði í 1179. Upprunaligt germanskt navn, samansett av orðum, ið merkja stríð og vernd. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum mongu, sum vóru um og vístu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma og omma Elken Petersen Klaksvík andaðist og fór til gravar. Takk fyri umsorgan í sambandi við sjúkralegu. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur. Hjartaliga takka vit øllum ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Peter, Margee, Hákun og Daniel Mánadagin fingu vit í Miðlahúsinum á Vágsbotni vitjan av grýlum úr 2. b í Sankta Frans Skúla í Havn. Í klassanum eru 17 næm­­ingar. Tey møttu øll grýluklødd í morgun. Eftir at tey høvdu dansað føroyskan dans, slógu tey tunnu. Kattakongur varð Heini Ronnason. Síðan fingu næmingarnir kakao og bollar, sum skúlin og foreldrini høvdu skipað fyri. Tá fastalávintshaldið var liðugt, fóru tey ein túr í býin saman við flokslæraranum og stukku inn á gólvið í Miðla­húsinum. Tey flestu ætlaðu sær heim at sláa tunnu og ganga grýla í kvøld. Grýlur vitjaðu í Miðlahúsinum Næmingar í 2. b í Sankta Frans Skúla í Havn vitjaði mánadagin gr‡luklødd í Mi›lahúsinum í Vágsbotni Mynd: Magnus Gunnarsson Fríggjadagin 24. februar 2006 fekk Sólvá Jónsdóttir í Havn, sum tann fyrsti studenturin, handað M.A.- prógv í føroyskum eftir lestur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Sólvá helt fyrilestur um Paradigmiskifti (gransk­ ingarleistur) í gransking av málsligari variatión, og sjálv prógvhandanin varð eftir próvdømingina av fyrilestrinum, sum var almennur. Sólvá Jónsdóttir er 25 ára gomul og ættað úr Hósvík, dóttir Halbjørg og Jón Olsen. Eftir lokið studentsprógv, fór hon undir Cand. Phil. lestur á Fróðskaparsetur Føroya í 2000. Í 2004 varð útbúgvingin broytt til eina M.A. í føroyskum. Síðan 2004 hevur Sólvá undirvíst einum 2. flokki á Studenaskúlanum í Hoy­ dølum í føroyskum, sam­ stund­is sum hon arbeiðir sum lærugreinaráðgevi í føroyskum á Lands­mið­ støðini fyri undir­vís­ing­ar­ amboð innan vinnu- og mið­ námsútbúgvingar. Sólvá Jónsdóttir, Tórshavn: Fyrsta M.A.-prógvið í føroyskum Fríggjadagin fekk Sólvá Jónsdóttir, sum tann fær fyrsti studenturin, handað M.A.-prógv í føroyskum eftir lestur á Føroya­ málsdeildini á Fróðskapar­setri Føroya Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Dánjal P. Nielsen Klaksvík andaðist leygardagin 25. feburar, 83 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.30 úr Christianskirkjuni. Familjunnar vegna Anna