Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006 15 Tað siga tølini, nú tilboðini eru innkomin, og sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru undirskrivaðir Útbygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nes kommuna er farin í holt við stórar útbyggingar á skúlaøkinum. Talan er um útbyggingar og umbygging­ar av Tofta skúla fyri tilsamans 43,8 milj. krónur. Formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum, sigur, at kommunan í drúgva tíð hevur arbeitt við ætlanunum um at útbyggja skúlan. – Fyrsta projektið varð lagt fram í 1990, og síðan hava ymiskar ætlanir ligið á borðinum. Hann sigur, at av ymiskum orsøkum – og serliga av pen­ ingaligum orsøkum, hevur áður ikki verið møguligt at framt ætlanina í verki. – Undanfarna bygdaráð setti aftur ferð á málið, og setti eitt nú gongd á lendis­ arbeiði, sum felagið, Falkon í Saltnesi, hevur gjørt. Súni sigur, at sitandi bygda­ráð nú einmælt hev­ ur samtykt at fremja skúla­ útbyggingarætlanina. Tað er arkitektafelagið hjá Alberti Isfeld og Gud­ mundi S. Hansen, sum hev­ur teknað og projekterað skúla­ útbyggingina. Sáttmálarnir Súni í Hjøllum sigur, at fyrireikingarnar til útbygg­ ingina hava verið rættiliga nógvar og drúgvar, tí neyðugt hevur verið fleiri ferðir at broyta og skerja ætlanina, soleiðis at kommunan fíggj­ arliga er før fyri at fremja hana. Arbeiðið hevur verið boð­ ið út í almenari lisita­tión, og í seinastu viku vórðu sátt­málarnir við arbeiðstak­ ararnar undir­skrivaðir. Búsetur & Lützen: Jørð,- kloakk-, betong-, stál-, timb­ur-og snikkaraarbeiði. Regin Joensen: Múrara­ arbeiði. Demich: HVS, ventilatión v.m. Kongshavnar El-virki: El-arbeiði. Falkenberg, múrara­meist­­ ari: Málaraarbeiði. Eyðun Eyðunsson: Gólv­ áleggingararbeiði. 43, 8 mió. kr. Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at tilsamans verður kostnaðurin av arbeiðnum 43,8 milj. krónur fyri tað, sum Nes kommuna í hesum umfari ætlar at byggja út fyri. – Sambært ætlanini verður henda útbygging liðug á vári 2008, sigur Súni í Hjøllum. Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin lá Krúnborg á Fuglafirði við 3.043 tons­ um av svartkjafti, sum teir hava fingið í altjóða sjógvi á Rock All-leiðini. Sama dag kom eisini írska skipið Antarctic á Fuglafjørð við sløkum 1600 tonsum av svartkjafti. Ein annar íri, Vigilant, er eisini á veg hendanvegin. Í kvøld kemur Finnur Fríði og í annaðkvøld Jupi­ ter, báðir við svartkjafti. Á Havsbrún siga tey, at okkurt er í ólagi á virkinum í Kilybegs í Írlandi, og tað er orsøkin til, at írskir og skotskir bátar hava stevnt til Føroya og Íslands at landa um dagarnar. Virkið í Kilybegs kann undir vanligum umstøð­ um taka ímóti eini 800 tons­um um døgnið, meðan kapasiteturin hjá Havsbrún táttar í 2.000 tons um døgn­ ið. Christian í Grótinum er í løtuni á veg til Vest­ mannaoyggjarnar at landa. Saksaberg og Høgaberg eru framvegis á lodnuveiði undir Íslandi. Teir byrjaðu seinni har yviri enn hini føroysku skipini. Skattainntøkan hjá Nes kommunu liggur um 26 mió. krónur um árið, og í kommununi vóna tey, at pláss eisini verður fyri at fremja onnur spennandi og alneyðug arbeiði, nú farið er undir kostnaðarmikla skúlabygging Útbygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nes kommuna hevur í fleiri ár sett pening av til skúla­ útbyggingina, men neyðugt verður seinni at taka lán. – Hetta er sjálvandi eitt ógvuliga tungt tak hjá komm­ununi, men við ver­ andi skattainntøku, sum ligg­ur um stívliga 26 mió. krónur um árið, halda vit íløg­una vera forsvarliga, sigur formaðurin í teknisku nevnd í Nes kommunu, Súni í Hjøllum. Onnur arbeiði Hann sigur, at hóast ein stórur partur av fíggjarorkuni hjá kommununi tey fyrstu árini fer til skúlabyggingina, vóna tey, at pláss eisini verður fyri øðrum spennandi og al­neyðugum arbeiðum tey kom­andi árini. Í Nes kommunu búgva umleið 1250 fólk, skatta­pro­ sentið er 20,5, og barna­frá­ drátturin er 4.500 krónur. Útbyggingin av Tofta skúla kostar 43,8 mió. krónur Ætlandi stendur Tofta skúli útbygdur um tvey ár Mynd: Vilmund Jacobsen Havsbrún keypir nógvan svartkjaft Krúnborg á Fuglafirði við 3.043 tonsum av svartkjafti Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt ógvuliga tungt tak Umleið 1250 fólk búgva í Nes kommunu. Fleiri skip og bátar hoyra til bygdina, og nógv vinnuvirksemið er á havnalagnum. Formaður í teknisku nevnd hjá kommununi er Súni í Hjøllum Mynd: Vilmund Jacobsen