Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 41 - 27. februar 2006 Svínoyingar heita enn einaferð inniliga á landsins myndugleikar um at gera tunnilin yvir í Havn Visjón 2015 og bygdarmenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Svínoyingar halda, at Visjón –2015 ætlanin hjá landsstýrinum skal eisini røkka til Svínoyar. Og tað halda teir, at lands­ stýrið kann tryggja við at gera tunnil úr bygdini í Svínoy, yvir í Havn. Í einum skrivi, sum bæði er sent Løgtinginum, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum og Anfinni Kallsberg, formanni í fíggj­ arnevnd løgtingsins, minna svínoyingar nú enn einaferð landsins myndugleikar á tunnilin yvir til Havnar Svínoyingar hava í fleiri ár roynt at fáa landsins myndugleikar at gera tunnil yvir í Havn, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Tó varð peningur settur av til ymsar forkanningar í fjør og onkrar kanningar vórðu eisini gjørdar. Men so varð peningurin uppi, áðrenn kanningarnar vóru lidnar og so er ikki meiri hent. Bygdarráðið í Svínoy heitir tí á landsins myndugleikar um at játta meiri pening so at forkanningarnar kunnu halda fram og gerast lidnar og so at tunnilin kann projekterast. Nú forkanningarnar í sam­ bandi við nýggjan tunnil til Norðdepil ogViðareiðis, eru við at verða lidnar, vónar Svínoyar Bygdarráð sostatt, at borivognurin kann verða fluttur til Svínoyrar, so at forkanningarnar har kunnu gerast lidnar. At enda siga svínoyingar at teir vóna inniliga, at politiski myndugleikin fer at viðgera áheitanina við vælvild, so at visjón 2015 ætlanin eisini kann røkka til Svínyar. Loysir samferðslu­ trupulleikan Svínoyingar hava í nógv ár lagt nógva orku í at fáa landsins myndugleikar at gera tunnilin yvir til Havnar og tað eru ikki fáar áheitanir, ið eru farnar úr oynni suður til Havnar um hetta sama. Við einum tunli yvir yv­ir til Havnina, hevði ikki verið meiri enn 15 minuttir at siglt til Hvannasunds ella Norðtoftir við einum báti, sum gongur 12 míl og tað kundi loyst sam­ferðslu­ trupulleikan hjá oynni. Talan er um ein tunnil, ið er 1.800 metrar langur. Í dag tekur tað um ein tíma við Másanum norður á Eiði á Svínoy og hálvan annan tíma inn á Víkina, so tað sigur seg sjálvt, at ein tunnil yvir til Havnar hevði havt avbera stóran týdning fyri svínoyingar. Teir eru sannførdir um, at tað hevði ment Svínoynna, sum so hevði komið á áleið sama støði sum Kalsoy er á í dag. Ein heilt avgerðandi fyrimunur er, at í Havnini í Svínoy er altíð kyrt, so verð­ ur tunnilin gjørdur, høvdu trupulleikarnir við illveðri ikki verið. Eisini vísa teir á, at í Svín­ oy kunnu fáast fleiri góð aliøki við stórari út­skift­ ing á streymasjógv, men ein fortreyt fyri hes­um er, at tunnil verður gjørd yvir í Havn, so at sam­ ferðsluviðurskiftini verða í eini tryggari legu. Miðflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið at útgreina, hvussu Føroyar kunnu gerast ein miðdepil fyri sjóvinnuútbúvingar Útbúgvingar­ møguleikar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvussu kunnu Føroyar ger­ ast ein útbúgvingarmiðdepil fyri sjóvinnuútbúgvingar? Tað vil Miðflokkurin nú hava, at landsstýrið skal kanna og útgreina. Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har flokkurin biðjur løgtingið samtykkja at heita á lands­ stýrið um at útgreina, hvussu Føroyar kunnu gerast ein útbúgvingarmiðdepil fyri sjóvinnur, soleiðis, at eisini fólk úr øðrum londum kunnu nema sær føroyska sjóvinnuútbúgving á altjóða støði. Teir báðir løgtingsmenninir hjá miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, vísa á, at tað verður mangan sagt, at skulu føroyingar gera vinnulig framtøk, skulu vit gera tað, vit eru bestir til. Men hóast hetta, royna vit at fóta okkum á nógvum øðrum vinnuligum beinum enn fiskivinnuni. – Mong halda, at gransking er loysunarorðið, uttan at útgreina, hvat granskingin skal fevna um. Onnur nevna KT-menningina sum týdningarmesta vinnuíkastið til búskaparvøkstur. – Men tá sagt verður, at vit skulu gera tað, sum vit eru best til, er skjótt at staðfesta, at sjóvinnuútbúgvingar hoyra til hendan bólk. Før­ oyskir sjómenn eru umborð á skipum um allan heim og okk­ara sjófólk manna brýr og maskinrúm á ótelj­andi skipum í øllum sjó­vinnu­ greinum. Teir báðir øgtingsmenninir vísa eisini á, at føroyingar hava bestu viðmælir alla­ staðni sum sjómenn og eru eitt prýði og ein stoltleiki fyri tjóðina.  Og Bill Justinussen og Jenis av Rana halda, at tá ið vit megna at útbúgva sjófólk á altjóða støði, eiga vit at umhugsa møguleikan fyri at gera okkara sjóvinnuskúlar til annað enn útbúgvingarstøð fyri føroyingar. – Vit eiga at útgreina, um vit kunnu gera Føroyar til eitt sjóvinnuútbúgvingarøki, har fólk úr øðrum londum koma og nema sær útbúgving. Teir halda, at aftur­ ímóti øðrum vinnu­menn­ ingarøkjum, hevur hetta økið nógvar fyrimunir, eitt nú gott útbúgvingarumhvørvi, fakligan førleika, aldargamla siðvenju, royndir og vit­an, eins og vit eru ein sjó­vinnu­ tjóð. Og tað er sjálvsagt at vit fáa okkum eitt bein at standa á, sum natúrliga er ein partar av føroyska sam­felagnum, og sum ikki krevur áralangar kanningar og tíggjutals ótryggar, al­mennar íløgumilliónir. – Samstundins gevur hetta einum munandi tali av vælútbúgvnum fólk eitt avbjóðandi vællønt starv í einum altjóða umhvørvi í Føroyum, siga Bill Justinus­ sen og Jenis av Rana. Vilja eisini hava visjón 2015 at røkka til Svínoyar Vilja gera Føroyar til miðdepil fyri sjóvinnuútbúgvingar Ein tunnil yvir í Havn, hevði loyst samferðslutrupulleikarnar, halda svínoyingar. Einn einaferð minna tey á, at tey vilja hava berghol í Svínoy Vit eiga at kanna møguleikan fyri at gera Føroyar tl ein miðdepil fyri sjóvinnuútbúgvingum, so at vit kunnu bjóða útlendingum higar at taka sjóvinnuútbúgvingar á høgum støði, heldur miðflokkurin. Nù sleppur Løgtingið at siga sína hugsan um tann spurningin